fríggjadagur 30. desember 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
14
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2011
desember
– Eg sigi bara tað, at tey, sum altíð bara
arbeiða frá kl. 8 til 16 og annars liggja
á sofuni, eru nógv meira ør enn eg. Tað
ræður um at liva lívið, meðan tað ber til.
Livar Nysted, rógvari við heimsmeti
Eg eri simpulten málleysur!
Hetta hevði eg ikki væntað.
Tónleikarin Jákup Eli Joensen, tá ið hann
vann Planet heiðursløn fyri sangin Vanja
Fýra prosent niðurskurð til tey
hægst løntu innan tað almenna.
Tað er útgangsstøðið hjá Fíggjar
málaráðnum í lønarsamráðingunum
við alment lønt starvsfólk.
Nú kann sjálvandi verða ført
fram, at verður hetta úrslitið, so
fara politikarar av sær sjálvum
nevndu fýra prosentini niður í løn,
tí tingfólk og landsstýrisfólk fylgja
lønarlagnum hjá tænastumonnum.
Kortini hevur Sosialurin gjørt eina
spurnarrundu millum tingfólk, um
tey vilja fara hesi nevndu prosent
niður í løn, sjálvt um almennar
lønir ikki minka.
Og her er ein stórur meiriluti
fyri at ganga á odda sum ein góð
fyrimynd.
Onnur vísa tó til, at fer almenna
lønarlagið niður, so fylgja ting- og
landsstýrisfólk við av sær sjálvum.
Men tað er í grundini hugvekj
andi, at sjálvt garvað tingfólk at
síggja til onga meining hava um
ein so einfaldan spurning: TEKUR
TÚ UNDIR VIÐ, AT LØNIN HJÁ
TING- OG LANDSSTÝRISFÓLKUM
LÆKKAR EINI 5% – FYRI AT VERA
GÓÐ FYRIMYND?
Útvið fjórðingurin av teimum,
sum Sosialurin fekk orðið á, vísti
til lønarskipanina hjá tænastu
monnum, sum løgtings- og lands
stýrisfólk fylgja.
Summu av teimum nývaldu
tordu onga sum helst meining at
hava, fyrr enn tey høvdu konfererað
við hægri maktir – og summi sjálvt
ikki aftan á tað.
Og so dugdi onkur ikki vanligan
fólkasið og hirdi ikki at svara fólki
aftur.
Markant broyting
Bert eitt av teimum 31 tingfólkunum,
vit fingu fatur á, segði seg ikki taka
undir við einum slíkum uppskoti,
og tað skarar fram úr úrslitinum
eftir líknandi spurnarrundu 1. sep
tember í fjør. Tá vóru bert 12 fyri at
fara niður í løn og 16 ímóti.
Men av teimum 16, sum søgdu
nei í september í fjør, eru bert
fimm eftir, og eingin teirra sigur
nei í dag.
Av ja-sigarunum eru eisini fá eftir,
somuleiðis fimm. Bæði tey, ið ikki
vildu svara, eru farin úr tinginum,
meðan tey trý, sum vit ikki fingu
fatur á til spurnarrunduna, heldur
ikki eru at finna í Tinginum í dag.
Tað kann tí staðfestast, at nýggja
løgtingið hevur broytt støðu heilt
markant, mótvegis gomlu ting
manningini.
Ein samanteljing av teimum
spurdu vísir, at 18 uttan at blunka
vilja taka ein lønarniðurskurð, og
harvið ganga á odda sum góðar
fyrimyndir. Sjey vísa til, at ting
mannalønirnar fylgja tænastu
mannalønunum (og svaraðu harvið
reelt ikki upp á spurningin), meðan
bert ein tinglimur segði eitt ítøkiligt
nei.
Fýra vildu ikki svara ella góvu
eitt ikki-svar, meðan tað ikki eydn
aðist at fáa fatur á trimum.
Lena vann 3 Planetir
Stóra kvinnan á Planet Awards 2011
var Lena Anderssen, sum vann tríggjar
av teimum sjey Planetunum, sum vórðu
lætnar føroyskum tónleikarum. Lena
Anderssen gav í ár nýggja fløgu út, og
á Planet Awards varð hon kostin Ársins
songkvinna og einstaklingur, og hon fekk
heiðurslønina fyri ársins útgávu. Swangah
Dangah vunnu tvær Planet heiðurslønir
– ársins nýggi bólkur og ársins bólkur –
Jákup Eli Joensen vann fyri ársins sang,
og Hans Edward Andreasen varð ársins
sangari. Harafturat var serligt Planet
herðaklapp latið Nicolinu av Kamarinum.
Summi børn
ræðast jólini
Jólini eru barnahátíðin mikla, men tað eru
ikki øll børn, sum gleða seg til jóla. Summi
stúra veruliga fyri hátíðini. Nógv veitslu
hald eru um jólini, fólk drekka nógv, og tað
kann enda sum harðskapur í heiminunum
– og tá eru børn ofta óbeinleiðis ella bein
leiðis offur.
– Vit vita frá bæði børnunum og
familjum, at jólini ikki altíð eru so stuttlig,
sigur Ingvør Justinussen, heilsurøktar
frøðingur og varaleiðari í Gigni.
Kunnu vinna Oscar
Stuttfilmurin Magma hjá Rannvá Kára
dóttir og Mariannu Mørkøre er við í
undankappingini til kendu Oscar films
heiðurslønirnar. Tær eru komnar við til
undankappingina umvegis eina kanadiska
filmsstevnu, har teirra filmur varð
heiðraður.
– Vit hava skemtað við, at vit gevast
ikki, fyrr enn vit hava vunnið eina Oscar.
Og nú eru vit við í undankappingini. Tað
blívur ikki betur, sigur Rannvá Káradóttir.
Stórur meiriluti av løgtingsfólkunum eru sinnað at fara
niður í løn fyri at verða ein góð fyrimynd
Tingfólk vilja
niður í løn
Nógv tingfólk eru til reiðar at
taka av lønini hjá sær sjálvum
Vitjaðu Mount Everest
Toni Dam og Páll Olaf Jacobsen hava fyri stuttum verið á Mount Everest Base
Camp, sum er síðsta steðgiplássið, áðrenn byrjað verður at klatra niðan á verðins
hægsta fjall. Tað var heldur tilvildarligt, at hesin túrurin yvirhøvur gjørdist til
veruleika. Vinmenninir báðir, Toni og Páll Olaf, hava altíð verið hugtiknir av Mount
Everest og tí ríku søguni, ið hoyrir til heimsins hægsta fjall í Himmalaya:
– Av tilvild hittu vit seint í summar einum íra á eini kafe í Havnini, og hann fortaldi,
at hann hevði verið á Mount Everest. Vit fingu líkasum blóð upp á tonnina av
hesum prátinum og blivu samdir um at gera ein túr niðan á Mount Everest Base
Camp, sigur Toni Dam, sum hevur verið á fleiri øðrum høgum fjøllum áður.