fríggjadagur 30. desember 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2011
mars
Hesi orðini eigur 27 ára gamla
Beinta Jacobsen, sum flest okkara
kenna sum Victoria Wild.
– Egveit ikki, hvar eg skal byrja.
Alt mítt lív hevur verið torturur.
Hesi vóru fyrstu orðini hjá vøkru
Beintu Jacobsen, tá vit hittust til
eitt prát á einari hugnaligari kafe í
hjartanum av Keypmannahavn.
Vit hava øll sæð og hoyrt nógv
til stripparan Victoriu Wild, og
stundum hava vit sæð bitar av
særdu Beintu Jacobsen, sum er
fødd og uppvaksin í Føroyum.
– Victoria Wild hevur altíð verið
til. Hon kom fram, tá eg hevði
mest tørv á henni, sigur Beinta
Jacobsen.
Størsta partin av hennara lívi
hevur Beinta Jacobsen livað eitt
dupult lív. Særda og myrka lívið
sum Beinta Jacobsen og villa og fría
lívið sum Victoria Wild.
Viljasterk sum fá
Í dag livur Beinta eitt so normalt
lív, sum til ber. Men Victoria Wild
sleppur at liva, sum henni lystir.
– Eg elski fantasiheimin hjá
Victoriu Wild. Eg veit væl, at míni
mørk ikki eru sum hjá øðrum, og
tað er eisini tí, eg eri strippari. Men
eg elski tað, staðfestir Beinta.
Beinta lesur til marknaðarfør
ingsøkonom og er frammanundan
útbúgvin hjá Matas.
– Beinta livur eitt róligt og
friðarligt lív, men Victoria kemur
fram um vikuskiftini, sigur Beinta
smílandi.
Síðani nógv umrødda sendingin
um Victoriu Wild varð víst í KVF,
hava nógvar ungar gentur vent sær
til Beintu við vón um góð ráð.
– Tað eru so nógvar kvinnur,
sum hava tað sum eg, og liva við
somu trupulleikum. Míni ráð til
tær kvinnurnar er at melda brots
mannin sum skjótast fyri at steðga
slíkum og lær teg eitt sindur um
sálarfrøði, so tú kanst handfara
tínar trupulleikar. Soleiðis eri eg
komin víðari, sigur Beinta.
– Hevur tú havt ein ringan barn
dóm, so er mítt besta ráð, at tú leitar
tær hjálp frá einum sálarfrøðingi.
Tað hjálpir, sigur Beinta Jacobsen.
Aksel vil verða
løgmaður
– Nú havi eg bjóðað meg fram og tað
merkir, at eg eri til reiðar at fara allan
vegin.
Tað staðfesti nývaldi formaður Javn
aðarfloksins, Aksel V. Johannesen. Á eyka
andsfundi í Javnaðarflokkinum varð hann
valdur til nýggjan formann við stórum
meiriluta, eftir at Jóannes Eidesgaard
hevur gjørt av at takka fyri seg.
Men nú er Aksel V. Johannesen ikki
bara formaður í Javnaðarflokkinum. Hann
er eisini valevni floksins til ein nýggjan
løgmann, skuldi flokkurin komið í eina
samgongu.
– Sjálvandi eri eg til reiðar at verða
løgmaður. Eg havi bjóðað meg fram at
verða formaður floksins og í tí liggur, at
eg eisini eri løgmansevni floksins og tað
eri eg fullgreiður yvir, sigur hann.
Nógvir eydnubollar
2500 føroyingar taka regluliga heilivág
móti tunglyndi. Tað er trífalt so nógv sum
fyri tíggju árum síðani, vísa tøl frá Lands
apotekaranum. Orsøkirnar kunnu vera
fleiri, metir Eyðun Joensen.
– Varandi strongd er vorðin ein nýggj
fólkasjúka, og okkurt bendir á, at eitt ávíst
samband er millum strongd og tunglyndi.
Tað er jú ótolandi at vera varandi
strongdur, sigur hann.
Osmund úr Tavuni
Nú tað frættist, at Norðoya Íløgufelag
hevur keypt ísfiskatrolararnar, Polarhav
og Stjørnuna og 25% av Tavuni í Leirvík,
er tað parturin hjá Osmundi Justinussen og
øðrum, sum er seldur.
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í
Tavuni, sigur, at sølan av skipum og virki
er hend knappliga.
– Jú, hetta er hent rættiliga knappliga,
men vit vóna, at alt verður, sum tað var.
Vit hava skilt, at Polarhav og Stjørnan
framvegis fara at fiska gulllaks í vertíðini,
og vit vóna eisini, at áhugamálini hjá
teimum, sum nú koma at taka partin hjá
Osmundi og øðrum, hava somu áhugamál
við virkseminum, sum vit hava havt, sigur
hann.
Hægsta tilboð 14 milliónir
Tað gevur umtalu og góð tilboð at verða við í Fólksins Rødd hjá Sjón
varpinum. Bragdliga bóndakonan úr Sumba er væl skorin fyri tungu
bandið, og tað fingu fólk at hoyra í Rás2 sendingini Hvonn Live.
– Eg fái eisini nógv tilboð frá mannfólki. Summir bjóða sær at venja hundin, aðrir
bjóða sær at passa seyðin og uppaftur aðrir siga, hvussu nógvar milliónir teir eiga.
Allar hesar milliónirnar høvdu komið væl við í Suðuroynni, segði Arnfríð Hentze.
Hægsta tilboðið higartil er 14 milliónir krónur, men hon tekur ikki
av. Hon sigur seg hava tað best millum seyðin í Sumba.
– Eg vil ikki liva. Eg hugsi um at gera
sjálvmorð hvønn dag. Og eg eri ørg
inná øll tey, sum sótu á síðulinjuni og
eygleiddu meg, men ongantíð hjálptu
mær. Eingin vildi traðka til, sjálvt
um tey vistu hvussu mítt lív var
Hugsi hvønn dag
um sjálvmorð
– Eg elski fantasiheimin hjá Victoriu Wild. Eg veit væl, at
míni mørk ikki eru sum hjá øðrum, og tað er eisini tí, eg eri
strippari. Men eg elski tað, staðfestir Beinta Jacobsen
Mynd: Ólavur J. Hansen
Eingin meining sleppur fram í miðlunum
uttan at hon skal sáldast og sílast.
Úrslitið er ein politisk viðmerking, sum
ongar tenn hevur eftir í heysinum.
Óli Breckmann, politikari
Anders Fogh Rasmussen er
uttan samanbering rotnasti
persónurin, sum eg havi hitt.
So hálur, at eg undraðist.
Jónheðin Herason Tróndheim