Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Klaksvíkar Sleipistøð - ella ”stóra­beding” - sum hon verður rópt í dagligari talu, er upp­runa­liga stovnað longu í 1928. Tað vóru brøðurnir, Jógvan Kjølbro og Dávur úr Gerðum, sum úr Svøríki keyp­tu eina beding, ið varð flutt til Føroya og løgd við Ravna­gil. Her liggur bedingin enn tann dag í dag. Seinni gjørdist Klaksvíkar Sleipi­støð partur av Kjølbro- sa­m­taki­num, men megnaði eins og so nógv onnur virki í Føroyum ikki at klára seg ígjøg­n­um kreppuna, sum rakti samfelagið fyrst í ní­ti­ áru­num. Í 1994 stovnaðu 17 fólk, sum høvdu havt sítt arbeiði á Klaksvíkar Sleipistøð, eitt parta­felag, sum yvirtók ognir­nar og fór aftur til verka. Nýggir eigarar Í juni mánað í ár yvirtók Sp/f LGS allan partapeningin í P/F Klaksvíkar Sleipi­støð, og seinni er eisini felag­ ið, Sp/f Kemit, kom­ið við í eigara­skaran. Eigara­viður­ skift­ini í dag eru soleiðis, at LGS eigur umleið 91% av partapeninginum – og Kemit um­leið 9%. Stjóri á Klaksvíkar Sleipi­ støð í dag er Frimodt Ras­ mus­sen, sum í sínari tíð lærdi á bedingini, men sum sein­ astu 4-5 árini hevur starvast sum inspektørur hjá Thor í Hósvík. Soleiðis kennir hann bransjuna hinumegin borð­ ið, um vit so kunnu siga, men tað kann eisini vera ein fyri­ m­unur fyri at útvega bed­ing­ ini arbeiði. Frimodt sigur, at rætti­ liga nógv arbeiði hevur verið á bedingini, síðan yvir­ tøku­na tíðliga í summar, og nú í hásesongini fyri bedingsarbeiði, tá ein stórur partur av ísfiskaflotanum ligg­ur rundan um ársskiftið, hava út við 50 mans verið til ar­beiðis. Stjórin metir annars, at eitt hóskandi tal av fólki, tá virk­semið er í vanligari legu, fer at liggja um 30 mans. - Tað er altíð trupult at spáa um framtíðina við slík­ um virksemi, men vit halda, at vit rættiliga hava havt tíðina við okkum síðan yvir­ tøkuna. Dugnaligt fólk Frimodt Rasmussen vísir á, at fasti staburin av arbeiðsfólki á Klaksvíkar Sleipistøð er hin sami, sum hann hevur verið í fleiri ár. - Vit hava serstakliga gott og dugnaligt arbeiðsfólk, og enn er onkur í starvi, sum eisini arbeiddi á bedingini, tá eg lærdi her í áttatiárunum. Hann vísir á, at fleiri skip eru keypt til Klaksvíkar sein­nu árini, og hann ivast tí onga løtu í, at grundarlag er fyri líkinda rakstri á beding­ ini við øllum teimum tæn­ ast­um, sum fyritøkan hevur undir sínum hatti. - Hóast skipavinna-og fiska­virkis­vinna eru í besta blóma í Klaksvík í løtuni, vita vita, at kapping sjálvandi er um tær tænastur, sum vin­ nan keypir, og tí ræður um at vera kappingarførir, sigur stjórin á Klaksvíkar Sleipi­ støð. Tvær bedingar Í Klaksvík er ikki bara ”stóra­ bed­ing”, men eisini ”lítla bed­ ing”, sum eisini hevur mong ár á baki. Lítlabeding tekur mest útróðrarbátar upp og ger eisini alt vanligt maskin­ arbeiði. Stórabeding tek­ ur eisini smærri skip og bátar upp. Tí eru bed­ ing­ar­nar báðar sjálvandi kappingarneytar, men kortini er ávíst samstarv. Frimodt Rasmussen held­ ur, at samstarv er vegurin fram­eftir, sjálvt um kapping er á økinum. - Vit kunnu taka skip upp, sum viga eini 800 tons og eru upp til 65 metrar long. Í løtuni stendur ísfiska­trol­ar­ in, Stjørnan, uppi, og tá hon fer av aftur, taka vit Polar­hav upp. Hesi skipini eru tung, men tey eru ikki so long, 37 metrar. Hinvegin hev­ur okkara beding tikið farma­ skip upp, sum eru væl longri enn Polarhav og Stjørnan. Farma­skip viga vanliga ikki so nógv sum ísfiskatrolarar, tá tey eru tóm, hóast tey kanska eru væl longri. Lidnir í vikuni Frimodt sigur, at høvuðs­ moto­r­arnir á Stjørnuni og Polar­havi verða yvirhálaðir, eins og skipini hava fingið aksil­trekk, botnurin er mál­ að­ur, og sinkini eru skift. - Ætlandi verða Stjørnan og Polarhav lidnir hjá okkum sein­ast í hesi vikuni, leggur hann aftrat. Herfyri hevði bedingini eisini bátin, Gudrun, uppi, og her varð róðurstamman skift. - Vit hava havt fleiri skip og bátar uppi, síðan vit yvir­ tóku bedingina í juni. Hetta er hetta eitt virksemi, har tú ikki altíð veit, hvat bíðar fyri framman, men tað kann vera so skjótt, at brúk er fyri okk­um. Jú, vit halda, at hetta sær bara gott út. Ymiskt er fyri framman, eins og vit fáa nógvar fyrispurningar. Pílar­nir venda í øllum førum rætt­an veg, leggur stjórin á Klaks­víkar Sleipistøð aftrat. KSS á netinum Nýggju eigararnir av P/F Klaks­víkar Sleipistøð hava knýtt tríggjar bókstavir aftrat navninum, nevniliga KSS, eins og heimasíðan hjá fyri­tøkuni nú kallast ww.kss. fo. - Tá samskift verður við eitt nú útlendskar sam­ starvs­partar, kann navnið Klaks­vík­ar Sleipistøð kans­ ka kennast tungt. Hin­veg­in halda vit tað ikki vera rætt bara soleiðis at broyta navn­ ið á bedingini, sum hevur røt­ur heilt afturi í 1928. Nú brúka vit so teir tríggjar bók­ stavir­nar ”kss” sum sølunavn, um vit so kunnu siga, sigur Fri­modt Ras­mus­sen, stjóri á Klaks­vík­ar Sleipistøð. Nýggir eigarar og nógv virksemi á »stórubeding« - Vit hava serstakliga gott og dugnaligt arbeiðsfólk, og enn er onkur í starvi, sum eisini arbeiddi á bedingini, tá eg lærdi her í áttatiárunum. Fleiri skip eru keypt til Klaksvíkar seinnu árini, og eg ivist onga løtu í, at grundarlag er fyri líkinda rakstri við øllum teimum tænastum, sum fyritøkan hevur undir sínum hatti, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á P/F Klaksvíkar Sleipistøð Klaksvíkar Sleipistøð er í dag eitt vælvirkandi virki, sum kann bjóða tænastur á breiðum grundarlagi - Vit kunnu taka skip upp, sum viga eini 800 tons og eru upp til 65 metrar long, sigur stjórin Mynd: Dávur Winther - Ætlandi verða ísfiskatrolararnir, Stjørnan og Polarhav, lidnir hjá okkum seinast í hesi vikuni, sigur stjórin á Klaksvíkar Sleipistøð, Frimodt Rasmussen Mynd: Dávur Winther