fríggjadagur 30. desember 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2011
mai
Tað var eingin kjansur at sløkkja
eldin, sum kom í stóra verksmiðju
skipið Athenu, tá ið tað lá við
bryggju í Runavík. Umvælingarar
beiðið var gjørt umborð, og helst
hevur okkurt í tí sambandi havt við
sær, at eldur festi í skipið.
Eftir ongari tíð breiddi eldurin
seg ógvusliga, og út á náttina stóð
skipið í ljósum loga. Eisini hoyrdust
ógvusligar spreingingar umborð, og
tað gjørdi tað eisini óhugsandi hjá
sløkkiliðsfólki at fara umborð á
skipið fyri at royna at sløkkja eldin.
Løgreglan ruddaði tí havnalagið,
so at skaði ikki stóðst av spreing
ingunum umborð á skipið, og sein
ni vóru fólk eisini biðin um fara úr
húsum ymsastaðni á Skálafjørði
num, tí roykurin frá skipinum
kundi verða vandamikil.
Sløkkiliðsfólkini kundu bert
hyggja at, meðan skipið brendi út,
og roynt var bert at køla skipið nið
ur. At enda sløknaði eldurin, men tá
var einki gott eftir av Athenu, sum
seinni var seld til upphøggingar í
Danmark.
Skuldsettur fyri svik
Fyrrverandi stjórin í Injector Trawldoors,
Jan Allan Müller, verður skuldsettur
fyri bedragarí í milliónaklassanum.
Skuldsetingin kemur nú – eitt ár eftir,
at leiðslan í felagnum meldaði málið til
løgregluna.
– Orsøkin til, at málið hevur tikið
so langa tíð er, at málið er sera fløkt,
sigur Torben Svarer, politikommiserur í
Sydøstjyllands Politi.
Injector Trawldoors, sum fór á
heysin í september í fjør, gjørdi útgerð
til fiskiídnaðin, og tað vóru fyrrverandi
eigararnir av virkinum, sum varnaðust, at
stjórin eftir øllum at døma svindlaði við
felagsins pengum. Síðani kom løgreglan
upp í málið.
Børn í viðførisrúminum
Foreldur at børnum í skúlanum á Skála
hava kært tveir lærarar, eftir at teir
fóru biltýur til Gøtu við einum 4. flokki.
Bilurin, sum lærararnir koyrdu í, var
ikki so stórur, at øll børnini kundu sita
bundin, og tí vórðu trý børn koyrd í
viðførðisrúmið til Gøtu og aftur. Foreldrini
vóru forfard, tá ið tey frættu hetta, og
foreldrini at einum næmingi, sum sat
í viðførisrúminum, vóru so skelkað, at
tey kærdu tilburðin til Mentamálaráðið.
Fær ikki starv
Presturin Hans Eiler Hammer hevur søkt
minst fimtan størv, sum hann metti
seg vera væl skikkaðan til, í Føroyum,
men hann hevur ongantíð frætt aftur.
Sakarmálið, sum hann nú er fríkendur í í
Noregi, er óivað orsøkin, heldur hann.
- Áðrenn alt hetta hendi, varð eg
brúktur allastaðni sum prestur, tí eg hevði
so drúgvar royndir. Eg var tann royndasti
presturin, sum øll høvdu álit á. Við
málinum var alt sett upp á spæl, og sjálvt
um eg nú eri fullkomiliga frídømdur, er
mítt áður so góða umdømið skakað, sigur
Hans Eiler Hammer.
Súni stjóri í Eik
Súni Schwartz Jacobsen tekur við sum forstjóri í Eik Banka,
eftir at hann í fleiri ár hevur verið í leiðsluni í Føroya Banka.
- Føroyski parturin av Eik Banka ein sunn fyritøka. Tað var ikki
hesin parturin av samtakinum, ið var høvuðsorsøkin til at fyritøkan
fór av knóranum, tað vóru onnur viðurskifti, sigur hann.
- Tað er við spenningi, at eg seti meg í stjórasessin. Eik
Banki er broyttur munandi, tí nú hava vit bert ein marknað
at fokusera upp á, og tað er Føroyar, og tað fara vit eisini
at leggja alla orkuna í, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Um midnáttarleitið 9. Mai kom eldur í verksmiðjuskipið Athenu, sum lá
við bryggju í Runavík. Skipið brendi í fleiri dagar og kolaðist upp
Athena fór upp í royk
Tað er gott og behagiligt at verða
kendur persónur í Danmark, og eg
verði ikki bukaður av nøkrum. Eg
kann viðmæla øllum at blíva kend.
Anders Lund Madsen, danskur sjónvarpsvertur og skemtari
1. mai verður ikki longur
arbeiðaradagurin, men dagurin,
tá ið Osama Bin Laden var
sendur express til helvitis.
Høgni Djurhuus, klummuskribentur í Sosialinum