fríggjadagur 30. desember 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Planet Aw
Sætta árið á rað skipaði Miðlahúsið
mikukvøldið fyri Planet Awards til heiðurs
fyri tónleikinum og tónleikarunum. Ein
dómsnevnd innstillaði tey tilnevndu,
og fólk í hópatal hava greiddu
atkvøðu umvegis sms. Hesar sms-
atkvøður vigaðu helvtina av avgerðini,
avgerðin hjá dómsnevndini vigaði hina
helvtina. Her fær tú eitt yvirlit yvir
vinnararnar av Planet Awards 2011
Lagt til rættis: Rógvi Nybo, myndir: Álvur Haraldsen
Føroysk-kanadiski
songfuglurin
Lena Anderssen tók alt, sum
kundi takast á Planet Awards 2011.
Lena Anderssen var millum tey
tilnevndu í trimum bólkum, Ársins
songkvinna, Ársins einstaklingur og
Ársins fløga. Allar tríggjar ferðirnar
fór Lena við heiðurslønini.
Í mong ár hevur Lena Anders
sen talst í millum okkara bestu
songkvinnur. Hetta hevur hon enn
einaferð staðfest við nýggjastu
útgávuni »Letters from the Faroes«.
– Hetta er Lena, tá hon er best,
skrivaði Sosialurin mikudagin um
tilnevningina av Lenu Anderssen
til heiðurin sum ársins einstakling.
Fólkið og dómsnevndin góvu
eisini teirra meining til kennar um
sonkvinnuna og heiðraðu henni við
øllum tí, tey kundu á Planet Awards
2011.
Lena Anderssen hevur verið
virkin í tónleikinum síðan síðst í
90’unum, og við nýggjastu fløguni
»Letters from the Faroes« hevur
hon av álvara bergtikið.
Lena Anderssen er føroysk-
kanadisk, og hevur í nógv ár verið
virkin í tónleikinum. Hon hevur
bitið seg fasta bæði í Føroyum og
uttanlands. Eitt nú hava fleiri av
løgum hennara verið við í kendu
amerikonsku
røðini
»Felicity«.
Harafturat hevur staklagið »Can't
Erase It« hjá henni verið við í
»Scrubs«, ið somuleiðis er ein kend
røð.
Lena Anderssen hevur ikki
verið virkin í Føroyum seinasta
árið, soleiðis sum flestu av hinum
tilnevndu bólkunum og einstak
lingunum hava verið. Tískil mugu
hesar heiðurslønir síggjast sum ein
staðfesting av dygdini á nýggjastu
fløguni »Letters from the Faroes« og
Lenu Anderssen sum songkvinnu
yvirhøvur.
Málleysa
Lena tók alt
– Eg eri málleys, segði Lena Anderssen tá hon tók móti
heiðurslønini til ársins einstakling 2011. Annars sterka rødd
hennara hevur tó sungið seg djúpt inn í hjørtuni á føroyingum,
tí Lena Anderssen fór við øllum heiðurslønunum hon kundi
Lena Anderssen fekk ikki minni enn tríggjar heiðurslønir á Planet Awards 2011. Hon fekk
heiðursløninar fyri ársins songkvinnu, ársins einstakling og ársins útgávu
Hesi vunnu á Planet Awards 2011:
Ársins sangur: Vanja, Jákup Eli Joensen
Ársins einstaklingur: Lena Anderssen
Ársins sangari: Hans Edward Andreasen
Ársins útgáva: Letters from the Faroes, Lena Anderssen
Ársins nýggi bólkur: Swangah Dangah
Ársins bólkur: Swangah Dangah
Ársins songkvinna: Lena Anderssen
Ársins Herðaklapp: Nicolina av kamarinum
Ongantíð áður hevur ein sms-at
kvøðugreiðsla verið so greið. Til
samans fekk Vanja fleiri atkvøður
enn øll hini løgini tilsamans, og
tískil var eingin ivi um, at fólkið
valdi lagið »Vanja« hjá Jákup Eli
Joensen til ársins sang á Planet
Awards 2011.
– Eg eri simpulten málleysur!
Hetta hevði eg ikki væntað, segði
Jákup Eli Joensen, tá hann tók
móti heiðurslønini fyri ársins
sang á Planet Awards 2011.
Tað var í Góðan morgun
Føroyar
í
Útvarpinum
hjá
Kringvarpinum, at Jákup Eli
av fyrstan tíð kom út í hvønn
krók við sanginum um Vanju,
sum ikki var so løtt at hava við
at gera. Síðani hevur lagið verið
spælt óteljandi ferðir í loftbornu
miðlunum í Føroyum.
Jákup Eli Joensen hevur síðani
hann fyrstu ferð var at hoyra í
Útvarpinum við Vanju verið sera
virkin, og hevur framleitt fleiri
sangir. Harafturat er ein fløga
væl á veg, og verður í handlunum
ein av fyrstu døgunum. So uttan
iva er hetta ikki tað seinasta, vit
hoyra til hetta nýskrivaða blaðið
í føroyskum tónleiki.
Fólkið valdi Vanju
Landaplágan »Vanja« var greiður
vinnari av heiðurslønini sum ársins
sangur. Pápi at lagnum, Jákup Eli
Joensen, varð sjónliga rørdur av at
vinna henda stóra heiður. – Hetta hevði
eg ikki væntað, staðfesti Jákup Eli
Jákup Eli Joensen, fekk eitt stórt
herðaklapp frá teimum, ið høvdu
greitt atkvøðu umvegis sms