Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyrr var tað líka so givið sum amen í kirkjuni, at tá ein av størru peningastovnunum í Føroyum hækkaði rentur og ómaksgjøld, so fylgdu hinir í hølunum innan fáar dagar ella vikur. Soleiðis var ikki hesaferð, og uttan at hava kannað eft­ ir, so minnist eg sum fyrr­ verandi bankamaður ong­an­ tíð, at slíkt er hent í nýggjari føroyskari bankasøgu. Tað skal so líka sigast, at oftani er talan um rentu­ lækk­ingar, men tá lækka inn­lánsrenturnar nær­um altíð meir enn útláns­rentu­r­ nar, og harvið økist sokallaði rentumarginalurin. Úrslitið er tað sama; størri útreiðslur fyri samlaða kundaskaran og fleiri inntøkur til pen­inga­ stovnin. Ein freistast til at hugsa, at bæði nevnd og stjórn – saman við leiðandi starvs­ fólkum í BankNordik – hava sitið serstakliga trygg og rólig í stólinum, tá tey gjøg­ numgingu tey ymsu ómaks­ gjøldini og hækkaðu fleiri teirra upp um øll rímulig mørk, eins og tey uppfunnu nýggj gjøld. Tí hvat hevði leiðslan at óttast, og hví skuldi kartel- líknandi støðan millum før­ oyskar peningastovnar brád­ liga steðga? Nei, ha? Og tó, so hendi tað ómøguliga kortini: Hin stóri bankin, Eik, fylgdi IKKI við hesaferð. Brúkarin fingið nokk Nú er ongin trygd fyri, at hend­an støðan er broytt med alla. So bjartskygdur eri eg kortini ikki. Nógv bendir tó á, at sjálvt føroyskir kundar og brúk­ arar hava eitt mark fyri, hvat teir vilja finna seg í. Tað sær veruliga út til, at hørðu atfinningarnar móti Bank Nordik fyri at hækka ómaks­gjøldini fyrilitaleyst, hava hjálpt. Eik-leiðslan hveppir seg við at gera tað sama. Ella rætt­ari torir at fara beint øvugtan veg. Hetta er at frøast um og vísir, at tað er til mikið gagns fyri eitt samfelag og tess borgarar at hava árvaknar og aktivar brúkarar, sum halda eyguni við – og mótmæla – tá eitt nú peningastovnar og aðrar størri monopol- ella duopol-fyritøkur hátta sær á slíkan hátt móti brúkarunum. Sostatt tykist mark vera fyri, hvussu grískir bankar og aðrar fyritøkur kunnu loyva sær at vera. Serliga í einum lítlum og fjarskotnum samfelagi sum okkara, hevur ein slík reak­ tión stóran týdning, tí kapp­ ingin á sera týðandi økjum er so avmarkað – eitt nú í fíggjargeiranum og á øðrum økjum. Nú eri eg ikki ein av teim­ um, sum vænti at síggja pen­ ingastovnar taka tey stóru sosialu atlitini, tí talan er um vinnufyritøkur, ið skulu vinna pening til íleggj­ ararnar. Tað er fyri so vítt fair nokk. Tað liggur mær somuleiðis fjart at romantisera avgerðina hjá nýggju leiðsluni í Eik um ikki at hækka ómaksgjøldini, og ístaðin at lækka tey. Í fíggjarheiminum snýr tað seg um at vinna pening til sín sjálvs og partaeigararnar; nógvan pening. Og tó. Við hesum príspoli­ tikkinum og við at fara beint ímóti rákinum, vísir leiðslan í endurstovnaða Eik dirvi. Eitt er givið. Tað er ikki tí, at Eik ikki eisini vil vinna pening; nógvan pening. Eg síggi sostatt ikki aðra orsøk til eina slíka gerð, enn at leiðslan vónar at vinna “tað mista” inn aftur í vælvild hjá kundunum, ið onkursvegna kann vera við til at økja um inntøkurnar á annan hátt. At broytingarnar í rentuni so gongur út yvir ein part av innlánskundunum, er sjálv­andi spell fyri hesar, men tey rentustigini eru so lág frammanundan, at tað neyvan merkist tann stóri munurin har. Harafturat verður tað dýrari fyri tey, sum hava donsk realkredittlán. Tó eru hesi framvegis bílig­ ari enn tey minstu dýru før­ oysku sethúsalánini. Ótarnað hækking Eg taki hattin av fyri, at nýggja leiðslan í Eik hevur valt at stýra beint ímóti rák­ in­um. Tað hevur ivaleyst gipp­ að í meira enn einum av teim­um mongu stjórunum í Húsa­gøtu, tá tað júst eftir jóla­halguna frættist, at kapp­ ingar­neytin yviri við Strond – fyri­bils í hvussu er – IKKI vil ganga í takt við stóra­ beiggja. Eik hevur havt sítt ævintýr uttan fyri landsoddarnar, og tað endaði sum kunnugt í eini fíggjarligari vanlukku, har ein rúgva av fólki mistu pen­ing. Fleiri av hesum ómeta­liga nógvan pening. Eins og hjá flestu øðrum før­oyingum er tað mín inn­ ar­liga vón, at uttanlands­æv­ in­týrið hjá Bank Nordik við Amagerbanken og Sparbank ikki gongst sum við Eik Bank Danmark, men at hesi keyp veruliga fara at gerast ein fíggjarligur vinningur fyri Føroyar. Tó skal ongin billa mær inn, at Bank Nordik hevur fingið Amagerbanken bíliga, eins og róð varð fram undir í fjølmiðlunum, tá keypið fór fram. Vit skulu minnast til, at hetta varð gjørt í harðari kapp­ing við fleiri aðrar bank­ar, har av nakrir eru nógvar ferðir størri enn før­oyski bankin. So hví skuldi Fíggjarligt Støðufesti latið sunnu partarnar av Amagerbanken farið fyri útsølu­prís? Nei, sjálvandi ikki! Bank Nordik hevur gold­ið væl og virðiliga tað fyri danska bankan, ið gjald­ ast skuldi. Og hvør rindar so prísin fyri keypið av stoltleikanum hjá “amager’kanarum” í banka­ høpi. Jú, tað gera vit før­oysku kundar í Bank Nor­dik. Tað er júst keypið av Amagerbanken og Sparbank – saman við hørðu kappingini á fíggjarmarknaðinum í syðra parti av ríkinum – ið eru høvuðsorsøkin til, at ómaksgjøldini í Føroyum eru farin til himmals. Tí hvør skuldi annars goldið? Kappingarstøðan í Danmark loyvir jú ikki hækkingum av slíkari stødd. Hóast tað í stóran mun gongst væl hjá føroyska partinum av Bank Nordik, kann bankin ótarnaður hækka ómaks­gjøldini í Før­ oy­um. Eisini sjálvt um Brúk­ ara­umboðið, sum ongar lóg­ ar­heimildir hevur at forða slík­um, talar at. Formliga letur hetta seg eisini gera í Danmark, men í veruleikanum ikki. Har verða peningastovnar, sum óhemmað ditta sær slíkt, alt fyri eitt revsaðir av kundunum, ið hava møguleika fyri at leita sær í aðrar bankar. Tann møgu­ leikin finst gott nokk í Føroy­ um, men so at siga bert á pappírinum. Havandi í huga at rentu­ støðið í Føroyum framman­ undan er munandi hægri enn í Danmark, virka hesar ógvusligu hækkingar av røtt­ um provokerandi fyri kund­ arnar. Partaeigarar eiga at rinda sín part Ævintýr eru oftani dýr, og sostatt eru tað vit føroysku kundar í BankNordik, sum skulu gjalda fyri, at donsku kundar bankans skulu sleppa bíligari. Um vit seta afturlating av deildum hjá Bank Nordik í Føroyum upp ímóti bankans uttanlandsævintýri, var ikki sørt margháttligt at hoyra – fyri ikki at siga láturligt – tá ein av stjórunum í Bank Nordik royndi at greiða frá, hví deildir í so stórum plássum sum Fuglafirði og Vestmanna máttu lata aftur, tí bankin “ikki hevði ráð” at reka tær. Eg meini tað! Minnist meg rætt hendi hetta enntá í somu viku, sum ein annar stjóri errin kunngjørdi orsøkina til, at sami banki hevði rist 235 mió. krónur úr ermuni fyri at keypa Amagerbanken. Visti høgra hond ikki, hvat vinstra gjørdi, ella øvugt? Vónandi er sjokkið yvir einagongdina hjá Eik so mikið stórt, at leiðslan í Bank Nordik tekur í egnan barm og lækkar ómaksgjøldini aftur og gjarna eisini renturnar. Kundarnir eiga lívið í ein­ um banka, og tað líkist ong­ um, at ein ávísur partur av kundunum – í hesum føri teir føroysku – skulu rinda allan kostnaðin av uttan­lands­ ævintýrinum hjá hesum banka. Eitt ævintýr, sum parta­eig­ararnir fáa nærum allan ágóðan av. Av somu orsøk eigur ein partur av rokningini fyri øktu útreiðslurnar av bankakeypunum í Dan­ mark at verða umsett til lægri vinn­ingsbýti til parta­ eigararnar, ístaðin fyri at áleggja kund­unum himmal­ høg ómaksgjøld. Alt annað er skammleyst. Gott Nýggjár, øll somul. Ótálmað ómaksgjøld og himmalhøg renta Kári Mikkelsen journalistur og viðmerkjari Hóast tað í stóran mun gongst væl hjá føroyska partinum av Bank Nordik, kann bankin ótarnaður hækka ómaks­ gjøldini í Før­oy­um Elin Lindenskov býráðslimur Havnin skal av­mon­ te­rast   Havnin skal avmonterast er mottoið hjá nýggju sam­gonguni. Tað síggja vit aftur nú við Sjósavninum. Við at skerja Sjósavnið við einum triðingi av játtanini, ger landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, tað ógjørligt hjá savninum at virka. Tað er ein skandala, um Sjósavnið nú má stongja. Sjálv havi eg ofta vitjað savnið saman við ferðafólkum, børnum, ung­um og gomlum í mín­ um arbeiði og privat. Fe­ lags fyri allar vitjanir, óan­sæð hvørjum eg havi verið saman við, er ein stór spennandi uppliving og læring. Har er altíð okkurt nýtt og at síggja, læra og uppliva. Sjósavnið hevur ómeta­ liga stóran týdning fyri okk­ara sjálvsfatan sum oyggja­land og sum fiski­ vinnutjóð. Her síggja vit fiskarnar livandi, sum vit annars bert síggja á døg­ urða­borðinum ella hoyra um í tíðindunum. Sjósavnið er ein sera góður undirvísingarmiðil, sum landið sjálvandi eigur at stuðla. Sjósavnið er ein dýrabar perla. Vit eiga at hjúkla um Sjóðsavnið, og geva tí tær allarbestu umstøðurnar at menna seg í. Tað er skeivt at taka stuðul frá Sjósavninum bara tí tað er í Havn. So vin­arliga set tær sera týdn­ingarmiklu 100 tús­ und krónurnar á aftur játt­anina okkara landi at frama!