Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2011 september Tað ber til at fáa lønsemi í fiskivinnuna, og samfelagið kann fáa munandi meira burtur úr tilfeinginum. Hetta krevur broytingar. Øll veiðirøttindi eiga at verða seld á uppboði. Búskaparráðið í frágreiðing Eg kann ikki vera við í eini kapping, har politikkur verður undirhald ella okkurt slag av »korrektheits-teatur« Kári á Rógvi, løgtingsmaður – Hetta er ein løn, sum heilt órímilig, heldur John Johannessen, lands­ stýrismaður í heilsumálum. Men hann staðfestir samstundis, at hetta er ein prísur, vit mugu rinda fyri, at vit hava trý sjúkrahús, sum virka sum hvør sín sjálvstøðugur stovnur. – At vit hava trý sjúkrahús førir við sær, at vit fáa ikki fulla nyttu burtur úr pengunum, vit játta heilsu­verkinum, staðfestir John Johannessen. Hann sigur, at orsøkin til, at læknalønirnar í ávísum førum eru so høgar, er, at vit hava trý sjúkra­ hús og tá ið ein lækni av einum sjúkrahúsi á annað at arbeiða, fær hann eitt serligt ískoyti. Alt yvirtíð Eitt dømi um hetta eru lækna­ viðurskiftini á Suðuroyar Sjúkra­ húsi. Fyri at bjarga kommunu­lækna­ skipanini í oynni, varð ein nýggj skipan gjørd, har ein ein lækni -sum oftast ein av Landssjúkrahúsinum- fer á Suðuroyar Sjúkrahús, har hann arbeiðir sum sjúkrahúslækni um dagin, men eftir vanliga arbeiðstíð hevur hann vakt fyri at avlasta føstu kommunulæknarnar í oynni, so at teir fáa betri frið uttanfyri van­liga arbeiðstíð. Varð hendan skipan ikki sett í verk, hevði tað verið ómøguligt at fáa kommunulæknar at átaka sær starv í Suðuroy, tí teir eru so fáir, at náttarvakti og vikuskiftisvaktir uttanfyri vanliga arbeiðstíð, eru alt ov nógvar. Læknar gjørdu greitt, at teir vildu ikki søkja starv í Suðuroy, fyrrenn umstøðurnar batnaðu! – Men tað er ein ómetaliga dýrt at hava eina skipan, har læknar fara av Landssjúkrahúsinum á Suður­ oyar Sjúkrahús at hava vakt, sigur John Johannessen. – Avleiðingin er, at læknarnir, sum fara á Suðuroyar Sjúkrahús at ganga vaktir, hava eina vikuløn, sum táttar í 80.000 krónur. Tað kemst av, at alt verður rokn­ að sum yvirtíð. Men hann heldur, at tað er ein spurningur, um sjúklingarnir ikki kundu fingið betri gagn av peng­ unum. Felags eind Hetta er ein orsøk til, at hann nú ætlar at broyta lógina so at tey trý sjúkrahúsini í landinum fara at virka sum ein felags eind. At so hetta eina sjúkrahúsið er staðsett á trimum støðum, er eitt heilt annað, men tá slepst undan at veita læknunum so stórt ískoyti, tá ið teir skifta ímillum sjúkrahúsini, tí tá er talan um eitt og sama sjúkra­ hús. – Tá kundu vaktirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsið verið ein náttúrligur partur av teirra vaktarskipan, uttan at tað kostaði hesar astronomisku upphæddirnar í ískoytisløn. Hann viðgongur tó, at hetta verð­ur eisini ein samráðingar­ spurn­ingur um, hvussu sáttmálin skal tulk­ast, men sjálvandi ivast hann ikki í, at tað ber til at vinna eina loysn. John Johannessen sigur, at frá at hava trý sjúkrahús, skulu vit fram­ yvir bara hava eitt sjúkrahús, men tað skal vera staðsett á trimum pláss­um. KvF ikki ráð at vísa landsdystir Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir ikki útidystir hjá fótbóltsliðnum, og sambært stjóranum er orsøkin einføld. Kringvarpið vil ikki brúka pengar upp á hesar dystir. – Okkum stóð í boði at keypa ein saml­ aðan pakka við útidystunum fyri 225.000 krónur, men hóast tað kanska ikki ljóðar so ógvusligt, hava vit heilt einfalt ikki ráð at brúka so nógvar pengar at vísa lands­ liðið, sigur Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpinum. – Tað verða aðrir útbjóðarar, sum fara at hava rættindini til komandi undan­ kapping, so vit rokna við, at vit kunnu vísa komandi útidystir hjá fótbóltslandsliðnum, sigur hon. Sjúkrahúsið misti telefonina Landssjúkrahúsið misti ein mikudag fyrra­ part telefonina í fleiri tímar. Eingin fast­ nettelefon riggaði á sjúkrahúsinum. Talan var um eitt kaðalslit, sum tað tók seks tímar at fáa rættað. Brekið hevði við sær, at telefonsambandið út og inn úr húsinum lá lamið. Men 112 neyðtelefonin riggaði, og tað bar eisini til hjá vakttelefonini at ringja beinleiðis til portørarnar. Slíkt brek hevur ongantíð áður rakt Landssjúkrahúsið so meint. Dramatiskt val Fólkatingsvalið gjørdist sera dramatiskt. Stórur spenningur var alt valkvøldið um úrslitið, og endin var, at Edmund Joensen og Sjúrður Skaale vórðu valdir. Edmund Joensen varð afturvaldur, meðan Sjúrður Skaale var nývaldur. Tað serliga við valinum var, at Sjúrður Skaale stutt frammanundan fór úr Tjóðveldi, og nakað seinni fór hann upp í Javnaðarflokkin. Valið lagaði seg soleiðis, at formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, misti fólkatingssessin, og Sjúrður Skaale fór avstað við honum. Ein vikuløn sum táttar í 80.000 krónur um vikuna. Tað er lønin, ið læknar í føroyska heilsuverkinum fáa í summum førum 80.000 um vikuna Lækni, sum hava vaktir á Suðuroyar Sjúkrahúsi, kunnu forvinna næstan 80.000 krónur um vikuna Sigurð tekur setrið hjá Jóan Pauli Vaktarskifti er á Fróðskaparsetrinum. Jóan Pauli Joensen, sum hevur verið rektari í 16 ár samanlagt, leggur frá sær, og Sigurð í Jákupsstovu tekur við. – Eg føli, at eg havi tænt mína herskyldu og kann fara úr rektarastarvinum. Og eg veit, at ein góður maður kemur í mítt starv, og tíðin er komin til, at nýggir kustar skulu feiða, sigur Jóan Pauli Joensen. At menna eitt sterkt Fróðskaparsetur er ein stór og týðandi uppgáva, og eg gleði meg til at sleppa í gongd við hetta arbeiðið, sigur Sigurð í Jákupsstovu.