fríggjadagur 30. desember 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sunnudagin 18. desember 2011
andaðist Eigil Gunnarsson í
Havn á Landssjúkrahúsinum,
91 ára gamal. Hann hevði
annars fylt 92 ár 28. januar.
Eigil var føddur og vaks
upp í Vági. Foreldrini, Inga, f.
Jacobsen, og Gunnar Daniel
sen, vóru bæði ættað úr Søld
arfirði, men fluttu í 1915 til
Vágs. Gunnar, sum var beiggi
Victor Danielsen trúboðara,
var skipari og sigldi út frá
Vági.
Eldru systrarnar Anna
Malena (Lena) og Sunneva
Maria
(Mia)
vóru
báðar
føddar í Søldarfirði, meðan
dreingirnir Gunnar, Tryggve,
Eigil, Ingolf og Elmar (sum
doyði sum lítil smádrongur),
vóru føddir í Vági. Systkini
høvdu Danielsen til eftirnavn
til 1934, tá tey skiftu til Gunn
arsson.
Eigil var sum ungur til
skips við pápanum sum
skipara, og í 1940 flutti hann
til Havnar, har hýruvogns
koyring bleiv hansara lívs
starv. Hann keypti sær ein
lastbil og koyrdi lastvogns
koyring í Havn eina tíð,
áðrenn hann keypti sær sín
fyrsta hýruvogn og koyrdi á
bilstøðini hjá Hugo Øster.
Seinni fór hann at koyra í
Taxa í Lucas Debesargøtu, og
var hann ein av stovnarunum
av P/F Taxa í 1952, sum í 1955
skifti navn til P/F Auto. Hann
var fyrsti nevndarformaður
á støðini og sat í nevndini í
mong ár. Hann koyrdi í Auto,
til hann var 76 ára gamal í
1996, við undantak av áru
num frá 1970-78, tá hann rak
bensin- og oljusøluna á støð
ini.
Eigil giftist í 1951 við Jenny,
f. Mikkelsen, av Toftum, dótt
ir Annu Elisabeth og Magnus
F. Mikkelsen av Toftum.
Jenny og Eigil fluttu í nýggj
hús við Dalavegin í Havn og
fingu tríggjar synir: Magnus
í 1952, Gunnar í 1956, og Regin
í 1960.
Jenny og Eigil búðu við
Dalavegin til síðst í 80-unum,
tá tey fluttu niðan í Børku
gøtu. Miðskeiðis í 90-unum
gjørdist Jenny sjúk og doyði
í 1999, 74 ára gomul.
Hóast Eigil náddi høgan
aldur, dámdi honum væl at
koma út millum fólk. Hann
koyrdi bil, til fáar dagar
áðrenn hann andaðist, eins
og hann kom til ymisk tiltøk
og til møtir í Ebenezer og í
Lívdini. Honum dámdi eisini
væl at ganga túrar, serliga
á Skálatrøð og í Vágsbotni.
Ærað veri minnið um pápa
okkara Eigil Gunnarsson.
mg
Nøvn
Til minnis um Eigil Gunnarsson
Føðingar
15. desember fingu Terji Hjaltalin á Kamarinum &
Beinta Vasquez L-Rasmussen, Tórshavn, ein son.
Hann var 50 cm langur og vigaði 2980 gr.
14. desember fingu Marit Mortensen og Tórarin
Holm Petersen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 4065 gr.
11. desember fingu Anna Maria Árnafjall, Tórshavn,
og Poul Arni Jensen, Sandur, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3745 gr.
20. desember fingu Hanna Joensen og Jónsvein
Berg, Runavík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og
vigaði 3475 gr.
10. desember fingu Gerda og Brian Vágslíð, Skála, ein
son. Hann var 52 cm langur og vigaði 2940 gr.
21. desember fingu Sára Isfeldt, Tórshavn, og Áslakur
Nesá, Norðragøtu, búsitandi í Slagelse, ein son. Hann
vigaði 4540 gr og var 53 cm langur.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu, tá ið elskaða kona, mamma, dóttir,
vermamma og omma okkara
Jórun Arge
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Ein serstøk
tøkk til Berg Debes Joensen, prest, fyri góð og
troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, berarar,
sangarar og tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu
til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk til tykkum,
ið fylgdu Jórun til hennara seinasta hvíldarstað.
Gleðilig jól og gott nýggjár ynskja vit tykkum
øllum.
Heilsan
Jóhan, Erling, Páll, Petra, Ranvør, Tróndur,
Tóra, Birna og Bjarni
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
Fyri fyrstu ferð fara tey á
Hotel Føroyum at skipa fyri
nýggjárshaldi við nýggjárs
dansi alla náttina.
Tað verða Hallur Joensen
og Jákup Zachariasen og
fleiri, sum fara at spæla til
nýggjársdansin.
Sum vera man bjóðar
hotellið eisini gisting í sam
bandi við tiltakið, eins og til
ber at keypa allan pakkan, so
tú fært útsýni og fyrverkið
yvir havnina við einum ser
ligum nýggjársdøgurða á
matstovuni Koks.
Nýggjárshald á
Hotel Føroyum
Tey, sum ætla sær at
brenna nýggjársbál, mugu
enn sum áður biðja um
loyvi at brenna bál frá
avvarðandi kommunu.
Hetta
minnir
um
hvørvisstovan á – og hon
leggur dent á, at tað er
ikki loyvt at brenna nýggj
ársbál uttan við loyvi frá
kommununi.
Leivdir frá bálum skulu
takast upp beinanvegin
og latast til kommunalu
móttøkustøðina fyri burt
urkast.
– Um bál elva til ampa,
skal kommunustýrið geva
boð um at steðga bálinum
og at beina burturkasti
burtur á rættan hátt.
Tað er ikki eitthvørt,
sum kann tveitast á eitt
bál. Einans er loyvt at
brúka brenni, sum ikki
dálkar umhvørvið. Hetta
merkir millum annað, at
tað er ikki loyvt at brenna
burturkast, og at tað
einans er loyvt at brenna
óviðgjørdan við. Eisini er
loyvt at brenna pappír og
greinar.
Um bálið elvir til ampa,
hevur
kommunustýrið
ábyrgdina av, at bálið
verður sløkt og at leivd
irnar verða koyrdar á
kommunalu móttøkustøð-
ina fyri burturkast.
Eftirlit við
nýggjársbálum