Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Tú mást venja teg við nógvan lort fyri at gera tað, sum tú tímur, og so er bara at vóna, at tað góða útjavnar tað ringa. Tónleikarin Petur Pólson Um tú hevur royndir, óansæð um tær eru væleydnaðar ella miseydnaðar, so veitst tú betur, hvussu og hvat tú skalt gera næstu ferð Sóley Danielsen, ið lesur til sjónleikara og leikstjóra í London Tá eg sum blaðungur skrivaði sangir, var lívið markleyst, og eg visti heldur ikki, hvønn vegin framtíðin bar meg. Nú kann eg vera eitt sindur meira afturlítandi. Um maðurin slípast á lívsins hvørvisteini, nýtist pennurin ikki at gerast óhvassur. Kanska bara eitt sindur slitin. Steintór Rasmussen, tónleikari og sangskrivari Eg havi enn ikki tikið alt upp á aftur, sum eg tapti undir valstríðnum. Eg hugdi á kontoina í dag, og har er absolutt einki eftir. Eg havi enn ikki innheintað mista svøvnin. Men mín áheitan til valevnini í Føroyum er, at tey skulu satsa alt. Annika Smith, valevni til fólkatingsvalið í Danmark, í Sosialinum Eg eri glaður fyri hvønn dag, eg vakni, og hóast veðrið ikki altíð er tað besta, so takki eg Gudi fyri hvønn dag, eg fái. Elis Poulsen, útvarpsmaður Mannalyndi er ikki skapt til at hava óavmarkaðan frían vilja, tí tað endar í totalum kaosi. Løgtingsmaðurin Jenis av Rana So søgdu tey... 2011