Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Eini vónandi Gleðilig Jól fyri tey flestu eru júst farin framvið, og eitt nýtt ár stend­ur fyri durum. Hesa tíð­ina plaga vit at líta bæði aftur og framá, og tað fari eg hervið at gera. Eftir annað árið sum ÍSF-for­ seti vil eg nýta høvi at taka samanum hetta seinasta árið og meta um tær avbjóðingar, sum standa fyri framman. Umframt at vera kostár, hava góð úrslit á ítróttarliga økinum sett dám á 2011. Fyri at taka kostárið fyrst, so hevur ÍSF ígjøgnum ungdóms- og ítróttaráðgeva okkara havt ein virknan leiklut í hesum sambandi. Millum annað við at tilrættisleggja tilboð um at borðreiða við heilsugóðum mati til ítróttarfólk á stevnum og tiltøkum annars. Frammanundan vóru tvey rørsluár, har ÍSF somu­leið­ is hevði sín virkna leik­lut, og felagsskapurin fer fram­vegis at taka lut í og skipa fyri til­ tøkum, sum fáa flest møgu­lig út at røra seg og íðka ítrótt. Tað eru nógvir føroyingir, sum íðka ítrótt og røra seg uttan at vera limur í nøkrum felag. Sum ovasti myndugleiki í ítróttaheiminum eru vit eisini talsfólk fyri hesi fólkini og vilja tí stuðla og eggja øll­um at røra seg meira, so heilsu­støðan í Føroyum hækk­ar. 2011 hevur ikki bert ver­ ið kostár, men eisini oyggja­ leikaár. Í summar høvdu vit enn eitt talsterkt lið av ítrótt­ arfólkum, sum luttóku á leik­ unum á bretsku oynni Isle of Wight í Ermasundi. Oyggjaleikirnir eru tann mesta týðandi kappingin fyri breiddina av føroyskum ítrótti. Til oyggjaleikirnar í Álandi í 2009 komu vit heim aft­ur sum tann mest vinn­andi tjóð­in av øllum. Hetta var eitt satt bragd og sjálv­andi torført at liva upp til. Hóast ikki líka gott sum í 2009, so gjørdist úrslitið í ár eisini sera gott, tí vit komu heim við einum heið­urs­ merkja­tali, ið gav okkum eitt samlað 3. pláss. Fleiri ítróttaranlegg mangla Oyggjaleikirnir eru nú vorð­ nir so mikið stórir, at Føroyar ikki eru førar fyri at bjóða seg fram sum vertur fyri leikirnar, eins og vit gjørdu í 1989, ið var fyrsta og higartil einasta ferðin, vit hava havt leikirnar. Tá hugsað verður um, at vit vóru tann mest vinnandi tjóðin á leikunum í Álandi í 2009, og aftur í ár stóðu okk­um sera væl, er tað heldur ússa­ligt, at vit ikki kunnu bjóða okk­um fram at fáa leik­irnar hend­an­ vegin. Hetta er ein sannroynd, hóast vit leingi hava kent treyt­irnar fyri at hýsa oyggja­ leik­um. Vegna Ítrótta­sam­ band Føroya skal eg gera greitt, at størsta ynski okkara er at kunna verða vertur fyri oyggja­leikirnar í nærmastu fram­tíð. Men tað krevur, at politiska baklandið stuðlar og er til reiðar at hjálpa okkum við at skapa fortreytirnar fyri hesum. Ein avgerðandi treyt fyri at bjóða okkum fram er, at ávís ítróttaranlegg verða gjørd. Tey eru fyrst og fremst til golf, tennis, bogasktjóting og byrsu­skjóting. Somuleiðis skal ein loysn finnast á, hvussu vit kunnu hýsa øll­um teim­um 2.500 til 3.500 ítrótta­fólk­um, leiðarum, fjepparum og tíð­ indafólkum, sum koma til slík­ ar leikir. Framúrskarandi einstaklingur Hóast oyggjaleikirnir eru av størsta týdningi, so er tað ein ítróttargrein og ein ein­ stak­lingur, sum hevur skarað framúr seinnu árini. Ongan­ tíð áður hava Føroyar verið umboðaðar og vunnið á so høg­um støði, sum úr­mæl­ing- urin úr Vági, Pál Joensen, hev­ ur megnað. Umframt fleiri onnur góð úrslit í ár, so er tað serliga eitt úrslit, sum stendur eftir í 2011. Nevniliga landadysturin millum Evropa og USA, har Pál vann og setti nýtt norð­ urlendskt met á 800 metrum. Fantastiskt, mugu vit bara staðfesta. ÍSF roynir við serstøku játt­anini til úrvalsítróttafólk at geva Páli Joensen so góðar um­støður sum gjørligt, so fyrireikingarnar til tær stóru norðurlendsku, evropeisku og heimsmeistarakappingarnar verða best møguligar. Ein partur av játtanini fer eisini til at stimbra onnur evnarík føroysk ítróttafólk við at bjóða teimum skeið av ymsum slagi og eitt um­hvørvi, har tey verða eggjaði til at geva tað, sum skal til fyri at hava møguleika at koma eins langt og Pál Joen­sen longu er komin. Tann størsta avbjóðingin hjá føroyskari svimjing og ítrótti sum heild, eru olymp­ isku leikirnir í London í 2012. Tíverri er tað ikki enn eydn­ ast okkum at útvega ÍSF og Føroyum sjálvstøðugan lima­skap í altjóða olympisku nevnd­ini, og tí er ikki møgu­ leiki hjá føroyskum ítrótta­fólk­ um at luttaka sum før­oyingar í hesi heimsins størstu ítrótta­ kapping. ÍSF hevur tí gjørt eina samstarvsavtalu við donsku olympisku nevndina um, at Pál kann gerast ein partur av danska svimjiliðnum, sum fer til London, um hann annars megnar kravtíðirnar. Hóast hetta ikki er best møguligt fyri Pál Joensen og okkum sum ítróttartjóð, so hava vit kort­ini tryggjað okk­um, at hann kann luttaka sum før­oy­ ingur í danksa hóp­inum. Tað er hóast alt tað týdn­ingar­ mesta fyri hann sum íðkara, at hann sleppur við til OL, tá nú umstøðurnar eru, sum tær eru. Vit fara tó at halda áfram í strembanini eftir sjálv­ støðugum lima­skapi í IOC. Størri játtan krevst Sum hjá so nógvum øðrum, hevur játtanin til ÍSF seinnu árini staðið í stað og enntá verið skerd við 200.000 krón­ um í ár. Sæð í ljósinum av, at limatalið er vaksið, og kostn­ aðarstøðið hækkað, er hvør króna munandi minni verd, enn hon var fyri bert fáum fá­ um árum síðani. Tí er tað av alstórum týdn­ ingi, at ÍSF fær hækkaða játt­ an á fíggjarlógini fyri 2012 og árini framyvir. Ikki minst sæð í ljósinum av, at fíggj­ artørvurin er vaksin, meðan okkara spon­sor­fíggjaða virk­ semi er mink­andi. Tað er tí sera týdn­ingarmikið, at Løg­ tingið sær við vælvild upp á eina hækking av játt­an­ini. Ein bati var tað tó, at lóg­in um mvg-afturbering í sam­ bandi við bygging av verk­løg­ um kom, men hetta er ikki nóg mikið. Meirvirðisgjaldið er sera tyngjandi fyri lokalfeløgini og sersambondini, ið gjalda MVG av flestu útreiðslum. Til dømis av olju, el, útgerð, vinningi í sambandi við bingo, lýsingum, ítróttarklæðum, út­ gerð og øðrum. ÍSF vónar, at Løgtingið fær samtykt eina broyting í mvg- lógini, so vit fáa eina skipan, ið eitt nú tann í Noregi, har norsk ítróttafeløg fáa endurrindað goldið mvg. Komandi oyggjaleikirnir á Bermuda vera ógvuliga kostnaðartungir. Fyri at kunna vísa flaggið har yviri og ikki minst vísa, at vit meina nakað við at bjóða okk­um fram sum vertir fyri leik­unum, er játtan á løg­tings­fíggj­ar­lógini ein sjálv­søgd fyritreyt. Tí áttu vit longu nú frá almennari síðu at sett pening av til at fyrireika vertskapin, tí tað fer sjálvandi at kosta nakrar milliónir krónur at fyri­ reika og skipa fyri leik­in­um. Vert er at leggja okkum í geyma, at bæði landskassin, handilslív og annað sjálvandi fíggjarliga fær fitt burtur úr leik­unum í og við, at nógvir gestir koma hendanvegin og leggja pening eftir seg. Hetta er so­statt ikki nøkur út­reiðsla fyri sam­felagið. Held­ur tvørt­ ur­ímóti. Betri stuðul til úrvalsítrótt Skulu vit gera okkum vón­ir um at síggjast enn meira aft­ ur á altjóða ítrótta­pall­in­um í framtíðini, mugu vit bakka upp tey ítróttafólk, ið hava evni, vilja og velja ítrótta­ leiðina. Hetta kann røkkast við at gera eina skip­an, ið hevur til enda­máls at menna føroyska úrvals­ítrótt á virðiligan hátt. Tí er neyðugt við hægri játtan enn tær 600.000 krón­ urnar, sum vit hava fingið seinastu árini. Hendan upp­ hæddin røkkur nærum bert til ein persón, nevniliga til fyrireikingarnar hjá Páli Joen­ sen undan OL í London kom­ andi summar. Vit søkja tí til hetta enda­ málið um eina serstaka játt­ an á 2,5 mió. krónur á løg­ tingsfíggjarlógini fyri 2012 og árini frameftir. Mín vón er, at eitt nú ferða­ vinnan av álvara fær eyguni upp fyri týdninginum, sum ítróttin hevur fyri hesa so týðandi vinnu fyri okk­ara land. Um vit fingu oyggja­ leik­irnar hendanvegin, kundi tað givið ferðavinnuni eitt til­trongt skump fram á leið. Hartil eru nógvir møgu­leikar at menna hesa vinn­una í tøtt­ um samstarvi við føroyskt ítróttalív. Okkara ítróttafólk eru jú fyrimyndarlig umboð fyri Føroyar, tá tey eru úti. Tað er almenn vitan, hvussu nógva umrøðu eitt nú fótbólts­lands­ liðið hevur givið Føroyum, og sama er galdandi fyri onnur lið og einstaklingar. Ein miðvís útbygging av føroyskum ítróttaanleggum kundi eisini verið eitt gott og lønandi íkast til føroyska ferða­vinnu, og her hugsi eg ser­liga um golfbreyt og fleiri møguleikum fyri bólts­pæli innandura. Eisini um vet­urin. Betri tilboð til venjaraútbúgvingar Vit eiga alla tíðina at stremba eftir at betra um viðurskiftini hjá okkara ítróttafólkum. Tí fegnist eg eisini um, at rætti­ lig gongd aftur er komin á arbeiðið við at útbúgva venj­ arar og leiðarar Venjaraútbúgvingin er ætl­ að teimum, sum ynskja at før­ leikamenna seg sum venj­arar. Hetta kunnu vera íðkandi, virkandi venjarar, hjálpar­fólk ella foreldur, ið ynskja at økja sær um venj­ara­kunnleikan. Málið hjá ÍSF við at bjóða felags ítróttaástøðiliga út­ búgving er, at sersambondini við hesum hava møguleika fyri at bjóða limunum á skeið. Málið er somuleiðis at lætta um hjá sersambondunum, soleiðis at tey kunnu nýta sína orku til at skipa fyri skei­ðum um teknikk og ann­að, sum er serligt fyri teirra ítróttagrein. Í størri høpi er málsetn­ ing­urin at útbúgva venjarar og harvið at tryggja dygd­ina á tilboðunum, sum ser­sam­ bondini bjóða sínum íðk­ar­um. Í framtíðini er ynski­ligt við fleiri góðum og hugkveikjandi venjarum. ÍSF hevur eisini ætlanir um at skipa fyri skeiðum fyri leiðarar, ið standa á odda fyri feløgunum. Her verð­ ur hugsað um, hvussu feløg verða skipaði og rikin, um upp­seting av roknskapi, og hvat lóggávan sigur um mvg, skatt, ferðaendurgjald og tí­ líkt. Mín vón er, at hesi skeið eisini kunnu byrja í kom­andi árinum. At enda fari eg vegna Ítrótta­samband Føroya at bera eina heilsan til øll tykk­um, ið stuðla og verja um føroyska ítrótt. Fyrst og fremst íðkarar, venjarar og leiðarar, men eisini til øll tykkum onnur, sum sjálv­boðin gera tað møguligt at reka ítróttafeløgini. Eg vil eisini bera eina heils­ an til myndugleikarnar, sum eru við til at stuðla ítróttini. Uttan henda stuðulin, bæði pen­ingaligan og moralsk­an, sum ítróttafeløg, einstak­lingar og lið fáa frá lands- og kommu­ nalum myndug­leik­um, hevði verið fátæksligt í Føroyum. Somuleiðis fari eg at takka øllum teimum fyritøkunum, sum veita føroyskari ítrótt, fe­løgum og einstaklingum, dygg­an og alneyðugan stuðul. Uttan hesar veitingar, hevði arbeiði okkara verið nærum ómøgu­ligt. Í løtuni eru 115 ítróttafeløg skrásett undir teimum 16 ser­ sambondunum undir ÍSF, og vit hava í dag eini 12.000 limir, har av tey flestu eru íðkandi. Harvið er ÍSF nógv tann størsti felagsskapur í landinum. Nýggjársheilsa frá Ítróttasambandi Føroya Petur Elias Petersen ÍSF-forseti Vegna ÍSF ynskja eg øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár