Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 8 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2011 juni Í prinsippinum vil eg gjarna verða edrúur Danski presturin Johannes Møllehave eftir, at løgreglan handtekur hann á einum hotelli fyri at gera ónáðir Okkum tørvar bankar, sum ikki gera sær dælt av vantandi kapping Løgtingskvinnan Bjørt Samuelsen Einki aldursmark fyri læknar Í Føroyum er tí eingin avmarking fyri, hvussu leingi kommunulæknar kunnu halda fram við at arbeiða. Teir fáa ikki bræv, sum onnur almenn starvsfólk um, at teir skulu frá tann ella tann dagin fyri aldur við eftirløn. Tvørturímóti verða kommunulæknarnir eggjaðir til at halda fram, eftir at teir eru farnir upp um 67 ár. Tá ið kommunulæknar í Danmark eru fyltir 73 ár, skulu teir ígjøgnum eina heilsukanning fyri at hava vissu fyri, at teir eru førir fyri at røkja sítt arbeiði. Hesa kanning skulu teir regluliga til. Vikublaðið útaftur Eftir at fyritøkan Sp/f Petur & Petur steðgaði útgávuni av VikuBlaðnum, sum á hesum sinni er komið út síðani á jólum, hevur Miðlahúsið yvirtikið blaðið. Miðlahúsið hevur nú gjørt avtalu við Petur & Petur um, at Miðlahúsið framhaldandi fer at geva út VikuBlaðið við teimum konseptum, sum VikuBlaðið hevði, og samstundis steðgar útgávan av Mánaðarblaðnum. Kanning hjá Gallup frá apríl í ár vísir, at VikuBlaðið er mest lisnað blað í Føroyum. Skatturin má niður Skattatrýstið í Føroyum er so høgt, at tað er tórført hjá arbeiðsgevarum at fáa fólk til arbeiðis. Samstundis ræðir tað dugnaligum føroyingum frá at flyta heim aftur. Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag á aðalfundi felagsins. Felagið sigur, at marginalskatturin er so høgur, at fólk vilja ikki arbeiða meira enn hægst neyðugt, tí skatturin fer avstað við meginpartinum av inntøkuni. - Høgi marginalskatturin hevur avleiðingar fyri búskaparvøksturin, eggjar til svart arbeiði og økir um lønartrýstið. Og økt lønartrýst setir kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum í vanda, sigur Føroya Arbeiðarafelag. Skattaskipanin skal eggja fólki at arbeiða meira og ikki minni, sum skipanin nú ger. Samkynd hava tað gott Stig verður tikið til at stovna rørslu fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyum. Undirtøkan fyri stovnandi fundinum er góð, og felagið LGBT verður sett á stovn. - Vit vilja breiða boðskapin út um, at í Føroyum er rúm fyri samkyndum sum øllum øðrum, sigur Bjarni Lisberg, sum er ein av stigtakarunum til felagsskapin. - Tey fordómsfullu eru ein minniluti, og tað er ikki rætt, at tey fordómsfullu eru tey religiøsu. Onnur hava eisini fordómar, og samkynd eru millum tey religiøsu, sigur hann. ÚTSØLA 3.999 spar 1.701,- 2.199 Fastur lágur prísur 10.999 spar 7.771,- tel. 354680 · www.ide.fo Sunbird sovisofa Fæst í ymiskum litum Hillar, ahorn 3 stk./pk. 369,- T26/421 Medium avfjarðing Bonn klæðnaskáp 180 x 200 cm Bonn L 182 x H 221 x B 63 cm Sosialurin 341800 Toppkarakter til føroyskt ból og bita í Sveis Ryfflihaus í býnum Treiten, har Jona Joensen saman við manninum Thomas hevur ból og bita, fekk sera gott skoðsmál til eina bók um ból og bita í Sveis. Av 2000 húsum taldist Ryfflihaus millum 115 tey bestu Tyrlan beSTa upp­ finning Eva í bleyta stólinum á garð­ inum í Dímun síða 40 Sær ljóST upp á fram­ Tíðina Prát við Árna Rasmussen, stjóra á Reyni Service síða 8 frá miðlahúsinum til hvørt húsarhald í Føroyum Ókeypis! 20. juni 2011 Mán-hós. kl. 10-18.00 Fríggjad. kl. 10-19.00 Leygard. kl. 10-16.00 Torgdagar alla vikuna 20. juni til 25. juni Hesir handlar vera á torginum: Sunnukvøldið kl. 19.30 Seinastu ferð áðrenn summarsteðgin Vika 25 síða 6 28 síður um oyggja - leikirnar VikuTema Vandamikil heilivágur kemur við postinum Eftirlitsfólkini hjá Taks á Posta finna alt millum himmal og jørð í pakkum, sum koma til landið Tað er ikki uttan orsøk, at Taks hevur tvey fólk sitandi á post­húsi­ num á Óðinshædd og hava arbeiði burturav við at kanna pakka­post. Mangan er nevniliga ikki sam­ svar millum tað, sum stendur at vera í pakkanum, og tað sum veru­ liga er har. Hetta er nakað, sum hend­ir oftari, nú fólk eru at keypa frá nethandlum. – Ein stórur trupulleiki er, at eingin fakturi fylgir við, men hann liggur í pakkanum. Tá er neyðugt at lata pakkan upp ella at seta seg í samband við móttakaran, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks. Annað innihald Ofta er ikki samsvar millum faktura og innihald. Til dømis kann standa á fakturanum, at vøran er verd minni enn 300 krónur, men tá ið pakkin verður latin upp, vísir tað seg, at vøran er meira verd enn so. Eftirlitsfólkini hava eitt tól, sum gjøgnumlýsir pakkar, og tá kann sleppast undan at lata pakkar upp. – Tað er hent, at uttan á hevur staðið, at í pakkanum hevur verið ein gomul brúkt telefon, men tá ið eftirlitsfólkini hava latið pakkan upp, hava tey funnið eina spildurnýggja iPhone fyri fleiri túsund krónur. Hetta er hent nakrar ferðir, sigur hann. Annars er reglan, at pakkar við innihaldi, sum er minni enn trý hundrað krónur vert, verður tollur ikki rindaður fyri. Ólógligur heilivágur Mest álvarsligt er, at heilt nógvur heilivágur kemur við postinum til Føroya. Tað er ikki bara viagra, men nógvur sterkur heilivágur, ið kann vera vandamikil, um hann ikki verður tikin rætt. Tað mesta av hesum heilivági kemur út Kina. Tá ið eftirlitsfólkini finna heilivág í postinum, verður hann latin Landsapotekaranum at meta um. Sum heild koma nógvir pakkar, ið latnir verða upp, úr Kina, og tað er alt millum himmal og jørð í hesum pakkum.Tað hendir eisini meira enn so, at rúsevni koma við postinum. Eftirlitsfólk hava ofta funnið bæði hassj og sterkari evni. Teir pakkarnir verða altíð latnir politinum. Hassjhundurin er eisini javnan á posthúsinum og snoddar. Eftirlitsfólkini fáa javnan toyggið frá fólkum, sum eru í øðini um, at pakkar til teirra eru latnir upp. – Eg skilji væl, at fólk eru óð, eitt nú tá ið ein gávupakki er latin upp, men vit hava dømi um, at gávur als ikki hava verið í gávupakkum, sigur Eyðun Mørkøre. Heilivágur Vandamikil heiligvágur úr Kina verður sendur við posti til Føroya