fríggjadagur 30. desember 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Nú ið 2011 brátt er at enda
komið, kann Óli Lassen vísa
á fleiri positiv viðurskifti í
heimbýi hansara.
Ein mátistokkur í so máta,
er hvussu byggivinnan hev
ur tað. Og her kann hann
bara staðfesta, at í økinum
hava fleiri byggifyritøkur og
smiðjur nógv arbeiði.
Hann vísir á, tað hugaliga
at kunna fara inn í nýggja
árið við positivari gongd á
flest øllum økjum.
Og nógv er eisini hent á
hesum økinum í hesum árin
um:
– Ein kann ikki annað enn
fegnast um, at vinnufyri
tøkurnar hava framburð og at
JFK keypir fleiri skip og økir
virksemið á Kósavirkjunum,
samstundis er tað gleðiligt at
uppisjóvarflotin kann fiska
makrel.
– Vit vóna tí eisini, at nógv
virksemið verður í Norð
havnini sum man roknast
fyri Føroya besta havn, sigur
Óli Lassen, sum tó harmast
um, at útróðurin ikki var
tann besti í ár.
– Men vit vóna kortini, at
2012 fer at hilnast betur.
Vinnuligt virksemi
Hetta brátt farna árið er nógv
hent á vinnuliga økinum í
fiskivinnuhøvuðsstaði okk
ara, sum hevur verið við til
at skapa fleiri arbeiðspláss.
Tíðliga í hesum árinum
var ein stórsligin og altjóða
fiskivinnuráðstevna hildin
í Klaksvík; Ósáskúlin varð
tikin í nýtslu, gamli skúl
in á Ziskatrøð tikin niður
og vónað verður at skúlin
skjótt verður bygdur upp
aftur. Bygging av ellis- og
røktarheimi er byrjað og úti
á vestara havnarlagi hevur
Klaksvík – ein kommun
MENNING Hóast búskaparligu kreppuna hava fólk í Klaksvík nógv at fegnast um.
Tað heldur í øllum førum býráðslimurin, Óli Lassen, sum eisini er formaður í teknisku
nevnd í Klaksvík. - Tað er hugaligt at vita, at Klaksvíkar kommuna er komin undir eina
álíkning í skuld, eins og vit hava fólkavøkstur og vøkstur í ali- og fiskivinnuni.
BESTA HAVNIN
Norðhavnin í Ánunum telist millum bestu havnir
í landinum. Nógv stór skip hava ligið við bryggju
her – í hesum førinum flaggskip okkara Norrøna
Undir Fossum arbeiðir
kommunan við at gera
eina útstykking av 18
grundstykkjum lidna
Vit vóna eisini, at nógv virksemið
verður í Norðhavnini sum man roknast
fyri Føroya besta havn