fríggjadagur 30. desember 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
12
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2011
oktober
Um eini 10 ár fara fólk at skilja, at eg
eri ikki nakar dómadagsprofetur, tá ið
eg nú sigi, at førdi politikkurin tekur
búskaparligar grundarlagið undan Føroyum.
Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, sum ikki stillar uppaftur
Spurningurin er ikki, hvussu hart
lívið fer við tær, men hvussu hart
tú kennir slagið, og so ræður um
at finna mátan at koma víðari
Gunnar Hjelm, sum ger comeback sum bodybuildari
Talið á føroyingum, sum leita eftir
barnaporno á internetinum, er
rættiliga nógv fallið hesi seinastu
árini. Tað vísir ein uppgerð, sum
Føroya Tele hevur gjørt.
Føroya Tele hevur eitt filtur,
sum forðar fyri, at fólk sleppa inn á
heimasíður við barnaporno.
Hetta verður gjørt í samstarvi
við ríkisløgregluna, sum hevur eitt
yvirlit yvir heimasíður, har barna
porno kann vera at finna og sum
sostatt verða blokeraðar.
Munandi minkað
Uppgerðin hjá Føroya Tele vísir,
at talið á føroyingum, sum verða
steðgaðir í royndunum at koma
inn á heimasíður við barnaporno,
er munandi fallið seinastu árini.
Filtrið hjá Føroya Tele ímóti
barnaporno varð sett til í 2006 og
hetta árið vórðu heili 3493 ymiskir
føroyskir teldubrúkarar steðgaðir
á veg inn á heimasíður við barna
porno.
Í 2009 var talan um 2449 ymisk
fólk og í 2010 var tað lækkað niður í
2083 ymisk fólk.
Men serliga í ár hevur fallið ver
ið stórt, tí higartil í ár eru ikki fleiri
enn 478 fólk forðað í at sleppa inn á
tílíkar síður.
Uppgerðin verður gjørd mánað
fyri mánað og í ár er talan um
ímillum 20 og 65 teldur um mánaðin,
sum eru forðaðar.
Men tær somu teldurnar kunnu
ganga aftur í fleiri mánaðum, men
nakrar nýggjar eru helst eisini
hvørja ferð.
Í 2006 vóru ímillum 256 og 314
fólk steðgað um mánaðin, men tað
er eisini komið fyri onkran mánað,
at yvir 400 ymisk fólk eru blokerað,
tí tey hava verið á veg inn á eina
heimasíðu við barnaporno
Fyribygjandi
Kristian Davidsen, stjóri á Føroya
Tele, dugir ikki at siga, hvussu
tað ber til, at tað eru lutfalsliga
fáir føroyingar, sum leita eftir
barnaporno á internetinum. Men
hann ivast onga løtu í, at filtrið er
fyribyrgjandi.
Nú er tað heldur ikki vist, at
tey, sum verða blokerað, beinleiðis
leitað eftir barnaporno, tí tey kunnu
enda á eini slíkari heimasíðu meiri
ella minni av óvart. Talan kann vera
um fólk, sum leita eftir pornosíðum
yvirhøvur og sum síðani enda á eini
síðu við barnaporno. Talan kann
eisini verða um fólk, sum leita eftir
onkrum heilt øðrum, men so at
ein síða við barnaporno brádliga
stendur á skerminum.
Í løtuni er talan um ímillum
1100 og 1200 heimasíður, sum eru
blokeraðar. Danska ríkisløgreglan
dagførir filtrið tvær ferðir um
samdøgurið at vita um fleiri síður
eru, sum skulu blokerast. Tá ið
ríkisløgreglan finnur eina síðu við
ólógligum barnaporno sum skal
blokerast, verður hon eisini sjálv
virkandi blokerað í Føroyum.
Natúrligt at
vera leiðari
36 ára gamli Johnny í Grótinum hevur
í fleiri ár havt týðandi leiðsluuppgávur
í bankaheiminum. Nú skiftir hann hest
til LÍV, sum BankNordik, har hann hevur
starvast seinastu seks árini, hevur keypt
helmingin av.
– Tað verður ein lívsstílur at verða
leiðari, at hava ábyrgd og skula verða
tøkur 24 tímar um døgnið alla vikuna.
Tað setir krøv til persónliga umhvørvið og
familjuna, og tað er ein avbjóðing at fáa
eina balansu millum arbeiðslív og familju
lív, sigur Johnny í Grótinum.
Varðveita Kúrberg
Almennur stovnandi fundur viðvíkjandi
umbyggingini av skipinum Kúrberg var
á Seglloftinum á Tvøroyri. Eini 75 fólk
møttu til fundin, og var fundurin púrasta
avgjørdur um, at farast skal undir eina
verkætlan, har skipið verður umbygt til
eitt nýmótans motor- og seglskip. Verk
ætlanin er, at alt verður tikið úr skipinum
– yvirbygningur, motorur, tangar og alt
annað, so bert ein nakin skrokkur verður
eftir, og síðan verður farið undir at gera
skipið til eitt nýmótans motor- og segl
skip
10.000 offur fyri
rúsdrekka
Einir 10.000 føroyingar eru offur fyri
ovurnýtslu av rúsdrekka. So stórur er
trupulleikin av rúsdrekkamisnýtslu í
Føroyum, staðfestir Blái Krossur.
Olga Magnussen, leiðari í Blákross,
sigur, at talan er um einar 2.000 føroyingar,
sum eru beinleiðis rúsdrekkamisnýtari.
Men rúsdrekkamisnýtsla er ikki ein trupul
leiki, sum bara rakar tann, sum drekkur.
– Tað er ein trupulleiki, sum rakar
alla familjuna og veruleikin er, at í miðal
dregur hvør misnýtari fýra fólk við sær í
trupulleikar. Her er talan um hjúnafelaga,
børn og foreldur, sigur hon
Sostatt eru tað einir 10.000 føroy
ingar, sum eru offur fyri misnýtslu av
rúsdrekka.
Alsamt færri og færri verða fangað hjá Føroya Tele, tí at tey eru
á veg á eina heimasíðu við barnaporno á internetinum
Færri leita eftir
barnaporno
Talið á teimum, sum eru
á veg inn heimasíður við
barnaporno, er nógv minkað
Teir borgarligu vunnu valið
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fingu 8 tinglimir í part, tá ið løgtingsval varð
hildið 29. oktober. Harvið vunnu teir báðir borgarligu flokkarnir valið. Tjóðveldi hevði
stóra afturgongd og fekk 6 tinglimir. Tað fekk Javnaðarflokkurin eisini, og hann
megnaði at varðveita sína tingmanning. Miðflokkurin misti ein tinglim og fekk tveir.
Sjálvstýrisflokkurin misti annan og hevði ein eftir, og nýggi flokkurin, Framsókn, fekk
tveir tinglimir. Kaj Leo Johannesen setti met í tali av persónligum atkvøðum.
– Dómurin er, at Føroya Fólk heldur, at Sambandsflokkurin er best egnaður
at hava leiðsluna í eini nýggjari samgongu, sigur løgmaður.