fríggjadagur 30. desember 2011síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Síðstu
11
árini
hevur
Føroya
Triathlon Felag skipað fyri einum
nýggjársduathlon
á
rossagøt
unum í Havn. Duathlon verður
vanliga avrikað soleiðis, at talan
er um renning, súkkling og so aft
ur renning á avmálda teininum.
Okkurt árið hava eisini fjallasúkkl
arar verið við og í fjør somuleiðis
ein rennari.
Gøturnar eru ov smalar til, at
skipast kann fyri eini stórari kapp
ing fyri øll rørsluáhugað, men í
morgin, nýggjársaftan, klokkan 10
skipar Føroya Triathlon Felag fyri
stórkapping, har tey íðkandi kunnu
velja millum tríggjar greinar.
Tann fyrsta er at renna seks
kilometrar, súkkla 18 kilometrar
og so renna tveir kilometrar, onn
ur kappingin er at súkkla 30 kilo
metrar á fjallasúkklu og tann
triðja at renna 12 kilometrar. Hesar
tríggjar greinarnar verða so aftur
býtta upp í bólkarnar ungdóm, elitu
og motión.
Hetta er fyrstu ferð, at lagt
verður so til rættis, at øll kunnu
íðka saman, og øll byrja eisini í senn.
Rennararnir fara av ríðingarbreytini
og suðureftir og renna við sólini,
meðan súkklararnir fara av ríðinga
breytini og vestureftir og súkkla
ímóti sólini.
Føroya Triathlon Felag sigur, at
av trygdarávum verða gøturnar
stongdar fyri aðrari ferðslu, meðan
kappast verður, og eisini fara
vaktarfólk at standa við gøturnar,
so óviðkomandi ikki koma inn á
gøturnar, meðan kappingin er í
gongd. Tey, sum eru við í kappingini,
skulu
møta
við
vallarheimið
Kerjalon.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Síðstu dagarnar hava 15-16 spæl
arar verið samlaðir til venj
ing, og mikukvøldið bleiv so
spældur ein venjingardystur
ímóti A-landsliðnum, sum end
aði 26-22 til tær eldru. Talan var
tó um ein javnan dyst, ið óivað
gevur venjaratoyminum eitt og
annað, ið arbeiðast kann víðari
við, tí enn er hampiliga góð tíð
til tað.
Landsliðsvenjari er Claus
Rasmussen, men aftur at sær
hevur
hann
eisini
Harald
Bjørgvin og Johan Danielsen,
umframt at hesar dagarnar,
kvinnurnar hava verið saman,
hevur
Hans
Nielsen
gjørt
ymsar testir, ið vísa meira neyvt,
hvussu teir einstøku spælararnir
eru fyri.
Higartil hevur talan bara
verið um tekniskar venjingar,
tí enn er hvørki greitt, hvørji
mótstøðuliðini verða ella hvar
kappingin verður, so alt tað
taktiska má bíða so leingi. Greitt
er tó, at bólkurin, sum Føroyar
eru við í, verður avgreiddur síðst
í mars mánaði.
hilmarjan@sosialurin.fo
Avstað
í mars
Kvinnuhondbóltur Eins og
menninir, eru U23-kvinnurnar í
holt við at fyrireika seg til eina
Challenge Trophy-avbjóðing, sum
verður síðst í mars mánaði
Claus Rasmussen,
landsliðsvenjari
Savnsmynd
Renna
og súkkla
í morgin
Duathlon Nýggjársdag skipar Føroya Triathlon
Felag fyri eini stórkapping á rossagøtunum í Havn,
har kappast verður í renning og súkkling
Hilmar Jan Hansen
Tað var ikki smávegis avrik, tá tað
fyrst í november eydnaðist U23-
monnunum at vinna sín Challenge
Trophy-bólk, sum varð spældur í
írska býnum Limerick, har Føroyar
kappaðust við Georgia, Írland og
Ongland. Føroyar vunnu stórt á
Írlandi og Onglandi og vunnu at
enda 23-21 á Georgia.
Hetta merkti, at føroyska U23-
landsliðið kom í ta stóru Challenge
Trophy-finaluna, sum hesa ferð
verður spæld í Pionir Arena í ser
biska høvuðsstaðnum, Beograd,
leygardagin 21. januar, sum er sam
stundis sum EM-endaspælið er har.
Mótstøðuliðið
verður
Moldova,
sum vann hin bólkin, sum varð av
greiddur á Malta í november.
– Vit eru allir fegnir um at hava
vunnið okkum í finaluna, sum
verður ímóti Moldova, ið vann hin
bólkin. Tað verður ein minst líka
spennandi og krevjandi dystur,
tí Moldova er helst eitt lítið vet
sterkari enn Georgia, so vit skulu
veruliga spíla okkum út, tá vit møta
moldovum í finaluni, segði annar av
venjarunum, Dia Midjord, tá bólka
sigurin var komin til høldar.
– Eisini fegnast vit um, at okk
ara U23-landslið kann fáa ein so
vorðnan sigur á leiðini, sum vit
nú fingu um vikuskiftið, tí tað er
hugaligt, tá vit arbeiða við at byggja
nakað upp.
Fleiri venjingar
Fyrireikingarnar til finaluna í Beo
grad eru í gongd, og síðstu dagarnar
hava tilsamans 18 spælarar verið
til venjing, harav tríggir málmenn.
Framvegis eru nakrar venjingar
eftir enn, áðrenn endaliga úttøkan
verður gjørd, tí tann 15. januar gera
venjararnir av, hvørjir 12 útispælarar
og tveir málmenn sleppa við til
finaluna.
Í gjárkvøldið spældi U23-lands
liðið ein venjingardyst ímóti einum
væl mannaðum úrvalsliði, og hesin
dystur endaði 35-35. Men har fingu
venjararnir sæð spælararnar í dysti,
umframt at onkrar testir eru tiknar
hesar dagarnar, bruttohópurin hev
ur verið samlaður eftir jól.
Nú er so ætlanin, at U23-lands
liðið skal venja tvey fylgjandi mána
kvøld, fyrst 2. januar í Vestmanna
og síðani 9. januar í Kollafirði, og
haraftrat verður so vant bæði
mánadag og týsdag í tí vikuni, sum
liðið fer av landinum hósdag, fyri
síðani at spæla finaluna í Beograd
leygardag.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fyrireika seg til finaluna
Manshondbóltur U23-manslandsliðið í hondbólti fyrireikar seg í hesum døgum til stóru finaluna
í Challenge Trophy, sum um ein lítlan mánað verður spæld ímóti Moldova niðri í Serbia
15 SLEPPA VIÐ
Teir báðir U23-landsliðsvenjararnir, Dia Midjord og Kári Nielsen,
fara tann 15. januar at taka út endaliga hópin, sum í januar niðri
í Beograd skal spæla Challenge Trophy-finalu ímóti Moldova
Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen