fríggjadagur 30. desember 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
4
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2011
februar
Skalt tú fáa fasta almenna løn
fyri tína yrkislist, so skalt tú eisini
framleiða. Megnar tú ikki tað, so mást
tú finna tær okkurt annað at gera.
Carl Johan Jensen, rithøvundur
Ein lærari, sum
dugir alt, verður ikki
útbúgvin longur
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í mentamálum
Tey hava nevniliga havt nógv odds
ímóti sær. Aldursmunurin er 20 ár.
Tey koma úr fullkomiliga ymiskum
umhvørvi, og sum persónstýpur
eru tey eisini totalir mótsetningar.
Men tá ið tey fyri fimm árum síðani
hittust fyri fyrstu ferð hendi nakað,
sum tey ikki fingu lagt lok á.
Tey vórðu drigin at hvørjum
øðrum.
Rakul Fríðtórsdóttir Debes var 19
ára gomul og gekk á studendaskúla.
Johan í Kollafirði vigaði 110 kilo, tók
11 ymisk sløg av heiligvági og var
bæði strævin og provokerandi.
Men tey funnu saman, og hóast
tey – og serliga hon – hava fingið
óteljandi viðmerkingar um for
holdið – at tað ikki fór at halda, at
tað ikki bar til – so hava tey hildið
saman í fimm ár, og farna viku
skiftið giftust tey í Havn.
– Eg eri so góður við Rakul, at eg
hevði gift meg við henni, um hon
so var ein drongur. Tí eri eg ofta
glaður um, at hon er ein sovorðin
ung steik, segði Johan í Kollafirði í
brúdleypinum.
– Vit rigga øgiliga væl saman.
Eg fái nógv hugskot og tveiti
nógvar bóltar upp í luftina, og
so minnir hon meg á alt aftur.
Sendir mær eini sms-boð og sigur:
»Minst til, at tú skalt uppfinna eina
evigheitsmaskinu áðrenn døgurða
í dag«. Tað er smart, tí eg plagi at
gloyma øll míni hugskot.
Fólk ávaraðu Rakul
Rakul Dalsgaard, sum hon nú eitur,
er 24 ára gomul. Hon er av Argjum
og er í holt við seinasta árið av
lesnaðinum til pedagog. Fyri fimm
árum síðani hitti hon fyrstu ferð
Johan í Kollafirði.
– Eg fylgdist við eini vinkonu, og
vit fóru ein túr í Mimir í Havn. Johan
var har, men eg kendi hann ikki tá.
Vinkonan hjá mær kendi hann, og
tí prátaðu vit við hann. Hann var
rættiliga droyur og provokerandi í
fyrstuni, men vit komu at kennast
eftir tað. Eg fann skjótt út av, at
hann dugdi væl at greina og tulka,
og tá ið eg fekk onkra yrking hjá
Kára P at tulka í skúlanum, bað eg
hann hjálpa mær, og soleiðis komu
vit at kennast betur og funnu sam
an, greiðir Rakul frá.
Men tað var ikki júst upplagda
parið, sum hevði funnið saman.
– Tá vit nú hyggja eftir onkrum
myndum frá fyrstu tíðini saman,
hugsi eg onkuntíð um, hvat tað
var, sum hendi. Tá eg møtti Johan,
tók hann 11 sløg av heiligvági fyri
angist, depressión og aðrar sjúkur,
drakk illa og var provokerandi. Eg
skilji ikki ordiliga, hvat tað var, sum
hendi.
Gulløl við á møti
Fyrstu tíðina, tá ið Johan og Rakul
gingu saman, drakk Johan illa,
og tað var eitt stríð hjá honum at
leggja av. Stundum vóru framstig,
men so datt hann út í aftur. Men so
hendi tað, sum broytti hann full
komiliga.
– Johan ringdi til mín eitt kvøldið
og segði, at nakað heilt serligt var
hent. Hann var bæði bangin og
glaður, tí hann føldi á sær, at hann
var givin at drekka. Hann kallar tað
»tað bláa ljósið«, sum fekk hann at
leggja av. Tað hendi simpelten frá
einari løtu til aðra, og síðani hevur
hann ikki drukkið. Eg hevði ikki
klárað at fingið hann at lagt av,
og hann hevði neyvan klárað tað
sjálvur, men tað hendi eitt undur,
sigur Rakul.
Rakul og Johan Dalsgaard skulu
búgva í Fámará í Suðuroy, har tey
gera avbyrgdu húsini í stand.
Filma miðbýin
Tað hevði uttan iva havt eina fyribyrgjandi
effekt at sett vakmyndatól upp á ávísum
støðum í miðbýnum. Tað heldur borgar
stjórin í Havn, Heðin Mortensen.
– Vit høvdu ógvuliga nógv herverk fyri
tíð síðani, tá alt, sum varð platnað, bleiv
slitið upp. Eisini tá jólabýurin stóð uppi,
var nógv herverk framt á hann, og í slíkum
støðum hevði verið gott, um vakmyndatól
stóðu uppi, sigur Heðin Mortensen.
– Vakmyndatól høvdu verið ein stór
hjálp í sambandi við tann harðskapin, sum
gongur fyri seg um vikuskiftini. Og aftur
her kundi vakmyndatól virka fyribyrgjandi,
tá fólk vita, at tey verða eygleidd, sigur
borgarstjórin.
Bót fyri at klandrast
um dóttur
Tað kostaði trimun fólkum bót, at tey ikki
dugdu at tosa fólkaliga saman um eitt lítið
barn, men ístaðin fóru at skeldast. Talan
var um eitt par, sum var farið frá hvørjum
øðrum. Dótturin var hjá pápanum, men
skuldi heim til mammuna, sum nú var
forlovað við øðrum manni um kvøldið.
Dóttirin hevði fingið hol í oyruni, og tað
skapti ógvusligt kjak, sum endaði við, at
pápin fór eftir byrsu, men hann segði, at
hon var ikki lødd. Rætturin dømdi pápan
10 dagbøtur upp á 200 krónur fyri at loypt
alvorligan ótta á mamuna og nýggja mann
hennara, men tey bæði fingu so afturfyri
fimm dagbøtur í part upp á 200 krónur fyri
at hava trokað seg inn á pápan.
Politistar trívast verri
Á hvørjum ár verður gjørd ein trivnaðar
kanning í politinum í ríkinum. Kanningin
verður gjørd øki fyri øki. Í flestu økjum
stendur betur og betur til hvørt ár við
trivnaðinum, men í einum øki gongur
afturá, og tað er í Føroyum. Á einum øki
stendur sambart kanningini serliga illa
til á, og tað er viðvíkjandi samstarvi og
samskifti. Sambært keldum hjá Sosialinum
eru tvær orsøkir til vánaliga trivnaðin.
Onnur er bygnaðarbroytingarnar, sum
hava ørkymlað starvsfólkini. Hin er av
leiðingarnar av, at politistøðin í Havn er
stongd vegna sopp. Soppurin hevur havt
við sær, at deildirnar hava verið noyddar at
flyta í fleiri ymisk høli í landinum.
Hon var ein ung, fitt
genta, sum gekk á
studentaskúla. Hann
var ein yvirvektigur,
fullur maður,
sum tók nógvan
heiligvág. Men tá
tey hittust, hendi
nakað óskiljandi
millum tey. Fimm
ár seinni eru tey
nýgift og lukkulig.
Rakul hevur fingið
sín Johan í Kollafirði
Rakul fekk sín Johan
Rakul og Johan funnu hvønn annan og hava tað gott saman
Yngsta fólk í Svínoy
»Altso, heilt erliga, Sólvá: Blívur tú ikki snedig av at búgva einsamøll
harúti í Svínoy?«. Henda spurningin hevur 24 ára gamla Sólvá
Eyðunsdóttir Jacobsen mangan hoyrt. Tá hon enn einaferð fekk henda
spurningin settan av Oyggjablaðnum, fall svarið beinanvegin:
– Eg eri kanska eitt spesiell, av tí at eg framvegis búgvi herúti. Men snedig,
nei, tað eri eg ikki, tí eingin noyðir meg til tað. Eg búgvi her í Svínoy av
fríum vilja, og eg eri ikki flov av at siga, at eg eri svínoyingur, sigur hon.
Nú hon er farin um tey 24 árini, er Sólvá yngsta fólkið á oynni.