Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg var mega nervøs Rannvá G. Fossaberg Kristel Lisberg var ein av teimum mongu, sum sang fyri teimum trimum dómar­ unum, tá ársins fyrsta send­ing av X-Factor fór av bakka­stokkið í gjárkvøldið. Hóast hon sá út til at stór­ trívast bæði framman fyri upp­tøku­tólunum og á pall­ inum, so dylir hon ikki fyri, at nervarnir gjørdu um seg, tá hon var til upp­tøku­ royndina: – Eg royndi veruliga at taka meg saman og minna meg sjálva á, at hetta er tað, eg havi droymt um leingi, sigur Kristel Lisberg, sum eis­ini hugdi eftir kappingini í gjárkvøldið: – Tað var ótrúliga løgið at síggja seg sjálva á DR og vita, at tað eru sera nógvir hyggj­arar, ið síggja ein. Tað var stuttligt at hyggja, men eisini rættiliga nervapirrandi, fortelir Kristel Lisberg. Ikki færri enn 1,4 milliónir hyggjarar fylgdu við í fyrstu X-Factor sendingini í gjárkvøldið. Ynskir fokus á sangin Seinasta døgnið hevur hon fingið hópin av jaligum við­ merkingum frá fólki, ið sóu sendingina, men sjálv er hon ikki heilt nøgd við upp­ tøk­ur­nar av sær. Áðrenn Kristel Lisberg kom á pallin í gjárkvøldið, var eitt innslag, har nógv bleiv gjørt burtur úr útsjónd hennara, og eitt nú vístu tey, hvussu mann­ fólkini hugdu at henni. – Hatta var ikki akkurát tað, sum eg vildi, tí eg ynski, at fólk skulu fokusera á mín sang og ikki mína útsjónd, sigur Kristel Lisberg. Hóast hon ikki hevði gjørt sær stór­ vegis tankar um klæðir, hár og smyrsl tann dagin, hon skuldi til upptøkuroyndina, so heldur hon, at útsjóndin hevur ein ávísan týdning, tá mann luttekur í eini kapping sum X-Factor: – Eg haldi, at tað er rætt­ iliga týdningarmikið, at mann sær presentabul og pen út, men annars hugsaði eg ikki sum so um, hvat eg skuldi í til upptøkuroyndina, greið­ir Kristel Lisberg frá og legg­ur afturat, at henni eisini dámar væl at gera eitt sindur burtur úr klæðum og smyrsli í gerandisdegnum: – Eg geri altíð eitt sindur burtur úr útsjóndini, og tey, sum kenna meg, vita eisini, at soleiðis eri eg bara, sigur Kristel Lisberg. Brúkar sítt pokerface Allir tríggir dómararnir dámdu Kristel Lisberg og henn­ara sang so mikið væl, at tey valdu at lata hana fara víð­ari í kappingini. Serliga Thomas Blachman, sum er rætt­iliga bersøgin og leggur ikki fingrarnar ímillum, var berg­tikin av Kristel Lisberg, og at hon var so sjálvsikkur. Hóast Kristel Lisberg er von við at framføra og syngja fyri nógvum áhoyrarum, so kendi hon seg als ikki sjálv­sikkra, meðan hon stóð á pallinum framman fyri Pernille Rosendahl, Cutfather, Thomas Blachman og áhoyrar­unum: – Hatta var einki annað enn mít pokerface ella eitt slag av performance frá mín­ ari síðu, sigur Kristel Lisberg og flennur. Og komandi tíðina fer Kristel Lisberg eisini at hava brúk fyri sínum fram­førslu­ evnum, tí sum luttakari hev­ur hon tagnaðarskyldu og skal ikki úttala seg um, hvussu nógv vit fara at síggja til hana í komandi X-Factor send­ingunum: – Tað er ikki heilt lætt hjá mær ikki at fortelja nakað, tí eg veit jú, hvussu leikur fer, sigur Kristel Lisberg, sum tó hevur fortalt sínum nærm­ astu, hvussu tað gongst henni í kappingini: – Familjan, sjeikurin og nærmastu vinkonurnar vita, hvussu tað gongst mær í X-Factor. Tað er eisini gott hjá mær at hava onkran at tosa við um alt hetta og at kunna fáa stuðul frá teimum nærm­astu, sigur Kristel Lisberg, sum longu nú merk­ ir, at hon er áhugaverd fyri fjølmiðlarnar: – Ordiliga nógvir fjøl­ miðlar ringja og vilja gera sam­røður við meg, og tað er bara stuttligt. Men tað er altso eitt sindur løgið, tá tey ringja frá til dømis Billed Bladet og siga, at tey vilja práta og taka myndir, sigur 22 ára gamli songfuglurin at enda. rannva@sosialurin.fo X-factor Sunnukvøldið var Kristel Lisberg at síggja á sjónvarpsskíggjanum, tá hon sang fyri dómarunum í sangkappingini X-Factor á DR. – Eg var so mega nervøs, meðan eg stóð á pallinum, sigur 22 ára gamla songkvinnan Mynd: DR