fríggjadagur 30. desember 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
6
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2011
apríl
Eg havi ikki sæð eina sannførandi ætlan
fyri virksemið, sum ger tað sannlíkt, at
Saltsiloin á Drelnesi verður annað enn
tómleikans tempul – mentanarliga sæð.
Mikkjal Helmsdal
Um vit øll gera tað,
sum vit brenna
fyri, so vil heimurin
doyggja í flammum.
Petur Pólson, tónleikari
– Sumt, sum tú kanst keypa, er
ikki egnað sum mannaføði, og tað
átti ikki at verið loyvt at selt tað.
Tað sigur Magni Mohr, ítróttar
granskari.
Hann veit nógv um rørslu og
kost. Kanska meiri enn nakar annar
her á landi, og hann er eisini eftir
spurdur hjá heimsins fremstu fót
bóltsfeløgum.
Magni Mohr tosar beint fram og
við stórum stavum, tá hann verður
spurdur um føroyskar kostvanar.
– Í Føroyum eru nógv ting, ið vit
als ikki hugsa um. Kosturin er bara
eitt av teimum tingunum. Men vit
hava veruliga eina sera vánaliga
tilgongd til kostin. Til dømis hava
vit eina sjúkliga køkumentan, og
vit eta alt ov nógv kjøt. Faktiskt
óneyðuga nógv, heldur Magni.
Eisini ungdómurin verður eisini
drigin við í teir vánaligu vanarnar.
– Allar ítróttarhallir við virðing
fyri sær sjálvari hava eitt kafeteria
við góðgæti og junk-food, og tú fært
ongan ordiligan mat. Støðan er tann
sama, um tú fert út á arbeiðspláss,
tí tað eru framvegis nógv, sum hava
elendigar kantinur.
Magni Mohr staðfestir, at føroy
ingar eru aftarlaga á nógvum økj
um, og kosturin er avgjørt eitt av
økjunum, sum haltar.
– Nú sigli eg ofta til Suðroyar
við Smyrli, sum man hevur reypað
so nógv um, tí tað skal vera eitt so
fantastiskt skip. So haldi eg tað vera
ótrúligt, at man ikki kann finna
útav at selja ordiligan mat til tey,
sum sigla. Tað haldi eg snøgt sagt
er imponerandi.
Óegnað til mannaføði
Magni sigur seg hugsa nógv um,
hvat hann sjálvur etur. Og serliga
hvat børnini eta.
– Eg vil ikki siga, at tað er nakað
fanatiskt yvirhøvur. Tað er heldur
soleiðis, at vit royna at skapa eina
mentan, har tað er nattúrligt at eta
rætt og sunt, vísir Magni á.
Hann heldur, at maturin, sum
føroysk børn fáa, ofta er sera lágt
raðfestur.
– Hyggja vit at matstovunum,
so hava tær flestu barnamatskráir.
Men tað er fyri tað mesta matur,
sum ikki er egnaður sum manna
føði.
– Um tú fert út at eta við fam
iljuni, kanst tú bíleggja bæði góðan
og heilsugóðan mat til tín sjálvs,
men til børnini kanst tú bíleggja
til dømis pitsa við osti og skinku,
og tað er skinka, sum hevur sera
lágan kvalitet. Ella chips og pylsur.
Ella okkurt annað av vánaligari
góðsku.
– Tað er undrunarvert, at mat
stovur yvirhøvur fáa loyvi til at
selja sovorði til børn, sigur hann.
Breiðband til havs
– SjóNet gevur nú okkara sjófólki møgu
leika fyri skjótum interneti umborð, sigur
Føroyar Tele, sum kemur við nýggjum
internettilboði. Føroya Tele hevur sett fýra
sendistøðir upp, sum senda breiðband út
á sjóøki kring allar Føroyar. Sostatt fáa
skip og bátar, sum sigla í føroyskum
sjógvi, stórt sæð somu møguleikar fyri
nútímans breiðbandssamskifti, sum fólk
á landi hava. Skip og bátar, sum vilja hava
breiðband umborð, skulu hava eina uttan
dura antennu fyri at móttaka 3G signalið.
– Vit vilja við hesum geva okkara sjó
fólk somu tilboð at samskifta og dagføra
seg, sum fólk á landi hava, sigur Hans
Jákup Langgaard, leiðari á Vinnudeildini
hjá Føroya Tele.
Nógv Facerape
Sonevnt Facerape – tað er tá ið fólk skriva
upp á nakkan á øðrum á Facebook – er ein
nógv vaksandi trupulleiki, og fólk kunnu
koma sera illa fyri av hesum. Ingunn
Eiriksdóttir, stjóri í Dátueftirlitinum, stað
festir at tey fáa nógvar áheitanir frá fólki,
sum kærir sína neyð, tí tey hava verið fyri
Facerape.
– Tað eru nógv dømi um, at farið
verður rættiliga langt út um mark og tá er
tað altso ikki stuttligt meir. Facerape eigur
undir ongum umstøðum at verða góðtikið,
tí tað svarar til at skriva eitt bræv til
onkran í navninum á einum øðrum, og tað
er beinleiðis ólógligt, sigur hon.
Skjótari grindadráp
Ætlanin er, at hereftir skal tað bert vera
mønustingarin, sum skal brúkast at avlíva
hval við, tá ið grindadráp er. Hetta fer at
gera drápið skjótari.
– Tað er eisini ætlanin, at hereftir skal
tað ikki vera hvør einstaku grindamaður
sær, sum orgnar sær ein mønustingara.
Vit ætlað, at hereftir skulu tað verða
hvalvágirnar sjálvar, ella sýslumenninir,
sum hava eitt ávíst tal av mønustingarum,
sigur Ólavur Sjúrðaberg, formaður í
Grindamannafelagnum.
Formaðurin í Grindamannafelagnum
leggur tó dent á, at tað framvegis verður
brúk fyri góða gamla grindaknívinum.
– Vit hava eina
sjúkliga køkumentan
í Føroyum, og eg
haldi tað vera
ótrúligt, at man
ikki kann finna útav
at selja ordiligan
mat á matstovum,
í kantinum og
umborð á ferjum
Sjúklig køku-
og matmentan
Ítróttargranskarin Magni Mohr heldur, at føroyingar finna ikki út av
at selja ordiligan mat á matstovum, í kantinum og umborð á ferjum
Eg varð slept upp á fjall
Andrews var stóra stjørnan í X Factor kappingini hjá Danmarks Radio fyri tveimum árum
síðani. Í tíðini eftir sigurin hevði hon nógvar framførslur, og hon gav fløgur út í Danmark, men
hon fekk ikki bestu ummælini, og sølan var ikki so stór, sum onkur hevði væntað.
– Eg skilji væl kritikkin frá fólki. X-Factor verður blást upp, og fólk sita nærmast og vænta, at man
brillierar aftan á sendingina. Fólk fingu at vita, at eg var so fantastisk og heimsins besti tónleikari. Tað
var í øllum førum tann myndin, sum DR teknaði av mær, meðan sendingin koyrdi, sigur Linda Andrews.
– Men eftir sendingina er tað eingin, sum loftar tær. Tín persónur verður blástur upp,
meðan sendingin koyrir, men síðani verður man sleptur uppá fjall, sigur hon.