Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Tað er við áhuga og undran, at eg lesi greinina “Svanasongur Sambandsfloksins” eftir Krist­in Vestergaard. Áhuga­ vert og ikki lítið hugstoytt, at gomul sannførd sam­ bands­fólk skulu kenna seg so fremmand, har tey standa og hyggja at, hvussu landsins myndugleikar eru miðvíst farnir undir at ríva føroyska vælferðarsamfelagið niður. Sum Kristin Vestergaard, má eg eisini siga, at tað er ræð­andi at koma í landið og síggja, hvat politikarar í løtuni arbeiða fyri. Undan valinum fekk før­oyski veljarin einki ítøki­ligt at vita um politikkin, sum skuldi førast Av fleiri ávum fari eg ikki at taka til orða fyri, hvørki sam­ bands-, sjálvstýris-, mið­floks-, fólkafloks- ella tjóð­veldis­ politikki. Tey, sum hava livað alt sítt lív her heima tykjast ikki longur at duga at skyna á, hvør flokkur umboðar teirra sjónarmið. Hvussu skal tá ein, sum eg, ið júst eri kom­in heim­aftur, kunna siga nakað um tað? Málið snýr seg ikki um hetta. Málið snýr seg um nakrar fáar menn og kvinnur – fólka­vald – men sum kortini hava sett seg til róðurs við politikki, sum meirilutin av fólkinum ikki tykist taka undir við. Hvussu kann hetta bera til? Hvussu er støðan íkom­ in? Grundirnar kunnu vera fleiri. Men eitt gav eg mær far um undan valinum. Eing­ in flokk­ur segði framm­an­ undan, hvørjar aðrar flokkar teir fóru at samstarvast við. Tískil varð einki sagt velj­ aranum, hvat teir, sum seinni fóru at ganga saman, fóru at royna at stríðast fyri at fáa ígjøgnum. Hetta er ógvuliga margháttlig støða, sum ikki man vera heilt vanlig í einum framkomnum fólka­ræði. Tá ið eg varð spurd, um eg nú skuldi á val í Føroyum á fyrsta sinni, svaraði eg, sum satt var: Nei, tað kann eg ikki, tí eg havi ikki føroyskt pass enn. Men – legði eg afturat – tað er líka frægt, tí eg hevði als ikki vitað, hvat eg skuldi valt! Hesir politikarar, sum nú bjóðaðu seg fram, søgdu mær ikki ítøkiliga, hvat teir ætlaðu sær, komu teir til valdið. Tey ungu heimaftur? Undan valinum var tó mik­ ið fagurt at hoyra, um enn óítøkiligt. Eitt tað týdn­ingar­ mesta var, at vit mugu fáa ung, væl útbúgvin fólk heimaftur. Í ymiskum orðingum tyktust øll kunna semjast um hetta. Og øll tyktust samd um, at fráflytingin er ørkymlandi. Felags fyri allar flokkarnar var kortini, at lítið – um nak­ að – varð sagt um, hvussu hetta skuldi fáast upp í lag! Nú hoyra vit einki um hetta longur. Og hví? Jú, tað skal eg siga so væl. Tað er, tí at sum nú er, hava po­ litik­arar einki at bjóða ung­um føroyingum at koma aftur til! Hvussu í allari víðastu verð skulu hesir politikarar hyggja unga fólkinum inn í eyguni og bjóða teimum at koma aftur til eitt samfelag, har ætlanir verða lagdar um at stjala skatta­pening frá framtíðini fyri at fíggja teimum, ið for­vinna mest, stuttskygdan skatta­lætta beint nú, meðan alt Evropa er í kreppu? Vit eiga at minnast til, at hesi heilt ungu við spildurnýggjari útbúgving og ongum arbeiðsroyndum fara ikki so frægt sum at hoyra uppí bólkin, sum fær skatta­lættan. So tey fara ikki at koma. Ung føroysk munnu ikki ímynda sær eydnuna í at stríðast fyri lutfalsliga lága løn (borið saman við tað, tey fáa í granna­londunum) samstundis, sum tey skulu nú verða við og arbeiða fyri, at tey ríkastu og nakrir fáir politikarar fáa uppaftur meira. Tey fæstu teirra heilt ungu munnu hugsa um pen­ sjóns­til­veruna longu. Hon er hóast alt eini 35 ár inni í framtíðini. Men gera tey tað, so vita tey sær eisini, at tann skattapeningur av teirra pensjónum, sum longu nú skal verða brúktur upp, með­ an tey eru ung, hann fer at vanta í seinni. Tá ið tann tíð kemur, verða tað tey, sum taka um endan eina ferð afturat. Aðrir føroyingar uttanlands Aftur at teimum ungu er bólk­ur av føroyingum, sum hev­ur nomið sær útbúgving uttan­lands, kanska uttanfyri ríkis­felags­skapin, og vunnið sær arbeiðs­royndir í øðrum londum. Hetta er bólkur, sum einki hevur tikið út úr sam­felag­num, men sum væl kundi verið við og gjørt sítt í heim­landinum, um umstøðurnar laga seg. Fíggjar­liga er lættari hjá hesum at koma heimaftur at seta búgv enn hjá teimum ungu, sum koma við tómum hondum, ella helst eisini við skuld eftir lestrartíðina. Men eisini hjá nógvum av hesum fara fleiri spurningar at taka seg upp. T.d. skal ein vága sær heim til eitt samfelag, sum fer øvutan veg sum grannalondini í so grundleggjandi spurn­ingi sum at skipa pen­sjóns­rætt­ indi? Tað mundi verið gott fyri land­ið, at summi koma heimaftur við útbúgving og royndum sínum? Men at ein ørkymlast um sína egnu framtíð er menn­iskjans­ ligt, og útlitini fyri at verða skattaður tvær ferð­ir av pen­ sjón eru lítið at bjóða fólki. Harafturat munnu eis­ini fleiri teirra seta sær nakrar ósjálvsøknar spurn­ingar. T.d. hvussu skal ein hava samvitsku til at vera part­ur av samfelagi, har politi­karar við vitan og vilja, og ímóti ávaringum frá bú­skap­ar­frøð­ ingum bæði inn­an- og uttan­ lands, fara at ríva væl­ferðar­ samfelagið niður? Hvussu skal ein hava sam­vitsku sjálvur at taka ímóti skattalætta og samstundis vita sær, at her eru familjur og stakir uppi­ haldarar í pinkulítla sam­felagi okkara, sum noyðast biðja um hjálp av privatum hondum fyri at kunna halda jól við børnum sínum? At enda, antin vit altíð hava livað her, nústani eru flutt, ella hugsa um at koma heim, eru tey flestu so mikið at sær komin, at nakrir heim­ speki­ligir spurningar eisini munnu stinga seg upp. Vil ein liva í einum samfelagi, har fólka­ræði er vorðið til tað fá­manna­veldið, sum vit fingu okk­um so týðiliga grein­að av dugna­lig­um bú­skapar­frøð­ ing­um á fólkafundi í Norð­ urlandahúsinum herfyri? Vil ein liva í einum samfelagi, har landsins politikarar eru skila­leysir og hava ikki dirvi at leggja burðar­dyggar ætl­ anir fyri týdningar­mestu inn­tøku landsins, sum er fiski­veiðan, eisini nevnd “fólk­sins ogn”? Fer ein at liva væl í einum samfelagi, har politikarar renna ørindi fyri tey allar­ríkastu, og tískil hava gjørt seg til ússaligar dukkur í træð­rum? Vinnulív og politikkur – Samstarv er ikki at eiga hvønn annan Við hesum vil eg ikki siga, at politiska lívið og vinnulívið ikki skulu samstarvast. Sjálv­ andi skulu tey tað. Í einum og hvørjum framkomnum sam­ felagi samstarvast politik­arar og vinnulívsfólk um skilagóðar karmar fyri vinnuna. Men hes­ir karm­ar skulu byggja sam­felagið sum heild, og tískil eisini hava fyrilit við væl­ ferðar-sam­felagnum. Tí kann hetta sam­starv aldrin verða tað sama, sum at politikarar gerast til ørindadreingir og -gentur fyri nøkur heilt fá vinnulívsfólk, sum soleiðis leggja lunnar undi­r landsins politikk sum heild. Fólkaræðið hótt, tá ið álit og virðing skrambla saman Støðan í Føroyum er tann, at fólk dag og dagliga sparka uppeftir. Hesum visti eg ikki av, men ørkymlað noyðist eg at ásanna, at føroyingar hvønn einasta dag halda fremstu politikarar sínar fyri gjøldur. Hvønn dag hoyr­ast søgur um, hvussu illa sitandi politikarar bera seg at, bæði í privata lívinum og í politikkinum. Ein hoyrir (og lesur) um svika­gerðir og falsan, og at teir sam­vitsku­ leyst nýta landsins pening. Javnan hoyrist, at teir fremstu politikarar sita har, teir sita, peningasterkum vin­um fyri at takka. Hetta er ógvuliga hættislig støða fyri fólkaræðið í einum og hvørjum samfelagi. Fyri eitt lítið samfelag er tað mynd av politiskari skipan úti á tromini, tá ið fólkið hevur mist bæði álitið á og virðingina fyri teimum, sum skulu stýra. Uttan at gerast filosofisk vil eg halda uppá, at her er eisini týdningarmesta grundin til ta misnøgdina, vit síggja í fólkinum. Tað eru ikki klagurnar og grenji aftanfyri stongdar dyr har heima, sum fara at gera munin Tó at føroyingar elska hetta veðurbarda landið, familju og trygga lívið á bygd og í bý, so eru fólk misnøgd. Ja, klagurnar um støðuna eru rættiliga harðligar, og væl omanfyri alt, eg havi verið von við. Men tað eru ikki klagurnar um, at alt er so dýrt, sum fara at broyta nakað. Heldur ikki endurtøkurnar um at Føroyar eru heimsins dýrasta land at liva í (sum eisini er lygn). Ikki so frægt sum klagurnar um, hvussu ringt er at fáa endarnar at røkka saman, fara at broyta nakað. Tíbetur eru fakfeløg og aðrir sterkir bólkar farin at siga hesum skilaleysu til róðurs frá, at nú hevur før­oyingurin fingið síðsta dropan í bikarið. Og tað ein­ asta, sum kann broyta skeivu leiðina, hetta sam­felag­ið nú hevur tikið, er at fólk sleppa sær út í illfýsna veðrið at siga politikarum frá, at nú var nóg mikið. So langt, men ikki longri! Nú má vend koma í! – Vit vilja hava politik­arar, sum ansa eftir sam­fe­lag­ num, og ikki mest av øll­ um eftir sær sjálvum. – Vit vilja hava politikk, sum kann fáa búskapin á beint. – Vit vilja hava politiskar ætlanir, sum ikki eru littar av tí sjálv­søkni og stutt­skygni, vit higartil hava sæð. – Vit vilja hava politikk, sum byggir á hugsjónina um samhaldsfesti, og sum veruliga tekur sær av teimum veikastu og teimum, ið hava minst. – Og vit vilja hava poli­ tikk, sum hyggur fram­ eftir, og sum ikki stjel­ur skattapening frá fram­ tíðini. At stjala skattapening frá framtíðini fyri stuttskygdan løtuvinning, er ónæriligur óskikkur – heimahoyrandi í fjarskotnum samfeløgum, sum føroyingurin als ikki hoyrir heima í! Tórshavn 29/12/2011 Hvat bagir í Føroyum? Jú, føroy­ ingar hava fingið nóg mikið! Majbritt Pauladóttir Hvussu skal ein hava sam­vitsku sjálvur at taka ímóti skattalætta og samstundis vita sær, at her eru familjur og stakir uppi­haldarar í pinkulítla sam­felagi okkara, sum noyðast biðja um hjálp av privatum hondum fyri at kunna halda jól við børnum sínum?