fríggjadagur 30. desember 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2011
november
Málskjúttarnir hjá Fólkaflokkinum eru
Annika Olsen og Jacob Vestergaard, men
tey verða ikki sett í fremstu røð. Men
ongin liðskipari hevði sett Messi, Ronaldo
og van Persie aftur í verjuna at spæla.
Óli Breckmann, fyrrv. løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Eg lærdi, at vit hava ikki demokrati. Hinvegin
lærdi eg, at tað er greitt samband millum
pengar og tinggáttina. Tey vælhavandi,
lýsingafyritøkurnar, miðlar og timbur
handlar, vunnu, meðan demokratiið tapti.
Hergeir Staksberg, valevni til løgtingsvalið
Týskvøldið 8. November varð Dánjal
Petur Hansen í Runavík eftirlýstur.
Tá hevði hann ikki verið sæddur í
fleiri dagar.
Sunleiv Højgaard, leiðari fyri
Skálafjarðar Sløkkilið hvakk við, tá
ið eftirlýsingin kom. Sum onnur á
fjørðinum kendi hann Pidda væl.
Dagin eftir fór poliitið út at leita
við hundum og vildi ikki hava fleiri
fólk upp í leitingina, tí hetta kundi
órógva arbeiðið hjá hundunum.
Men síðani hava nógv fólk verið
við í leitingin eftir Pidda, tó uttan at
leitingin hevur givið úrslit.
Sunleiv Højgaard sigur, at tað
stóð ongantíð á at fáa fólk við at
leita, tí fólk vildu fegin hjálpa.
– Tað komu øll møgulig fólk, og
við var eisini ein prædikumaður,
sum bað og legði leitingina í Harrans
hendur, sigur Sunleiv Højgaard.
Hann frætti eisini frá onkrum,
sum hevði droymt okkurt, og onkur
hevði sæð fyri sær. Alt hetta varð
eftirkannað, einki lopið um.
Tað er ikki júst hugaligt at leita
eftir einum burturbeindum manni,
men eingin hvepti seg við at lut
taka.
– Nei, tað gjørdi eingin, tí
longsulin eftir at leita og finna var
nógv sterkari enn ræðslan, sigur
Sunleiv Højgaard.
Ræðuligt
Sunleiv Højgaard heldur, at leitingin
var væl skipað, tí leitingarfólkini
vóru so fegin at kunna hjálpa.
– Men samstundis var tað ræðu
ligt at ganga og hugsa um, at ein
maður sat varðhaldsfongslaður fyri
at hava beint fyri manninum, sigur
Sunleiv Højgaard.
Hann viðgongur, at hesir dagar
nir hava verið ein tung tíð. Tað bar
ikki til at hugsa um nakað annað.
– Í fyrstuni var torført at sova,
tí eg hugsaði alla tíðina um, hvat
vit ikki høvdu nátt. Men nú havi
eg hvílt og til reiðar at taka eitt
tak aftrat, sigur Sunleiv Højgaard,
sum er ómetaliga takksamur fyri,
tí hjálpsemi fólk bæði á Skála
fjørðinum og aðrastaðni hava víst.
Nýggjur
landsliðvenjari
Fótbóltssambandið og Brian Kerr kunnu
ikki semjast um treytirnar fyri einum
nýggjum sáttmála millum partarnar. Tí
skulu Føroyar hava nýggjan landsliðs
venjara í fótbólti, og valið fellir á danan
Lars Olsen. Hann hevur drúgvar royndir
sum spælari og venjari, og hann er fegin
um møguleikan í Føroyum.
– Eg havi givið mær far um, at tit
hava somu dygdir sum eitt nú íslendingar,
at menn stríðast fyri sakini og geva seg
fult út hvørja ferð. Tað er ein stílur, mær
dámar, at spælararnir eru til reiðar at
kempa fyri sakini allan vegin ígjøgnum,
sigur Lars Olsen.
Øll brøv til Havnar
Posta hevur latið fleiri posthús aftur og
skal spara meira enn so. Nýggjasta spari
tiltakið er, at allur postur skal sorterast
í Havn. Til nú er skipanin komin at virka
fyri post úr Suðuroynni, Sandoynni og úr
Vágum. Málið er, at skipanin skal fevna
um alt landið, áðrenn árið er úti. Hetta
merkir, at sendir ein suðuroyingur onkrum
i Suðuroynni, fer brævið fyrst til Havnar
og so suðuraftur.
– Hetta er ein miðsavan, sum fer fram
í øllum londum í heiminum, sigur Georg
Rasmussen, rakstrarstjóri á Posta.
Politi kannar seg sjálvt
Danska fólkatingið hevur samtykt, at en
óheftur kærustovnur skal viðgera kærur
um politiið í Danmark. Kærustovnurin
tekur við á nýggjárinum og fær sæti í
Århus. Samtyktin hjá fólkatinginum byggir
á fleiri atfinningar ímóti, at politið kann
ar seg sjálvt. Hóast politiið í Føroyum er
danskt, fer nýggi óhefti kærustovnurin
ikki at verða galdandi fyri Føroyar eisini.
Her fer politiið framvegis at kanna kærur
um politiið.
Karen Marie Olesen, fúti sigur, at skal
skipanin galda fyri Føroyar eisini, má tað
koma eitt politiskt ynski úr Føroyum um
tað.
Endaleysir tímar eru brúktir til at leita eftir Dánjali Peturi Hansen, sum hvarv fyrst
í november mánaði. Sløkkiliðsleiðarin Sunleiv Højgaard greiðir frá eini tungari
tíð við leiting, har vónin um finna Pidda hevur verið størri enn ræðslan
Tungt at leita
eftir Pidda
– Í fyrstuni var torført at sova, tí eg hugsaði alla tíðina um, hvat vit ikki høvdu
nátt, sigur Sunleiv Højgaard, sum samskipaði leitingina eftir Pidda
Vildu hava reyða kollvelting
Tað var lív í á føroyska vinstravonginum í sektsti, sjeyti og áttatiárunum.
Fólk vóru virkin í kommunistiskum feløgum, tey mótmæltu og gjørdu
átøk, skrivaðu bløð, hildu reyðar summarlegur, diskuteraðu stóru
hugsjónirnar og tosaðu nógv um eina kollvelting í Føroyum.
– Tað er púra óskiljandi fyri mong, at tað hava verið kreftir í Føroyum,
sum vildu kollvelta føroyska samfelagið. Summi fóru so langt, at
hernaðarmegi ikki varð útilokað sum amboð til at røkka málinum um
sosialistiska tjóðveldið Føroyar, sigur Páll Holm Johannesen, sum
hevur skrivað bók um víðgongda vinstravongin undir kalda krígnum.