Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein teirra sum hyggur eft­ir væl umtóktu donsku send­ i­røð­ini »Forbrydelsen« er bretski for­sætis­ráð­harr­in David Cameron úr Kon­ser­v­ a­tiva flokkinum. Sendirøðin verður víst í bretsk­um sjónvarpi, og eis­ ini í hesum landinum fær hon góð ummæli og nógva umrøðu, eisini hjá mann­i­ num við arbeiðsstaði sínum í Down­ing Street no. 10, sum elsk­ar at hyggja eftir hesi við enska heitinum “The Kill­ ing”. Undan jólum hevði tíð­ ar­rit­ið RadioTimes samrøðu við Cameron um jól og jóla­ hald, og ikki minst hvat hon­ um dámdi at hyggja eftir í sjón­varpi. Í hesum sambandi fekk hann spurningin um, hvørja send­irøð hann vónaði fór at liggja sum gáva undir jóla­ trænum. Svar hansara var púra greitt: “Ta nýggju send­ irøðina “The Killing”. – Mær dámar sera væl Sar­ah Lund, sum hevur høv­ uðs­leiklutin, vísir hann á. Men so kemur tað, sum er sera áhugavert fyri okkum før­oy­ingar: Honum dámar eis­ini sera væl troyggjuna við tí føroyska mynstrinum. góð reklama Tað er vorðið sum reklama, sum føroysku Guðurn & Guðrun fáa frá bretska forsætisráðharranum, sum kundi hugsað sær konu sína í troyggju frá Guðurn & Guðrun Føroyska troyggjan selur væl í Onglandi Betri bú­stað­ ir til fólk við breki Samanhald skapar stór avrik Cameron ynskir sær føroyska troyggju Reklama Bretski forsætisráðharrin kundi hugsað sær at keypt konuni eina troyggju frá Guðrun & Guðrun reklama Tað eru uttan iva fleiri enn bretski forsætisráðharrin, David Cameron sum hava ynskt sær – og kanska eisini hava fingið – ta føroysku stjørnutroyggjuna í jólagávu – At standa saman er so ómetaliga stórt - ja, óiva nógv størri, enn hugsað verður um í tí dagliga, segði Haldor Gaardbo í røðu, hann helt á Toftum gamlaárskvøld Í røðu síni tosaði Haldor Gaardbo um samanhald og týdningin av, at fólk í bygdum og kommunum standa saman. - At standa saman um eitt og annað er so ómetaliga stórt - ja, óiva nógv størri, enn hugsað verður um í tí dagliga. Eg havi ofta hugsað um, hvat uttanfyri standandi munna halda, tá tey síggja, hvørji tøk eru tikin her í kommununi - eitt fyri og annað eftir, har bygdafólkið fer til verka og útinnur megnar verk, okkara bygdum og okkara fólki til miklan heiður. Haldor Gaardbo nevndi eitt nú Svangaskarð, har eitt av bestu ítróttar­anleggum í landinum ligg­ur, og hann nevndi eisini Fríð­ riks­kirkju og samkomuhúsini, Missiónshúsið Thabor – og húsið hjá Brøðrasamkomuni, Nebo. – Her tóku fólk seg saman og innan nøkur fá ár komu hesir snotuligu bygningar til sín rætt, bygdini til heiðurs og okkum borgarum til stóra gleði, har skipa verður fyri nógvum tiltøkum, bæði fyri ung og gomul, segði Haldor Gaardbo eitt nú í nýggjársrøðu síni. Fleiri batar eru at hóma á bú­stað­ar­markn­aði­ num fyri tey ið bera brek, nú vit hava fingið lóg um lutaíbúðafelag. Hetta fegnast Ráðið fyri Brekað um, tí Hús­a­lánsgrunnurin hev­ur fingið víðkaðar heim­ildir. Hesar skapa nú umstøður fyri, at hesum bólki eis­ini kunnu útvegast leig­ u­í­búð­ir av ymsum slagi og at veita fígging til í­búð­ar­ stovna­r og íbúðarfeløg. - Vit síggja fram til, hvussu hesar regl­u­á­ set­ingar fara at vísa seg í verki og vónar, at Hús­a­lánsgrunnurin skjótt kann fara til verka, sigur ráðið í eini frá­boðan. Harumframt fáa pen­sjón­ist­ar, sum upp­ i­halda sær á stovni, frá í dag av pensjón, eins og øll onnur, og skulu nú ístaðin rinda fyri upp­i­hald. Hesi átøk eru við til skapa teimum, sum bera brek, somu rætt­ indi sum aðrir borg­ ar­ar í okkara landi hava. Harumframt eru átøkini við til at seta í verk ein part av hand­i­kap­s­átt­ mál­an, sum Føroyar settu í gildi í 2009. - Hó­ast langt er enn á mál, til tey, sum bera brek, hava somu um­ støður sum onnur í dags­ins samfelag, so fegn­ast vit um allar bat­ar, sum verða framdi­r, sigur altso Ráðið fyri Brekað. Í stuttari samrøðu við bretska tíðarritið RadioTimes segði hann beinleiðis, at hann elskaði ta føroysku troyggj­ una. Eftir at vit bóru hesi tíð­ indi á Portalinum fyri løtu síðani, vendu vit okkum til Guðrun Rógvadóttir frá fyritøkuni Guðrun&Guðrun, sum selja hesar troyggjurnar. Fyritøkan selur hesar ser­ støku troyggjurnar til við­ skifta­fólk kring allan heimin, um­vegis nethandil teirra. Tí hev­ur ein eisini eina føl­ing við, í hvønn heims­ part troyggj­ur­nar fara, - Og her kunnu vit síggja, at rætti­liga stórt tal av troyggj­um fara til Ong­ lands, upplýsir hon. At sendi­røð­in Brots­gerðin er víst bæði í Dan­mark, Før­oy­ um, Onglandi og í USA, fer uttan iva at gera sítt til, at enn størri eftir­spurningur verður eftir hesi troyggjuni og møgu­liga øðrum vørum frá Guðrun&Guðrun. – Hetta er góð reklama fyri okkum, verður staðfest.