Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað gekk skjótt fyri seg, tá Guðrun Ólavsdóttir føddi fyrsta føroyingin í 2012. - Eg varð sett at eiga 27. Desember, so tú kanst siga, at dótturin varð eitt sindur seinkað. Men tað gekk væl, sigur Guðrun Ólavsdóttir. Tey høvdu etið døgurða heima á Strondum nýggjárskvøld, men fóru so til Havnar at bíða. - Vit fóru inn til systir mína í Havn, men tá klokkan var farin av 10, fóru vit oman á Landssjúkrahúsið, og longu klokkan fýra minuttir yvir miðnátt hevði eg átt, sigur Guðrun Ólavsdóttir. Hon og maðurin, Marius Joensen, lósu saman til pedagog, og fyrra barnið, ið eisini var ein genta, bleiv fødd á Herlev sjúkrahúsi í Danmark. Fyri tveimum árum síðani fluttu tey so til Føroya, og leigaðu sær eini hús á Strondum, har Guðrun Ólavsdóttir er frá. Marius Joensen er skálamaður. - Hetta er so fyrstu ferð eg royni at eiga í Føroyum, og tað gekst ógvuliga væl, sigur Guðrun Ólavsdóttir. Har vóru tvær aðrar kvinnur, sum áttu rundan um ársskiftið, men tær áttu báðar áðrenn miðnátt. Seinni nýggjársdag bleiv so ein drongur føddur, men hetta var um miðdagsleitið, 12 tímar eftir at fyrsti føroyingujrin í 2012 varð føddur. - Eg haldi, at tað var gott, at tað varð komið inn í fyrsta januar, tí tað eru onkur í familjuni, sum fylla 31. desember, heldur Guðrun Ólavsdóttir. Sum nevnt gekk føðingin skjótt fyri seg, og 4000 gramm tunga og 53 sentimetur langa gentan trívist væl. Stoltu foreldrini, Marius Joensen og Guðrun Ólavsdóttir, við fyrst fødda føroyinginum 2012 Mynd: Álvur Haraldsen Guðrun føddi fyrsta føroyingin 2012 var bert fýra minuttir gamalt, tá ársins fyrsti føroyingur varð føddur, og tað var Guðrun Ólavsdóttir av Strondum, sum føddi gentubarnið Leo Poulsen Tað er ikki fyrstu ferð, at ein stórhvalur rennir seg fastan í Hvalba. Annan jóladag í 2000 hendi tað sama, sum í gjár – tó nakað nærri sandinum – og tá góvu royndir at draga hann út aftur einki úrslit. Vit fingu boð um hendan stórhvalin klokkan gott 10 í gjáramorgunin, og eg fór so á staðið og kundi staðfesta, at hvalurin lá 5-10 metrar úr landi, sigur Jaspur Vang, sýslumaður. Talan var um ein hampi­ liga stóran avgust, 12-15 metrar langur, sum framvegis var á lívi. Eg gjørdi so tað, at eg setti meg í samband við ser­ frøðina, tað vil siga Náttúru­ gripasavnið og djóralækna, og semja var um, at har var einki at gera, sigur Jaspur Vang. Hvalurin doyði so av sær sjálvum út á kvøldið í gjár. Hóast talan er um eitt rættiliga stórt djór, gekk tað rímiliga skjótt fyri seg, sigur Jaspur Vang, sýslumaður. Tað bar ikki til at hjálpa strandaða avgustinum í Hvalba Har var einki at gera Stóri avgusturin, sum fyrrapartin í gjár rendi seg fastan undir Hundagjógv í Hvalba, fekst ikki leysur aftur, og meira var ikki at gera