Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 2 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2012 verður vónandi seinasta árið við hasum forkolaða degnum, mán­ aðinum, tímanum, minuttinum og forbrenda sekundinum. 12.12.12 klokkan 12:12:12 taka øll eina mynd, gifta seg, skriva dagbók, leggja alt út á feysbukkuna, gera alt í kór, synkroniserað, júst sum hóppsykosan krevur av okkum. Uttan at hugsa sjálvandi. Tað er sum oftast forboðið, tá øll skulu vera við, og tað loysir seg sjáldan heldur, at hugsa. 12.desember 2012 er ein miku­ dagur. Hví ikki leygardagur? Fólk eru ikki í tí rætta lagnum og hava ikki stundir til at gifta seg ein keðiligan myrkan mikudag, enntá í døgurðatímanum. Tá er eisini alt ov hált at ganga til altars. Tíverri, eg fái ikki komið til døgurða í dag, tí eg skal giftast. Tíbetur er trettandi mánaðin ikki til í okkara álmanakka. So 2012 er seinasti kjansur í okk­ara tíð. Latið hann ikki fara afturvið óbrúktan. Tað fer hann ikki. Rullandi kavabólturin verður øgiliga stórur 12.12.12. Tey, sum ikki taka av hesum rimmar tilboði, verða sum maðurin, sum ikki fór til túsundárahaldið í Íslandi í 1930, hóast honum stóð tað í boði. Tá tey, sum fóru, komu heim aft­ ur, søgdu tey frá einari ógloymandi ferð. Alt var so gott, so gott í Íslandi, ikki minst blíðskapurin, nógvur Svartideyði og hákarl og reyp. Tramans, segði hann, sum var eftir í Føroyum. Men eitt veit eg, segði hann, til næsta túsundára­ haldið fari eg, tað er so vist og sannheit. 2012 hóttir við øllum illum, stætt­ar­muni, lønarlækking, uttan hjá teimum, sum tola, at lønin lækk­ar. Skattalættin hjá okkum á gólvinum, ikki tí bonaða ella dúrkinum, er langt síðani horvin, Heilsutrygd, ALS, SEV og skattaða eftirlønin fóru við honum, áðrenn vit nakrantíð fingu hann ella sóu hann. Ein amerikanskur vrestlari kallar seg Triple H. Vit hava BAD H. Er nakað at gleða seg til í 2012, annað enn at árstalið endar við sama tali sum tað byrjar. Tað hendir tíggjunda hvørt ár. Árið er skotár, so veturin verður ein dag longri. Nú fer so eitt ár afturat í søguna. Eitt ár livir bara eitt ár. Tað er ein ársfluga. Tað hevur bara ein føðingardag, 1.januar og tað doyr 31. desember, ársgamalt. Og nú gráta børnini. Sjálvandi spell, um árið er gott. Men fínasta slag, um árið er eitt lorta ár, og tað eru tey flestu árini so ella so. Árið verður ikki jarðað, ikki grivið. Tað verður brent. Tann møgu­leikan hava vit onnur deyð­ iligu ikki her í Føroyum. Tað er ógudiligt sum so nógv annað. Vit eru komin av mold, ikki av øsku. Árið verður ikki bara brent. Tað verður eisini skotið niður sum um tað viltist inn í ein amerikanskan skúla. Nú gráta øll. Brent og skotið og eitt ordans ervi eisini. Árið eigur ongan góðan sum so. Sama, hvussu tað er og var, tað verður fyribeint og burturbeint 31.desember. Tá skal nýtt ár framat, sama um tað verður nógv verri enn árið, sum er og fer. Tíverri er eitt feitt ár líka stutt sum eitt rakár er langt. Her er einki við at koma ov seint. Tað einasta, sum byrjar stundisliga í Føroyum, er nýggja árið. Um nakrar milliónir ár fer sólin at kola jørðina upp, 20 minuttir seinkað í Føroyum. Kanska verður teimingin so góð, at tað verður nýggjárs­aftan, eitt rimmar brak, tað allarseinasta. Tá ræður um ikki at senda avboð. Men tað verður ikki næsta ár. Vit taka eitt ár í senn. Vit vilja ikki hava skotið í skógv­ arnar, at vit ganga í ov smáum skóm, tá ikki er gangandi. Vit herja á eitt nýtt ár og seta okkara álit á Várharra og Jørgen Niclasen. Kristindómur og demo­ krati omaná, so stendur bara væl til. Veðurgudarnir eru avgudar, sum áttu at verið forbodnir her í okkara kristna samfelagi. Vit tola ikki kollveltingar, ódn og regn í dag, ódn og kavi í morgin. Eg fann fyri tveimum vikum síð­ani mítt nýggjársynski: at tað verður gangandi aftur í Havn, ikki fyri jólatrøum, men fyri hálku, har sum vit, sum ikki rinda kommunu­ skatt, ferðast. Men hvat er tað allar ringasta við at búgva í Føroyum? Eingin dugur klokkuna. Nær er nýggjár? Klokkan 00:00 ella klokkan 24:00. Ella sum kunngerðin á sinni: dansur verður í Villiniborg í kvøld kl.24.30. Vit hava nú lagt enn eitt kalendaraár aftur um okkum. Fyri framman stendur ársskiftið, tá við feiðra gamla árið og bjóða tí nýggja vælkomið. Fyri nógv av okkum kemur ársskiftið óvæntað – ella í øllum førum knappliga. Tíðin flýgur avstað, og uttan at vit veruliga varnasta tað leggja vit 365 dagar afturat aftur um okkum. Kanska leggur tíðin ikki upp til, at vit seta ferðina niður og njóta løturn og dagar, og kanska gera vit tað ov sjáldan. Men hinvegin eru vit helst eisini eitt sindur prísgivin í einum modernaðum samfelag, har alt skal ganga skjótt fyri seg – helst allatíðina. 2011 bjóðaði okkum eitt sindur av hvørjum. Búskapurin hjá okkum og í útheiminum hevur tað framvegis ikki betur enn næstbest, og tað merkir arbeiðsloysi, færri pengar í umfari, og fólk, sum hava tað tungt fíggjarliga. Tað merkist eisini í almenna búskapinum, at framgongdin nógvastaðni er vend til afturgongd, og almenni búskapurin hevur sett sær fyri at gera stórar sparingar komandi árini. Tað fer eisini at merkjast í samfelagnum. Millum hendingarnar, sum hava sett dám á árið, eru onkrar lagnutungar hendingar. Skjótingin á Utøya í Noregi kendist so nær, at mong mugu hava kenna hana sum okkara egnu - og slíkar ræðuleikar ber ikki til at skilja. Her heima hendi eisini mangt og hvat. Val vóru til bæði løgtingið og fólkatingið, og vit fingu nýtt landsstýrið, sum hevur sett sær fyri at stýra Føroyum komandi árini. Ein hending í Eysturoynni, har ein maður hvarv og ikki er funnin aftur enn, setti eisini døpur spor í samfelagnum. Aðrar størri og smærri hendingar myndaðu eisini okkara 2011 – vit upplivdu farmgongd og gleði, men eisini bakkkast og sorg. Hjá fjølmiðlunum hava tað aftur í 2010 verið nógvar hendingar at fylgja við í. Summar søgur seta veruligan dám á flest allar fjølmiðlarnar í longri tíð, meðan aðrar søgur koma og fara við størri ferð. Internetið hevur gjørt, at tíðindi ferðast skjótari enn áður, og tað hevur givið prentaðu bløðunum ein annan leiklut, enn tey høvdu fyri bara 10 árum síðani. Sosialurin hevur í 2011 roynt at givið sínum lesarum eina fjølbroytta mynd av tí, sum fyriferst í føroyska samfelagnum. Sosialurin er partur av samtakinum, sum eisini umfatar tíðindapartin á Portalinum, Rás2 og Miðlahúsið. Hetta gevur møgu­ leikar at framleiða ymiskt tilfar til ymiskar miðlar og brúka tær styrkir, sum teir ymsu miðlarnir hava. Í hesum serblaði – tí seinasta í hesum árinum – varpa vit ljós á nakað av tí, sum Sosialurin hevur latið sínum lesarum í ár. Hetta er á ongan hátt ein full­ fíggjað mynd av árinum, ið fór, men nakrar úrvaldar greinar, sum hava verið í Sosialinum farna árið. Endabrestur klokkan 24.20 Har fór 2011 Vit takka við hesum fyri 2011 og ynskja øllum eitt gott 2012! 2011 umaftur við Høgna Djurhuus