fríggjadagur 30. desember 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2011
juli
Tað er pínadoyð ein stór ábyrgd at
stýra einum samfelagi. Tað er púra
óskiljandi, at flokkarnir ikki taka upp
gávuna í størri álvara og brynja yngra
ættarliðið at stjórna samfelagnum.
Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður
Eg fari í ein grýluskort, tá ið
eg eri á pallinum. Tá skifti eg
fullkomiliga ham. Men eg vil
hava frið, tá ljósið er sløkt.
Páll Oddur Rubeksen, sangari
í Páll Finnur Páll
Tað tókist verða fullkomiliga óveru
ligt, tá ið Anders Behring Breivik
síðst í juli sprongdi eina bumbu í
miðbýnum í Oslo og síðani fór út
á Utøya, har politisk summarlega
var, og skapti eitt óhoyrt blóðbað.
Ungfólk vóru skotin og dripin í
einum hópdrapi uttan sín líka.
Ein av teimum, sum var staddur
á Utøya, var hálvi føroyingurin
Sverre Sævarang. Hann slapp frá
hendingini uttan kropsligt mein,
men hann hevði verið so nær við at
vera skotin, sum fleiri av vinfólkum
hansara vóru.
– Tað var heilt ræðuligt. Maðurin
fór at skjóta móti felagshúsinum,
har fleiri fólk vóru inni. Vit fingu
einki gjørt. Tað eydnaðist mær og
fimm øðrum at sleppa inn á eitt
vesi og lata hurðina aftur.
Næsti maður skotin
– Ein rann beint í hølunum á
mær, og hann varð skotin, sigur
17 ára gamli Sverre Sævarang við
Sosialin.
Tey stóðu inni á vesinum í tveir-
tríggjar tímar, og tey hoyrdu nógv
róp.
Tá ið politiið kom, tordu tey ikki
at fara út, tí tey høvdu ikki áltið, at
tað veruliga vóru politistar. Mað
urin, sum skeyt var ílatin sum
politistur. Ikki fyrr enn politistarnir
komu nærri og noyddi tey út, tordu
tey at líta á, at hjálp var komin til
teirra.
Leingi sótu tey í húsinum, tí tey
tordu ikki út.
Umsíðir kom ein bátur og førdu
tey inn á meginlandið, har læknar
tóku ímóti.
– Vit hildu tá, at bara vit umleið
30, vóru komin frá skjótingini við
lívinum.
Helt øll hini vera deyð
Sverre Sævarang hugsar um øll
vinfólkini, hann hevur mist. Tey
kunnu vera væl fleiri, enn hann
veit um, tí øll eru ikki komin aftur í
aftur, og nøkur eru illa særd.
Tá ið tey ungu komu inn á megin
landið, komu fólk beinanvegin
at tosa við tey og veita teimum
kreppuhjálp. Bæði leygardagin go
sunnudagin var hann til samtalur,
og hesar samtalurnar hava gjørt
honum væl.
– Men tað fara nógvir tankar
gjøgnum mítt høvd, og eg blivi við
at hoyra rópini og skotini fyri mær,
sigur Sverre.
Sverre er sonur Knut. Foreldur
hansara vóru føroyingar, Sámal og
Malfrid Sævarang.
Watson rópar
neyðarróp
Ávegis til Føroya legði Paul Watson inn í
Hetlandi við skipinum Steve Irwin fyri at
gera tað klárt til ferðina til Føroya. Men
í Hetlandi varð hald lagt á skipið, tí eitt
felag á Malta hevði sett endurgjaldskrav
ímóti Sea Shepherd, og felagsskapurin
kundi ikki veita trygd fyri pengunum.
Í kenslubornari áheitan á heimasíðu
felagsins bønaði og bað Watson um
fíggjarliga hjálp, so at tey kundu veit
kravdu trygdina. Paul Watson sendi rætt
og slætt út neyðarkall við eini inniligari
áheitan um at bjarga skipinum.
– Lívið í havinum er í vanda. Bjarga
skipið okkara, bønaði hann.
Mugu gevast við
grindadrápi
– Tað er vísindaliga staðfest, at grind er so
illa dálkað, at hon er ikki fólkamatur. Tað
mugu vit taka til eftirtektar og tí eiga vit
at gevast at drepa grind.
Tað sigur Turið Christophersen, sum
tekur stig til at gera føroyska deild av
umhvørvisfelagsskapinum
Earthrace
Conservation.
– Sum frálíður noyðast vit at gevast
við grindadrápinum, tí tey fólkaheilsuligu
atlitini eiga at viga tyngri enn páhaldið
um, at vit mugu varðveita ein gamlan
mentanararv, heldur hon.
Jens Pauli fór
Virkni rithøvundin Jens Pauli Heinesen
doyr. Hann skrivaði eitt nú skaldsøgurnar
Aldurnar spæla á sandi, Rekamaðurin og
Frænur eitur ormurin, sum hann eisini fekk
M.A. Jacobsens heiðursløn fyri.
Jens Pauli Heinesen læs til lærara í
Danmark á Emdrupborg statsseminarium
og tók prógvið har í 1956. Hann var
lærari niðri eitt skifti, kom so til Føroya
og gjørdist lærari við Tórshavnar
kommunuskúla 1957. Var eisini lærari
við Realskúlan og Venjingarskúlan, fór
so frá sum lærari í 1970 fyri at gerast
rithøvundur burturav. Og nú andaðist hann
so, 78 ára gamal.
17 ára gamli Sverre Sævarang, sum hevur
føroyskan pápa, krógvaði seg á eini vesi
á Utøya, tá ið Anders Behring Breivik
skjeyt og drap ungdómar frá hond
Bjargaði sær
undan Breivik
– Ein rann beint í hølunum á mær, og hann varð
skotin, sigur 17 ára gamli Sverre Sævarang
Í neyð av Facebook
Dátueftirlitið hevur viðgjørt heili 125 mál fyrstu seks mánaðirnar
í ár. Tað eru 22 prosent meira enn í fjør. Tað snýr seg mest um
samskiftismiðilin Facebook, tá føroyingar spyrja Dátueftirlitið um hjálp.
Spurningarnir um Facebook eru nógvir. Tildømis um falskar vangamyndir,
hjálp til at strika ónærisligar viðmerkingar ella myndir, Face-rape, at
strika vangamynd hjá deyðum persóni, um hakking, happing og annað.
– Málini um Facebook eru støðugt vaksandi, millum annað við útspilling
og umbøn um hjálp at strika upplýsingar og myndir, sigur Dátueftirlitið.