Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ikki kan sigast annað enn heitið á hesum sendingum er væl valt og bera navnið á tí uppkallaða við sannari æru. Til tíðir kann tað verða torført fyri Marsannu og Palleba at vita, hvat hesi ymisku orðini merkja, sum hesir ymisku ment­anarbólkarnir arbeiða út­frá Moldvarpa er eitt lítið dýr, sum teir flestu urta­ garðs­eigarar ikki eru glaðir at fáa í urtagarðin. Hon oyði­leggur allan urtagarðin. Orða­bókin sigur hetta um moldvarpuarbeiði: Mold­varpu­ arbeiði er spillandi arbeiði. Nú er at siga, at hendan trupul­ leikan hava føroyskir urta­ garðs­eigarar ikki. Vit hava ikki hetta djórið her heima. Eitt annað orð, sum verður nýtt um sendingarnar, sum verða sendar fríggjakvøld, er orð­ið satira. Eg var sjálvur í iva um, hvat hettar orði inni­bar eftir, at eg hevði sæð tær fyrstu sendingarnar. Orða­bók­in sigur hetta orðið: Satira, spott, háð, speisemi, spei(ar)orð glós. Ilt er at skilja, hví Kring­varps­ leiðslan heldur hetta verða gott familju­undir­hald at byrja eitt vikuskifti við. Tolsemisrákið Eins og taktføst herróp hevur ljóðað, at vit skulu hava eitt tolsamt samfelag, og vit skulu verða tolsom. Tann, sum dittaði sær at hava aðra meining enn tann hópurin, sum vildi taka patent uppá at hava ta røttu uppfatan og útleggjan av hugtakinum tolsemi, bleiv happaður. Bert við at hava sæð tríggjar av seks sendingum, ber hetta frá ófrættarákið frá okkara almenna sjónvarpið um tolsemis hugtakið. At eg seti hetta á prent hevur onki við erkvisni ella smásárheit at gera, tá talan er um málbrúkið í hesum sendingum, tá ein hevur verið siglandi nøkur ár, so skuldi ein leggja oyru til nógvar illa valdar málnýtslur. Væl vitandi um, at pláss skal verða fyri løttum skemti­ ligum sendingum í sjónvarp­ in­um og útvarpinum, so eru hes­ar sendingar alt ann­að enn skemti­ligar. Her er mál­ nýtsl­an primi­tiv og vánalig, nógv bannarí, innihaldið er niðr­andi. Her á landið hevur verið ein ávís virðing og re­ spekt fyri okkara anda­liga ment­anararvið og trúar­ lívið bæði innan kirkju og sam­komulív yvirhøvur. At kringvarpið skal ganga á odda at niðurbróta hendan okkara mentanararv tykist undarligt. Trúarlívið fær sum ikki eina­ ferð stóra negativa rúmd send­ingunum, happing og niður­gerðan av trúarlívinum. Tað er gamalt fordómsgóðs, ið verður borðreitt við við­ víkj­andi trúarlívinum í Før­ oyum. Hetta hevur ikki nak­að sum helst hald við veru­leikan at gera. Onki, sum vit menniskju hava við at gera, er fullkomið,heldur ikki teir persónar, sum vit møta, menn og kvinnur í Bíbliuni, sum blivu brúkt og knýtt til arbeiði Jesusar her á jørð. At SvF skal ganga á odda at niðurbróta hesar varðar, henda arv, sum okkara forfedrar góvu okkum, er ikki til at skilja. Kringvarpið hevur gjørt seg til málgagn fyri tolsemisrákinum. Hesar sendingar fremja ikki eitt betur klima í tolsemis orðaskiftinum og rákinum. Satt at siga bleiv eg sera kløkkur, tá eg sá, at gjøldur bleiv gjørt av okkara politikkarum. Eg hugsi her um klippið, tá politiskur fundur var sendur í Kringvarpinum, at Kringvarpsstarvsfólkið brúkar ein almennan politiskan fund til moldvarpasendingina. Tað var týðiligt, at politikkarnir tóku spurningin, sum kom úr salinum um tey samkyndu, seriøst og í fullum álvara. Tað, sum politikkarnir ikki vistu, var, at tað var eitt samanspæl millum tey sum leiddu politiska fundin og tey, sum gera hesar moldvarpusendingarnar og harvið vildu draga tey sam­ kyndu enn meir inn í val­ stríðið. Hetta sigur ikki so lítið um, hvat vald í kring­ varps­manningin hevur. Hetta avdúkar ein ávísan jour­nalist­ iskan óseriøsitet. Álvaratos, her er onki skemtiligt at flenna at, tað er enn minni at flenna at, tá ein fær at vita, at sendingin hevur kostað kr. 300.000. Hatta man vera eitt frálíkt spælipláss hjá amatørsjónleikarum at bú­ leikast uttan eftirlit og eftir­ kannan, hvat teir senda út til almennu Føroyar. Settir á portrið? Síðan Útvarp Føroya bleiv sett á stovn, hevur Kristi­ligt Lurtarafelag og Síggjara­ felag havt umboðan í Kring­ varps­nevndini. Hetta er broytt til onga umboðan í nevnd­ini. Hvør tað er, sum hevur viðtikið hettar, veit eg ikki. Mín spurningur er tí til Kringvarpsnevndina og Menta­ málaráðið við Bjørn Kalsø: Hvør er orsøkin, at Kristiligt Lurtara og Síggjarafelag er sett á portrið? Hetta er eitt stórt afturstig fyri trúarlívið í Føroyum,at ongin rødd er at hoyra í Kringvarpsnevndini, sum setur spurnartekin til slíkar ivasamar sendingar við vána­ligum mentanarligum virði og innihaldi, og har orða­ valið er á so lágum støði. Nú skal ongin halda, at undirritaði ikki dámar skemt ella sendingar í løttu sjangruni. Teimum heilsa vit vælkomnum uttan eiðir og forbannilsir. Var tað neyðugt hjá sjónvarpsvertinum at ávara okkum, sum sóu Dag og Viku fyri eini tíð síðan,tí nú skuldi eitt brot vísast úr einum sjónleiki, sum var leiktur í sjónleikarhúsinum við ógvusligum orðum. Tað sama kundi verði gjørt í samband við moldvørpusendingarnar. Hóskandi kundi verði sagt: Vegna málbrúkið er hetta ikki ein familjuvinarlig sending. Vit, sum upplivdu V4sendingarnar við skemti og tættum, upplivdu nøkur stuttlig kvøld saman við Fossadun og Palliba við fleiri.Tá nú alt hettar er sagt, so skal eisini ljóða ein tøkk til Kringvarpsnevndina og starvsfólkið í Kringvarpinum fyri mangar góðar upplýsandi sendingarar bæði í útvarpi og sjónvarpi. Eg eri ikki lim­ ur í Kristiligum Lurtara og Síggjarafelag. Um nakar held­ur, at eg gangi ørindi fyri hendan felagsskap, fer við­ komandi skeivur. Hetta hevur mín áhuga, hví hesin felags­ skapur bleiv settur á portrið? Hvat er komið í staðin,og hví er hetta broytt? Eg vil vóna, at Kringvarpið verður hepnari við teim næstu undir­ haldssendingunum.Góða eydnu. Moldvørpumentan í Sjónvarp Føroya Thomas J. Askham Mold­ varp og Kring­ varps­ mentan Aftursvar til Thomas J Askham Vit vilja hervið gera vart við, at vit vistu einki um, at umboð fyri Moldvarp Føroya vóru tilstaðar og gjørdu upptøkur, tá vit skipaðu fyri kjak­ fundi dagin fyri løg­ tings­valið. Thomas J Askham sigur í bløðunum í dag sína hugsan um tað, hann kallar Moldvørpu-mentan í Sjónvarpi Føroya. Í grein sínari nevnir hann kjakfundin, sum varð hildin í Ítrótt­arhøllini á Hálsi dag­in fyri valið, har all­ir floksformenn tóku lut. Á fundinum fekk Jenis av Rana ein spurning, sum snúði seg um viðurskiftini hjá samkyndum. Thomas J Ask­ham skrivar, at starvs­ fólkini í Kring­varp­ inum brúktu almenna fundin til moldvarpa­ sendingina, og at “Tað, sum politikkararnir ikki vistu, var, at tað var eitt samanspæl millum tey, sum leiddu politiska fundin og tey, sum gera hesar moldvarpusendingar, ...”. Vit, sum skipaðu fyri kjakfundinum, visti einki um, at upp­ tøkur vórðu gjørdar til Moldvarpið á fund­ inum. Við heilsan, Sigmar Bláberg, Jón Brian Hvidtfeldt, Finnur Jensen og Elin Winther Poulsen Sjósavnið hevur verið eitt ný­ brot í føroyskari tjóðar­søgu síðani tað lat upp í 2006. Við undangongufólkum, hvør á sínum økjum, eyðn­að­ ist tað at gera ein dreym til veruleika – ikki í sjálvsøkni – men við áhaldni og dirvi at taka eina avbjóðing og fáa stovn­sett Føroya sjósavn. Hetta hevur ríkað okkara vinnu­søgu og mentunarlív við at geva okkum øllum og ikki minst okkara upp­vaks­andi ættarliði inn­lit í – fyri mong – eina spenn­andi og ókenda verð. Skúlar brúka hetta í síni undir­vísing um­framt at barna­garðar eis­ini vitja tíð­um. Undan­gongu­fólkini hava brúkt stóran part av síni frítíð fyri at røkka hesum. Hjartans tøkk hava tit fyri tað. Sjálvsagt var Tórshavnar býráð við til at stuðla frá fyrsta degi. Seinni hevur so landið eisini latið eina árliga játtan, soleiðis at savnið kann verða rikið á einum rímiliga tryggum grundarlagi. Und­ an­gongufólkini hava størri ætlanir og ynskja fram­hald­ andi at útbyggja savnið. Nú tykist sum alt skal for­ komast. Lands­stýris­mað­urin í fiskivinnumálium, Jákup Mikkelsen, sker mun­andi – ein triðing - av tí framm­an­undan lítlu játtan til savnið, soleiðis at tað ikki fer at bera til at reka virksemi long­ur. Harumframt setir lands­stýrismaðurin eisini undrandi ivaspurningar um verandi sjósavn. Hetta er bæði skammiligt og syrgiligt. Fari tí hervið at heita á løg­mann Kaj Leo Holm Jo­ hanne­sen, sum eisini er gam­al sjóðmaður og skips­før­ari, um at syrgja so fyri, at Sjó­savnið fær somu játtan sum í fjør – heldur meira enn minni. Fari eisini at heita á fólkafloksumboðini í lands­stýri og á løgtingi, Anniku Olsen og Hanus Samró, um at greiða Bigga frá týdningum av einum sjósavni í eini fisk­ vinnutjóð sum Føroyum. Við vón um, at avgerðin skjótt verður broytt! Føroya sjósavn – áheitan á løgmann Jákup Símun Simonsen býráðslimur í Tórshavnar kommunu