Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ágangurin móti okkara høvuðsstaði heldur fram við ætlanini hjá Jákup Mikkel­ sen landsstýrismanni í fiski­ vinnumálum, sum vil skerja játtanina til Sjósavnið við 100 túsund krónum komandi fíggjarár. Eitt er vist, at Sjósavnið er til stóra gleði fyri børn og ungdóm okkara úr Havn og úr øllum landinum. Tað eru barnagarðar, frítíðarskúlar og skúlaflokkar úr øllum land­inum, sum vitja Sjó­ savn­ið. Sjósavnið, sum er »ný­brót­andi« innan føroysku fiski­vinnu­frá­læru hjá okkara landi og fólki. Her koma fólk, serliga børn, á vitjan úr øllum land­ inum og ikki bara úr Havn. Hetta er spinnandi galið, at skerja eina so lítla játtan burtur, sum fer at gera tað at Sjósavnið ivaleyst fer í søguna ella møguliga endar í Klaksvík. Tað er eisini ein lands­ upp­gáva, at Sjósavnið hevur opið. Lat meg staðfesta, at Tórs­ havnar kommuna stuðl­ar bæði við karmum og fastari játtan árliga. Ágangur á høv­ uðs­stað okkara heldur fram við núvernadi sam­gongu. Fyrst var nýggi skúlin í Margna­gil partvís parker­ aður fyri meir játtan til tekn­ iska skúla í Klaksvík og nú Sjósavnið. Hús í Vestmanna til sølu Graðatún 8 Lítil hugnalig hús, í trimum hæddum. Totalrenoverað í 2000 + 2003 Tlf: 424321 - 212244 - 258543 Hús á Argjum Matr.nr. 38e, Traðartún 8, Argir. Góð og stór hús, ið liggja oman móti fríøki og Sandá við sera góðum útsýni. Húsini hava kjallara, miðhædd, loft og ovasta loft. Kjallari innrættaður sum íbúð soleiðis: durur, stórur køkur, stova, lítið kamar, gangur, tvey kømur, baðirúm, fýrrúm og kjallara-/trappurúm. Miðhædd: vásakøkur, stórur køkur og stova í einum, stova, gangur/trappurúm, durur, baðirúm. Loft: trý kømur, stova og lítil køkur í einum, baðirúm, gangur/trappurúm. Út frá stovuni er lítil altan oman móti ánni. Ovastaloft: Eitt stórt rúm, ið virkar sum goymsla, farið er undir at bjálva. Kjallari- og miðhædd eru uml. 120m2 hvør og loftshæddin uml. 110m2. Húsini eru arkitektteknað, tó broytt eitt sindur, m.a. er kjallari komin afturat. Húsini eru bygd í 1980, kjallarin innrættaður fyrst í 1990-unum. Húsini eru stoypt upp undir takið, sum er stál. Grundøkið er 800m2, urtagarður í gerð, stórt parkeringsøki og bilhús er á stykkinum. Hús í Trongisvági Matr.nr. 34, Trongisvági, á Brekkunum 6. Húsini eru bygd í 1965. Hvør hæddin er 119m2. Kjallarahædd: gangur/trappurúm, baðirúm, lítil køkur, stova, kamar, kjallara-/fýrrúm. Ovara hæddin: gangur, durur, køkur, stova, lítið rúm, tvey kømur, baðirúm. Lítil altan á vestursíðuni. Hjallur er á stykkinum. Grundøkið er 485m2. Ognirnar verða seldar, um hóskandi boð fæst. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til undirritaðu. Fríða Patursson, frp@jura.fo ella Annika Reginsdóttir Olsen, aro@jura.fo AdvokAtskrivstovAn Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. Birita S. Samuelsen, adv. ft. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo Sjósavnið er ein perla fyri allar Føroyar! Levi Mørk, býráðslimur og formaður í byggi og byarskiparnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu Lat meg staðfesta, at Tórs­havnar kommuna stuðl­ar bæði við karmum og fastari játtan árliga Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Børn & Ung Starvsfólk til stovnsøki hjá Børn & Ung Søkt verður eftir starvsfólkum til Bú- og viðgerðar stovnin: • Eitt fast starv fulla tíð • Eitt farloyvisstarv frá 01.02.2012 – 31.01.2013, fulla tíð • Eitt farloysisstarv frá 15.01.2012 – 30.06.2012, fulla tíð • Tvey farloyvisstørv frá 01.02.01.2012 - 30.06.2012, fulla tíð Vit vænta at tú – ert sterkur fakliga og er áhugaður í framhaldandi at menna tíni fakligu evnir, tolir broytingar, hevur góð samstarvsevnir, hugflog og ikki minst, at tú brennir fyri at arbeiða við børnum og ungum – hevur námsfrøðiliga, heilsufrøðiliga ella sosial fakliga útbúgving – hevur koyrikort. Ráð – og vegleiðing, førleikamenning og supervisjón verður givin í samstarvi við leiðsluna á stovninum. Arbeiðstíðirnar fevna um alt samdøgrið eftir lagdari arbeiðsætlan. Setanartreytir Størvini verða sett sambært sáttmála millum avvarð- andi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Um tænastumaður verður settur í starv, kann tænastumannasetanin halda fram. Setanarøkið umfatar Nærverkið og deildir undir tí. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Súsannu Holm, leiðara, tlf. 360000. Umsókn Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Nærverkið Børn & Ung Argjavegur 26 Postsmoga 3037 110 Tórshavn Stílað: Súsanna Holm,leiðara Umsóknarfreist: 15. januar 2012 Lesið meira um starvið á okkara heimasíðu: www.naerverk.fo /leys størv Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum. Kjak