fríggjadagur 30. desember 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Øll kenna vit Sjósavnið, men
mong vita helst ikki, hvussu
Sjósavnið er skipað, og hvussu
raksturin er. Føroya Sjósavn
er ogn hjá einum grunni.
Tórshavnar kommuna eigur
húsið og økið rundanum,
og kommunan letur hvørt
ár 400 túsund beinleiðis til
grunnin, umframt at hon
ber kostnaðin av húsi, um
vælingum o.ø., t.v.s. um hálva
miljón árliga.
Savnið er bygt burtur úr
ongum av sjálvbodnum eld
sálum við nógvum stríði og
ongari løn. Frá byrjan hevur
hevur tað verið eitt aðalmál
at menna eina góða skúla
tænastu, har ungdómar og
børn kunnu fáa møguleikan
at nema sær kunnleika til lív
ið í sjónum rundan um okk
um. Nógv túsundtals børn
vitja savnið árliga.
Eldsálirnar, ið standa fyri
Sjósavninum, hava mang
an tosað um, hvussu løgið
tað er, at vit, mitt í Norður
atlantshavi, við einum veld
igum lívfrøðiligum margfeldi
í sjónum beint uttan fyri
okkara dyr, ikki hava eitt
veruligt sjósavn og akvar
ium.
Endamálið við Sjósavn-
inum var fyrst at gera eitt
akvarium fyri at fáa royndir,
og síðan at byggja savnið
upp, so hvørt sum pengar og
vilji vóru til staðar. Og savnið
hevur síðan havt ymsar
framsýningar og aktivitetir
til barnagarðsstovur, skúla
flokkar, pedagogar, lærarar
og almenningin.
Á heimasíðuni kanst tú
lesa, at eisini verður framleitt
tilfar, ið skúlar kunnu brúka á
skúlanum, áðrenn teir koma
at vitja. Roynt verður eisini at
gera eina undirvísingargongd
á savninum, ið stuðlar undir
ta vanligu undirvísingina á
skúlunum um lívið í sjónum.
Avmonterast
ella flytast?
Landið hevur latið 300 tús
und um árið til Sjósavnið. Nú
tørvurin var størstur lækkaði
sitandi
fiskimálaráðharri
játtanina til 200 túsund, sum
er onki minni enn ein skan
dala fyri savnið.
Jákup Mikkelsen, lands
stýrismaður, sigur beint út,
at ”búskapurin skal aftur á
beint”, og tí verður stuðulin
til Sjósavnið skorin frá 300
til 200 túsund. Og so kom ein
langur fyrilestur um, hvussu
stóra virðing hann hevði fyri
teimum eldsálum, sum hava
skapt Sjósavnið, og hvussu
stóran týdning eitt Sjósavn
hevur. Eg meini tað!
At enda nam hann við tað
sjálvsagda í, at vit sum fiski
vinnutjóð hava eitt sjósavn.
Men her fortalaði hann seg, tí
samstundis sum hann sigur,
at vit sum fiskivinnutjóð eiga
at hava eitt sjósavn, so sigur
hann, at ”spurningurin er,
um tað vit hava í dag, hevur
neyðugu karmarnar”.
SO vita vit, hvat klokkan
hevur sligið. So skal Sjósavnið
sama veg sum alt annað, sum
í løtuni verður avmonterað í
høvuðsstaðnum og flutt til
Klaksvíkar. Tí so er tað bara
ein spurningur um tíð, til
”neyðugu karmarnir” verða
funnir í Klaksvík, og fígging
er tá helst eingin trupulleiki–
J-Bandin avmonterar ella
útsetir bara okkurt í Havn,
so er fíggingin tøk!
Mátti skammast
Tað, sum undrar meg mest er,
at ein fiskimálaráðharri skal
hava so negativan hugburð
mótvegis einum sjósavni, sum
dagliga er við at ríka okkara
ungdóm við kunnleika um
okkara umhvørvi og okkara
fiskivinnu. Bara tankin um at
skerja akkurát hesa játtanina
er í míni verð ein stór skomm,
tí upphæddin er í teirra verð
láturlig.
Hundraðtúsund eru bara
ein brotpartur av tí, sum sami
fiskimálaráðharri og hansara
samstarvsfelagar hava játtað
sær sjálvum í skattafríum
ferðapengum. Álvaratos, at
kalla seg fiskimálaráðharra
og sum fyrsta avrik í starv
inum avhøvda einasta átak
av sínum slagi innan fiski
vinnufrálæru
í
Føroyum.
Landsstýrismaðurin átti at
skammað seg.
Fiskimálaráðharrin, ið sum
fyrsta avrik í starvinum
niðurlaðaði Sjósavnið
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Kjak
Tað skar meg í hjartað,
at ein so serføroyskur
stovnur sum Sjósavnið
í
Sandágerði
skuldi
skerjast við 1/3 av lands
kassans stuðli næsta ár.
Ikki minni enn 100.000
kr av íalt 300.000 kr, sum
løgtingið hevur játtað
árliga, verður strikað
eftir 1. januar.
Tórshavnar
býráð
hevur sæð so stórt í
hesum livandi savni, at
vit hava játtað 400.000
kr, ella 4/7 av samlaða
kostnaðinum árliga, og
vit halda fram at stuðla
við somu upphædd í
2012.
Sjósavnið er nakað
serligt, ikki minst tí tað
hevur við høvuðsvinnu
okkara at gera. Tað vísir
føroyingum, sum ikki
hava sítt dagliga yrki á
sjónum, hvussu lívið í
havinum virkar.
Føroyskir skúlanæm
ingar og tilkomin fólk
í 1000-tali vitja savnið
hvørt ár. Sjósavnið er
fyri mong tað fyrsta
innlitið, tey fáa í havsins
lívfrøðiligu loynidómar.
Tað kveikir uttan iva
áhuga í mongum før
oyskum barni til at
kunna seg meiri um hav
sins iðjandi lív og eggjar
kanska fleri til at velja
eina yrkisleið, sum hev
ur við sjógvin og fiski
vinnuna at gera.
Hetta er ein áheitan
á partamann mín, Ják
up Mikkelsen, lands
stýrismann í fiskivinnu
málum, um at spara
Sjósavnið fyri at verða
skert heili 33% av einari
so lívsneyðugari og lítl
ari játtan.
Henda sparing munar
so lítið ímóti teimum 10-
og 100-tals milliónum,
sum
rulla
gjøgnum
landskassan hvørt ár,
og sum mangan ikki eru
lívsneyðugar fyri okkara
samfelag.
Sjósavnið er stovnað
og verður rikið við per
sónligum eldhuga. Hesin
innsatsur átti at verðið
løntur og ikki revsaður
við spariknívinum.
Landsstýrið ivast ikki
í at játta 10-tals mió kr
til Tekniska Skúlan og
Trygdarmiðstøð í Klaks
vík. Tað mátti borið til
at játta 100.000 kr til
einasta Sjósavn í land
inum.
Einki mark sýnist at
vera fyri miljardunum,
sum rulla, tá stór fakfeløg
í heilsu- (900 mió kr),
almanna- (1.700 mió kr),
skúla- 900 mió kr) og
umsitingarverkinum
(500 mió kr) seta nevar-
nar fyri nasarnar á
landstýrismonnum.
Har kundu milliónir
verið spardar, men verða
tað ikki. Tað hevur nakað
við altjóða normar at
gera. Men okkara smáu
serføroysku spírar, tey
søguligu, fólka- og lív
frøðiligu søvnini, verða
kvaldir av smáligheit.
Eg heiti tí staðiliga á
Jákup Mikkelsen, lands
stýris- og partamann,
at hann sparir har, tað
munar.
Tú mást lata okkara
einasta,
lítla
Sjósavn
sleppa undan at fáa
mønustingin við einari
100.000 kr sparing, sum
ongan mun ger í heildini,
men sum setir trygdina
við pumpuskipan, út
skifting,
viðlíkahaldi
og lønum til tvey fólk í
vanda.
Gev ikki Sjó
savninum
mønusting,
Jákup
Bogi Andreasen
varaborgarstjóri
Tórshavnar Kommunu
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum hevur óivað
ein baktanka við at svølta
Sjósavnið á Argjum.
Hetta er eitt greitt signal
um, at tað smakkar illa, at
Sjósavnið er har, sum tað er.
Tað verða neyvan tær
100.000
krónurnar,
sum
landsstýrið hevur tikið frá
savninum, ið fara at bjarga
undirskotinum á landsins
fíggjarlóg.
Men tað er óvirðiligt, at
hesir fittu og áhugaverdu
sýnislútir í høvuðsstaðnum
nú eisini eru vorðnir offur
fyri politiska herferðini at
pína miðstaðin niður.
Sum nýggja landsstýrið
hevur borið seg at ta stuttu
tíð, tað hevur sitið við ræðið,
er lítil vón um, at tað gongur í
seg sjálvt í hesum málinum.
Tí mæli eg til, at Tórs
havnar býráð, sum frá fyrsta
degi hevur stuðlað tí sera
áhugaverda og væl umtókta
Sjósavninum,
meðvirkar
til, at savnið fær ta fígging,
sum er neyðug, so tað kann
virka nøktandi og á tryggum
grundarlag.
Átakið við Sjósavninum
er framúr. Tað er eitt viðkom
andi lið í uppaling og kunn
ing fyri bæði børn, vaksin og
fremmandafólk.
Býráðið má meðvirka
Jógvan Arge
Formaður í mentamálanevnd
Tórshavnar Býráðs
Nógv túsundtals børn
vitja savnið árliga