fríggjadagur 30. desember 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2011
Tað tænir ongum endamáli at
vera forelskað í valdinum. Eingin
kann siga, um eg havi sama
vald í morgin. Eg veit, at eg skal
geva valdið víðari einaferð.
Annika Olsen, landsstýriskvinna
Tað er ein misskiljing, at fittleiki,
tøgn og undirlegni byggja land,
og føroyingar eiga at gera upp
við ta primitivu partapolitisku
fjepparamentanina
Uni Arge, journalistur
Í 1994 flutti Jens Hendrik Djurhuus
til Danmarkar við familjuni. Krepp
an fekk nógv húski at pakka saman,
og familjan Djurhuus var millum
teirra, sum stungu í sekkin og fluttu
av landinum.
Tey kendu ongan, tá tey komu
niður, og tí mátti tann tá 13 ára
gamli Jens Hendrik finna sær ein
nýggjan vinarskara.
– Eftir at hava búð í Danmark
í umleið eitt ár, kom eg at kenna
ein drong, sum var muslimur. Eg
var heima hjá teimum, og eg var
rættiliga yvirraskaður av tí, eg upp
livdi har.
– Har vóru myndir av Mekka
á vegginum, og mamman lá á ein
um teppi og bað. Eg var ungur og
forvitin, og eg byrjaði at spyrja tey
um, hvat hetta var fyri nakað. Tey
svaraðu mínum spurningum, og
soleiðis byrjaði eg at fáa áhuga fyri
islam.
Islam var rætta trúgvin
Omar, sum Jens Hendrik nú kallar
seg, greiðir frá, at religiónin altíð
hevur verið ein partur av honum.
– Abbi mín á Húsum var deknur,
og tá eg var har og ferðaðist, læs
omma bíbilsøgur fyri mær, og eg
var við abba í kirkju. So hetta við
trúgv og religiøsum søgum var ikki
fjart fyri mær, greiðir hann frá.
Í fyrstuni lá ikki meiri í tí enn
reint forvitni. Men sum hann
gjørdist eldri, fór hann at lesa meiri
um Islam.
– Eg studeraði tað væl og setti
meg inn í tingini. Eg fór at saman
bera Bíbliuna og Koranina, eg læs
eina rúgvu av bókmentum um
evnið, og eg granskaði søguna.
Eftir at hava sett seg væl inn í
tingini og lisið stakkavís av bókum,
kom Jens Hendrik til ta niðurstøðu,
at Islam var rætta trúgvin fyri
hann.
Tað var ringt fyri tey, hann kendi,
tá hann brádliga segði teimum, at
hann nú var vorðin muslimur.
– Serliga fyri familjuna, sum
einki ánaði um mín vaksandi áhuga
fyri religiónini, var tað torført. Tey
vóru øgiliga yvirraskað og reager
aðu rættiliga harðliga, tí tey vistu
einki um mín áhuga.
– Eg haldi, at tað, sum eisini
gjørdi tað so ringt, var, at tey einki
kendu til islam. Tað, sum fólk vita,
stavar í stóran mun úr donsku miðl
unum, og tað er ikki tann vakrasta
myndin, ið verður málað har.
Fordómar
Tað kemur meiri enn so fyri, at
Omar merkir fordómarnar móti
Islam.
– Tá eg hitti nýggj fólk, kunnu
vit gott fella í gott prát, men tá tey
spyrja meg, hvussu eg eiti, og eg so
svari, at eg eiti Omar, so taka tey seg
eitt sindur aftur.
– Summi spyrja, um eg eri mus
limur ella hvat, og tá eg svari ja, so
er tað ofta týðiligt, at myndin, tey
hava av mær, broytist.
Omar heldur, at islam verður sett
í samband við myrka húð og brún
eygu, og danir hava ótrúliga ilt við,
at fólk, sum eru ljós í húðini og hava
ljós eygu, siga seg vera muslimar.
Føroyar ósjónligar
í Danmark
Politiski viðmerkjarin Hans Engell heldur,
at Føroyar eru blivnar meira og meira
ósjónligar í donskum politikki.
– Tað er løgið, at Føroyar hava so
lítlan áhuga í donskum politikki, tá sjálv
ur forsætisráðharrin hevur føroyska konu
og kennir Føroyar betur enn nakar av
undanmonnunum.
– Eg møtti einum ráðharra nú ein dagin,
sum ikki ein gong visti, hvussu løgmaður í
Føroyum eitur, sigur Hans Engell.
TF Holding keypti Eik
TF Holding hevur keypt meirilutan av koll
siglda Eik Banka. Fyribils avtala er undir
skrivað, og sambært henni skal TF Holding
yvirtaka Eik Banka 1. februar. Keyps
prísurin er 450 milliónir krónur umframt
hundrað milliónur krónur um bankin fer
at geva eitt serliga gott úrslit. TF Holding
keypir í fyrsta lagi 70% av bankanum við
forkeypsrætti til eftirverandi 30%.
Jørgen gevst
Fólkaflokkurin ger eina innanhýsis roker
ing, sum hevur við sær at Jørgen Niclasen
gevst sum landsstýrismaður í uttan
ríkismálum. Sambært Jørgeni Niclasen
passar tað illa saman at verða formaður
í Fólkaflokkinum og samstundis ferðast
nógv sum landsstýrismaður í uttanríkis
málum.
– Hetta vil eg fegin bøta um nú, og
næstu tíðina vil eg brúka upp á at um
leggja leiðsluuppgávurnar, so tað verður
lættari at leiða flokkin – eisini um eg eina
ferð skuldi farið aftur í landsstýrið, sigur
Jørgen Niclasen.
Skúma róman
Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum gløddi við, tá ið hann sá seinastu
rokningina frá semingsmonnunum Terja Sigurðsson og Hákuni Steingrimsson. Rokningin var
fyri semingina millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og
tey fimm stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hinumegin. Rokningin frá hvørjum
teirra var 109.125 krónur til arbeiðsgevarasíðuna, samanlagt 218.250 krónur. Rokningin til
feløgini var líka stór. Tað vil aftur siga, at semingsmenninir báðir fingu 436.500 krónur. Terji
Sigurðsson, semingsmaður vil ikki gera nakra viðmerking til upphæddirnar á rokningunum
og til tímalønina. Tað viðkemur ikki øðrum enn pørtunum, sum samráðast, sigur hann.
Abbi hansara var
deknur á Húsum.
Omma hansara
plagdi at lesa
bíblusøgur fyri
honum. Og hann
gekk javnan í kirkju.
Men nú er tann
kristni Jens Hendrik
Djurhuus blivin til
muslimin Omar
Djurhuus. Les søguna
hjá honum her
Frá forvitni til islam
Omar Djurhuus er giftur Jasmin
El’ Mansuri úr Jordan
Mynd: Ólavur J. Hansen
januar