Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-12-30, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 30. desember 2011 · Nr. 151 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 wards 2011 Forsangari og frontfigurur í The Dreams og nýggju forkunnugu samansetingini glóð, Hans Edward Andreasen, fekk mikukvøldið eitt persónligt herðaklapp frá før­ oyingum og Planet-dóms­nevndini. Áður hevur hann vunnið heiðurin sum partur av ársins bólki, tá teir í »The Dreams« í fjør struku avstað við Planetini fyri Ársins Bólk. Hesa­ ferð stóð navn Hans Edwards tó á heiðurslønini til ársins sangara í 2011. Í ár hevur Hans Edward ikki verið so virkin sum partur av The Dreams, men hinvegin hevur hann prógvað sínar dygdir sum tónleikari í nýggja bólkinum glóð. Eftir at hava tølt síðani í summar, varð lagið »Spilt tíð« hjá glóð kunngjørt á Rás2 í heyst. Hetta staðfesti, at talan er um ein bólk, sum er mannaður við góðum tónleikarum, sum duga at gera kompleksan tónleik lættan at lurta eftir. Hans Edward er sjálvur ein sentralur partur av hesi forkunnugu samansetingini. Hans Edward Andreassen hev­ ur í fleiri ár verið kendur innan tón­leikayrkið, bæði í Føroyum og kanska serliga uttanlands, og ofta hevur hann fingið heiðrar sum partur av bólki. Men hesaferð er talan um ein heiður serliga til Hans Edward fyri hansara dygdir sum sangari. Hans Edward Andreasen varð ikki sjálvur til staðar til Planet Awards 2011, men hevði framman­ undan fingið boðini um heiðurin, og var hann ómetaliga glaður fyri at vinna henda heiðurin fyri hansara persónligu avrik í tónleikinum. rogvi@sosialurin.fo Tá Planet-heiðurslønirnar miku­ kvøldið vóru handaðar bestu føroysku tónleikarunum gjøgnum ár­ið, lat Miðlahúsið samstundis eitt serligt herðaklapp. Í ár varð serliga herðaklappið latið Nicolinu av Kamarinum, sum í eitt mannaminni hevur verið at hoyrt og sæð í før­ oyska tónleikalívinum. Meðan fólk høvdu møguleika at atkvøða til hinar heiðurslønirnar, varð Herðaklappið valt og latið av Miðla­húsinum. Millum grund­ gev­ingarnar til, at Nicolina av Kamar­inum fekk Herðaklappið í 2011, segði Eirikur Lindenskov, sum lat herðaklappið, at hon er ein av fyrstu poppstjørnunum í før­oysk­ um tónleiki og hon er fram­vegis virkin sum sangari og sang­skriv­ari, og hevur í ár givið nýggja fløgu út. Nicolina gjørdist partur av tón­ leikabólki í 1955, og fýra ár seinni kom fyrsta plátan hjá bólkinum út. Hon var við til at skapa fyrstu kærleikssangirnar í føroyska tón­ leikaheiminum, og hon gjørdi tað ikki bert sum sangari – hon hevur eisini skrivað yrkingar og gjørt løg til nakrar føroyskar klassikarar. Hon er framvegis virkin sum sangari og sangskrivari, og í ár hevur hon givið nýggja fløgu út. Hon hevur havt ovurhondsstóran týdn­ing fyri føroyskan tónleik – bæði sum tann eyma sangrøddin, sum vann hjørtuni, og sum sang­ skriv­arin, ið saman við øðrum skapti føroyskan kenslutónleik. Mikukvøldið fekk Nicolina av Kamarinum so Planet Herðaklappið 2011 fyri hennara stóru og ómetaliga týðandi avrik fyri føroyskan tónleik gjøgnum eitt mannaminni. Nýggi bólkurin Swangah Dangah, sum varð stovnaður í 2011 og hevur givið føroyskum tónleiki eina rapp­rødd, vann bæði heiðurin sum árs­ins nýggi bólkur og sum ársins bólk­ur á Planet Awards 2011. – Hetta er yvirraskandi og feitt, var fyrsta og stutta viðmerkingin hjá dreingjunum úr Swangah Dangah, tá teir høvdu fingið heiðurin sum ársins nýggi bólkur. At Swangah Dangah eru teir einastu, ið veruliga rappa í føroyksum tónkleiki, mundi vera ein av týðandi faktorunum til at Swangah Dangah fekk henda heiður. Swangah Dangah er eitt ný­ skriv­að blað í føroyskum tónleiki, og er tónleikur teirra merktur av troytt­leika av irriterandi elektro­tón­um, útvatnaðum poppi og anda­ligari propaganda. Tí vilja teir við rappi spræna nýtt lív í larmandi rytmur­nar og spruttandi rópini. Áður hava teir sagt, at teir vilja pumpa okkara heilar við svíðandi og sorlandi orðum teirra. Fyrr í ár hava teir givið út fløg­ una »Belials Synir« við 15 løgum, og eru teir nógv hoyrdir og sæddir bæði í útvarpi og á netinum hetta seinasta árið, serliga við løgunum »Gentan hon er farlig« og »Almenn hypnosa«. Henda útgávan og framførslur teirra í 2011 hava verið somikið sann­førandi, at fólkið og dómsnevndin valdu Swangah Dangah bæði til ársins nýggja bólk og til ársins bólk, sum teir vunnu fyri nøsini á eitt nú Gipsy Train, glóð, Benjamin og Guðrun&Bartal. Rappararnir í Svanga Fleiri kennast helst við navnið, men fá munnu vita, hvar navnið kemur frá. Tað er ein søga, sum byrjar mitt í 80’unum, tá teir tríggir garparnir Steen, Ragnar og Cren vaksa upp í grannalagnum Í Svanga. Teir hava hildið saman um tónleikin tá teir eru vaksnir til, og hesin tónleikurin er nú blivin til rapptónleik. Navnið Swangah stavar frá grannalagnum, meðan Dangah kemur frá sagn­orð­inum at danga, ið merkir at ganga seint. rogvi@sosialurin.fo Umframt Planet heiðurslønirnar varð eitt serligt herðaklapp latið Nicolinu av Kamarinum, sum hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í eitt mannaminni Herðaklapp til Nicolinu Heiðraðu Hans Edward Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, handaði vegna Miðlahúsið Planet Heiðursklappið til Nicolinu av Kamarinum fyri hennara stóru og ómetaliga týðandi avrik fyri føroyskan tónleik í eitt mannaminni Ársins sangari 2011 hevur fleiri ferðir áður vunnið heiðrar sum partur av eitt nú bólkinum The Dreams. Í ár var tað tó ein beinleiðis heiður til Hans Edward Andreasen, tá hann á Planet Awards 2011 fekk heiðurslønina fyri besta sangara í 2011 Kristoffur Mørkøre tók vegna Hans Edward Andresen móti heiðurslønini sum ársins sangari í 2011 Ákærandi rapp til tvær Planetir Møddir av andaligari propaganda, útvatn­ aðum poppi og irreterandi popptónleiki hava Swangah Dangah sprænt nýtt lív í føroyskan tónleik við ákærandi rapp­ tónleiki. Afturfyri valdu føroyingar teir til besta nýggja og besta bólk í 2011 Ákærandi rapptónleikurin frá rapparunum úr Swangah Dangah hevur veruliga rakt okkurt í føroyingum. Teir fingu heiðurslønirnar bæði sum Ársins nýggi bólkur og Ársins bólkur