Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyskir pen­inga­ stovn­ar og eftir­lønar­ veitarar stongja fyri inngjaldi á eftir­løn­ arkontur frá 1. januar 2012 til 23. januar 2012. Orsakað av broyt­ ingum í lógini um skatt av rentutryggingum viðvíkjandi skatting av inngjaldi á eftir­ lønarkontur frá 1. januar 2012, boða Felagið Peningastovnar, Betri Pensjón, Lív nú frá, at stongt verður fyribils fyri inngjaldi á allar eftirlønarkontur. Orsøkin til hetta er, at allar tøkniligar fyrireikingar enn ikki eru lidnar, verður sagt. Peningastovnar og eftirlønarveitarar fara væntandi tann 23. januar 2012 aftur at loyva inngjaldi umvegis skattaskipanina og inn­gjaldi á privatar eftir­lønarskipanir. – Klaksvík hevur ígjøgnum mong, mong ár verið ríkað við dugnaligum og gevandi tilflytarum. Ein av hesum tilflytarum er Eigil Hentze, sum kom higar av Tvøroyri. Nú hann vegna aldur valdi at leggja frá sær í kvøld­ skúlanum eftir 37 ár, fari eg at senda honum eina hjartans tøkk fyri góða, drúgva og trúgva tænastu, fyri hvussu hann sum leiðari menti Kvøld­skúlan í Klaksvík, vísir borgarstjórin á. Í eini kvøðu til Eigil Hentze segði hon m.a. hetta: Tú hevur ikki tosað leingi við Eigil, fyrr enn hansara breiða vitan um so mangt, kemur til sjóndar. Tú kennir beinanvegin, at hann er ein lesandi persónur samstundis, sum hann er djúpt hugsandi. Hetta er eisini komið honum væl við í arbeiðnum sum kvøldskúlaleiðari, tí er hann eisini sera góður í ráðum. Hann hevur leitt kvøld­ skúlan fyrimyndarliga og víðk­að skúlatilboðini við ør­ grynni av lærugreinum.  Í sínum samstarvi við Klaksvíkar býráð hevur hann verið umgongiligur og hevur verið sera ansin at yvirhalda peninganýtsluna, og leggjast kann aftat, at hann yvirhelt fíggjarætlanina á hvørjum ári, sum er av so stórum týdningi fyri gerandisdagin. Góður við Klaksvík Lat tað eisini verða sagt, at Eigil er góður við Klaksvík – tað merkist, hvørja ferð tú kemur á tal við hann. Ofta hava verið boð eftir Eigil. Eina tíð var hann við í blaðleiðsluni á Norðlýsinum, og hann var ein vælumhildin orðstýrari á ymiskum fund­ um, eitt nú innan mentan og á politiskum fundum. – At hann so væl hevur røkt uppgávuna sum kvøldskúlaleiðari og brúkt øll kvøldini í hesi mongu ár har, kemur sanniliga ikki av ongum, legði Gunvá við Keldu dent á. Eigil dugnaði Klaksvík Yvirtøkan av Lív útsett til 1. juli Einki inn­gjald til eftir­ lønir í januar Friðarlig ársbyrjan Hann víðkaði tilboðini í kvøldskúlanum við eini ørgrynnu av lærugreinum og hevur verið ein góður leiðari við eini hollari og breiðari vitan, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, nú Eigil Hentze er farin frá sum leiðari av kvøldskúlanum í býnum. BankNordik og Vinnumálaráðið hava avtalað, at eigaraskiftið í tryggingar­felagnum Lív verður flutt til 1. juli 2012, meðan formliga umskipanin av felagnum heldur fram. Lív er í eini tilgongd við at nútímansgera pensjónsskipanina, og heldur hendan tilgongd eisini fram. Vinnumálaráðið hevur valt tríggjar nýggjar lim­ir í nevndina í Lív í skiftis­ tíðar­skeiðnum fram til eig­araskiftið í summar. Nýggju nevndarlimirnir eru Gunnleyg Árnafjall, Kári Petersen og Finn Dan­ berg. Harumframt halda Gunnleivur Dalsgarð og Jógvan Mørkøre fram í nevndini umboðandi Ogn­ ar­felagið Lív. Ognarfelagið Lív um­ boð­ar tryggingar­tak­ar­ar­ nar og fær avhendað 50 % av partabrøvunum í Lív, tá eigaraskiftið fer fram. Nevndin hevur skip­að seg við Finn Dan­berg sum formanni og Gunn­leyg Árnafjall sum næst­for­ manni. Tað er framhaldandi ætl­anin, at Johnny í Grót­ inum skal taka við stjóra­ starvinum í Lív í sambandi við eigaraskiftið í summar. Í tíðarskeiðinum fram til eigara- og stjóraskifti lut­ tekur Johnny í Grótinum í arbeiðinum á Lív við formligu umskipanini og at fyrireika eigaraskiftið. Nevndin hevur valt at seta Poul Christoffur Thomassen sum sett­an stjóra fyri Lív til yvir­ tøkudagin. Poul Christoffur hevur starvast sum ábyrgd­ arhavandi aktuarur í fe­ lagnum seinastu árini Tað hevur verið sera friðarligt um nýggjarsleitið, upplýsir vakthavandi á Politistøðini í Havn. Hóast mong nýttu høvið at fara inn í nýggja árið við fýrverki og tí sum hartil hoyrir, hava fólk yvirhøvur skikkað sær væl, og hava ikki tikið óráð fyri. Onkustaðni varð boðað frá húsaófriði, onkur var funnin sovandi í býnum, onkur svav rúsin av sær á Politistøðini. - Men hetta var kortini ikki meiri enn eitt vanligt vikuskifti, verður sagt.