Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 na í menning Út­stykk­ ingar Klaksvíkar kommuna arbeiðir við fleiri út­ stykkingarætlanum. Útstykkingarvegur er gjørdur uppi á Lánni í Árnafirði, og und­ir Fossum arbeiðir komm­unan við at gera eina út­stykking av 18 grund­stykkjum lidna. – Fleiri teirra eru longu seld, staðfestir Óli Lassen. Aðrar kommunalar útstykkingar eru mill­ um annað á Norðoyri har sjey grundøkir seinni vera tøk. Á Gras­ hjalla eru umleið 40 grundstykkir tøk. – Vit vóna eisini at byggi­vinn­an, last­bila­ eig­arar, ídn­aðar­fyri­ tøk­ur og handilslívið í øki­num hava økt virk­ semið, soleiðis at vit fram­haldandi kunnu hava framburð og vøkst­ur her í økinum, sigur Óli Lassen, sum fegnast um at Norð­ oyggj­ar hava framburð og vøkstur í hesum tíð­ um. Menn­ing í Svín­oy Í Svínoy, sum er part­ur av Klaksvíkar komm­ unu, hevur gjørt ymisk vegarbeiði, hevur sett upp standmynd, um­ vælt gøtuljósini og ann­an elútbúnað. Í ár hevur komm­ un­an gjørt Heygavegin lidnan, umvæla vegin eyst­ur á Dal, gjørt ábøt­ur á havnarløgini. Hetta eru verkætlanir, har kommunan hevur fingið stuðul frá land­ i­n­um at fremja. Kommunan hev­ur eisini seta upp vatn­ reinsi­verk í Svínoy, tá hettar er eitt krav frá land­inum. – Hetta merkir, at við árslok í 2011 hava allir borgarar í Klaks­ víkar kommunu sótt­ reinsað drekkivatn, slær Óli Lassen fast. LookNorth fingið nýggjan goymslubygning. Um ein hyggur eftir øki­num norðuri á Strond verð­ur arbeitt við nýggjum ídnaðarøkjum til land- og sjóvinnuna. Uppi á Borð­oyar­ vík er eisini ætlanin av gera eitt ídnaðarøki, har komm­ unan longu hevur keypt 10.000 fermetrar av øki. 8,5 mió Eisini á tí økinum, sum Óli Lassen varar av, sum for­ maður í teknisku nevnd, hev­ ur verið nógv virksemi. Í vetur setti kommunan saman við Landsverki upp gøtuljós eftir Ánarvegnum, og varð hetta gjørt við góð­um samstarvi við lands­myndug­ leikarnar. Í Klaksvík verður áhald­ andi arbeitt við dagføring av gøtuljósunum, har teir gomlu træpelarnir verða skiftir út. Innan kloakkarbeiðið er nógv gjørt í ár, og komandi ár er ætlanin at fremja fleiri kloakkarbeiðir, millum annað á Uppsølum har tær verða lagdar í reinsiverk, sam­stundis sum ein ætlar at fáa meira rensl í Ósánna. – Í 2012 eru settar 8,5 milliónir krónur av til kloakk­arbeiðir og spillivatns­ ætlanina hjá kommununi, vísir Óli Lassen á. snorri@sosialurin.fo VØKSTUR Hóast búskaparliga kreppu er stór menning í Klaksvík. – Vit hava góðar vónir fyri 2012, sigur Óli Lassen (innfeldur), formaður í teknisku nevnd í kommununi Snorri Brend Runavík: Í dag er støðan hon, at skúli verður hildin í teimum fýra skúlum í Oynd­ arfirði, á Skála, á Glyvrum og í Runavík. – Um hesa tíðina í fjør var skúli eisini hildin í Funningsfirði, men barna­ talið er lækkað tey seinastu árini, og tí ynsktu foreldrini í summar heldur, at børnini skuldu koma út á Glyvrar og í Skúlan við Løkin at ganga, vísir borgarstjórin á. Umframt børnini í hesum kommunalu skúlunum hev­ ur kommunan eisini næm­ ingar í Frískúlanum hjá Keld­u­ni í Skálafirði. Dagføring Tey seinastu árini eru rætti­ liga stórar íløgur gjørdar á skúlaøkinum í hesi stóru kommununi, hóast tað enn restar nakað í fáa Skúlan við Løkin heilt lidnan. Tey seinastu tvey árini hava vit tó gjørt íløgur í talv­ur, sum restaðu í, og so er spæli­økið uttanfyri um at vera enda­liga liðugt. – Í skúlanum á Glyvrum eru nakrar nýggjar talgildar talvur settar upp, og í 2012 eru pengar játtaðir til at fáa tær írestandi talvurnar uppsettar, greiðir Magnus Rasmussen frá. Í ár hava foreldur saman við leiðslu og kommunu tikið lógvatak um skúlagarðin og fríøkið kring skúlan, soleiðis at hesi eru meiri áhugaverd fyri næmingarnar. Býarbókasavn Í nýggja skúlanum við Løk­ in finst eisini eitt stási­ligt bókasavn. Hetta hevur hig­ ar­til virkað sum skúla­bóka­ savn higartil, men ætlanin hevur allatíðina verið, at tað eisini skal virka sum eitt býarbókasavn. – Býráðið hevur sett pen­ing av í 2012 til ein bóka­vørð, og lýsingin eftir hesum stendur í bløðum og á portalum í hesum døg­um. Vit vænta tí, at ein bóka­vørður verður settur tíðliga næsta ár, upplýsir borgarstjórin, sum upplýsir at ætlanin er somuleiðis at Bókasavnið við Løkin opið fyri øllum borgarum. snorri@sosialurin.fo± Ein skúli læt aftur SKÚLI Fyri einum ári síðani vóru fimm skúlar í Runavíkar kommunu. Í dag eru teir bert fýra. – Barnatalið lækkaði so nógv, at tað var ikki annað at gera enn at lata skúlan í Funningsfirði aftur, sigur borgarstjórin í kommununi, Magnus Rasmussen. LAT AFTUR Foreldrini at børnunum í bygdarskúlanum í Funningsfirði hildu tað vera best, at børn teirra fóru í størri skúlar at ganga. Síðani í summar hevur tí eingin kommunalur skúli verið í bygdini