fríggjadagur 30. desember 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
10
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2011
august
Fólk spyrja, um tað búgva 4,8 mió. fólk
í Føroyum. Síðani um tað var 480.000.
Men nei, her búgva 48.000 fólk. Pál er
heimagjørdur, føddur og gøddur í Suður
oynni. Hetta er ein søga, sum øll elska.
Jon Hestoy, formaðurin í Svimjisambandinum,
um at verða til altjóða kappingar við Pál Joensen
Avbjóðingarnar hava verið nógvar og truplar,
men Føroyar teljast framvegis millum
heimsins ríkastu lond. Allar umstøður eru
gamaní ikki nøktandi, men grundleggjandi
er okkara samfelag trygt at liva í.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður
– Eg trúði næstan ikki mínum egnu
eygum: Kundi tað veruliga vera
MÍN ringur, sum Rakul í mínum
flokki gekk við? Eg spurdi hana,
men hon visti tað ikki tá. Ikki fyrr
enn um kvøldið kom rætti saman
hangurin fram: Hetta VAR mín
ringur, sigur ein ovurfegin Bjarma
Ivansdóttir Gærdbo av Velbastað.
Og so fekk hon ringin aftur, sam
stundis sum sannleikin um henda
góða ring koma fram: Hvussu ein
sera vakur ringur av Velbastað
hvarv á einum fiskavirki, endaði
norðuri á Langasandi, og at enda
kom aftur til eigara sín á Velbastað.
Fekk ringin í 1999
Tá Bjarma fekk sítt fyrsta barn, hin
28. februar 1999, gav mamman hen
ni henda sera vakra ringin.
– Í 2002 fekk eg arbeiði á Fiska
virking í Havn, og tá vit fóru til ar
beiðis, máttu vit sjálvandi leggja
ringar og slíkt í okkara klædnaskáp.
Tað var eingin trupulleiki í hesum,
tí ringurin og alt hitt lá har tað
skuldi, tá arbeiðsdagurin var av,
greiðir Bjarma frá.
Men ein av teimum seinastu
døgunum hon var til arbeiðis her,
lá ringurin ikki í klædnaskápinum,
sum hann skuldi. Hóast Bjarma
bæði leitaði upp og niðri, heima og
á virkinum var serstaki ringurin
horvin.
Lívið gekk sína vanligu gongd,
og fyrr í ár søkti Bjarma inn á FHS-
útbúgvingina á Føroya Handils
skúla. Og slapp inn. Skúlagongdin
byrjaði fyrr í mánaðinum, og her
vóru nógv nýggj andlit í flokkinum
at venja seg við. Millum næming
arnar var Rakul av Langasandi. Í
døgurðatímanum fyrradagin komu
tær av tilvild av sita lið um lið við
sama borð. Og tá er tað at Bjarma
leggur merki til ein ring, ið Rakul
gekk við.
– Eg spurdi Rakul um eg kundi
sleppa at síggja ringin. Tá sigi eg
við hana, at eg einaferð hevði átt
ein ring sum var akkurát líka sum
hesin. Eg fortaldi henni so søguna
frá 2002, greiðir Bjarma frá.
Afturkomin úr skúla, norðuri á
Langasandi fortaldi Rakul móður
síni frá hendingini í skúlanum. Og
tá fekk hon eina heilt aðra søgu at
vita um henda góða ring:
Mamma hennara var ein av for
monnunum á Fiskavirking, meðan
Bjarma arbeiddi her. Og her hevði
hon eisini funnið henda vakra
ringin.
Samgleðist
Í samband við eina av árligu feriu
num á Fiskavirking vórðu øll skáp
ini hjá starvsfólkunum ruddað og
vaskað. Tá kom hon fram á eitt
skáp, sum eingin hevði brúkt í
langa langa tíð. Og her lá altso ring
urin hjá Bjarmu.
– Eg fekk so at vita frá Rakul, at
mamma hennara vildi ikki koyra
ringin burtur tá, tí hann var so
vakur. Tað helt Rakul eisini sjálv at
hann var, og tí hevur hon av og á
gingið við honum, sigur Bjarma.
Rakul hinvegin harmast uppá
ein máta um, at hon ikki longur
hevur henda ringin.
– Eg tók hann av mánakvøldið,
tá eg fekk at vita, hvør átti hann.
Og tað var líkasum, at tað manglaði
okkurt á fingrinum. Eg veit bara,
hvussu glað eg hevði verið, um eg
var í somu støðu sum Bjarma. Nú
gleðist eg bara saman við floks
felaga mínum Bjarmu, sum fekk sín
ring aftur, sigur Rakul.
Lundin illa fyri
Onkrar ábendingar eru um, at lundastovn
urin kanska er á veg upp aftur. Tað hoyrist
frá monnum, at tað er væl meiri lundi inni
undir landi nú, enn tað hevur verið tey
mongu seinastu árini. Men lundastovnurin
er ikki væl fyri, sigur Jens-Kjeld Jensen,
fuglafrøðingur.
– Nei, tað er hann ikki. Eingin pisa er
komin undan seinastu sjey árini, og í ár
hevur lundin als ikki vorpið. Tað gjørdi
hann heldur ikki seinasta ár. Tað sigur
seg sjálvt, at tá lundin ikki hevur vorpið
seinastu sjey árini og út av seinastu 40
árunum hava verið fleiri vánalig heldur
enn góð, so sær ikki gott út hjá lundanum,
sigur Jens-Kjeld Jensen.
Kajakkmenn í neyð
Tríggir menn komu illa fyri, tá ið teir í
kajakkum sínum settu kós móti Risanum.
Vindurin vaks, og teir valdu at fara upp á
land. Ein ringdi og bað um hjálp, boðini
fóru til Eiðis Bjargingarfelag, sum fór við
mobbátinum Thor Rescue eftir monnum.
Menninir vóru allir í draktum og tí væl
fyri. Tað gingu bara smáir 40 minuttir,
frá tí at menninir bóðu um hjálp, til
teir í øllum góðum vóru komnir í land.
Vilja sleppa at basa
Síðani promillumarkið varð sett niður, skal
lítið til, áðrenn fólk kunnu verða tikin fyri
promillukoyring.
Eftir Summar Festivalin segði løg
reglan, at tað er blivið meira vanligt, at
fólk koma inn á løgreglustøðina fyri at
sleppa at blása í alkometri hjá løgregluni.
Tey vilja tryggja sær, at tey kunnu koyra bil
lógliga – og ikki hava alkohol í blóðinum.
Ein røð av tilvildum førdu til, at Bjarma Gærdbo fekk ringin
aftur, sum hon misti fyri nýggju árum síðani
Fekk mista
ringin aftur
5 skúlar bert 1 næming
Lækkandi barnatalið kring landið sæst eisini aftur í talinum av
næmingum í summum skúlum. Í fimm teirra er bert tann eini
næmingurin. Ein av hesum skúlum er tann í Stóru Dímun, har
bert tann eini næmingurin – ein genta – er í øllum skúlanum.
Ein annar skúli undir somu korum er tann í Fámjin. Í somu
oyggj liggur bygdin Hov, sum eisini er vaksin í fólkatali,
men sum altso bert hevur tann eina næmingin. Á eystastu
oynni, Fugloy gongur eisini bert ein einstakur næmingur, og
á vestastu oynni, Mykines gongur ein næmingur í skúla.
skúli
Ein ringur, sum Bjarma hevði saknað í 9 ár, kom aftur í aftur, tá ið
Bjarma kom at ganga í sama flokki sum Rakul á Handilsskúla