mánadagur 2. januar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Tað kann henda, at onkur
heldur, at henda yvirskriftin
er markhátlig. Hetta skal
meira uppfatast sum tanka
molar, heldur enn grenj ella
kverulering. Hetta kom mær
til hugs nú um daganar, tá
eg lurtaði eftir teim ymisku
rásinum, vit hava her á land
ið, og las hvat bløðini skriv
aðu. Eg minnist frá tí tíðini
eg var til skips, tá blivu
nógv evnir havd á loftið í
logarinum ella í messuni, satt
at siga var ikki orðavalið altíð
tað mest vælvalda, sera beisk
og til tíðir ósømuligt, har var
onki filtur á.
Hetta kom mær í huga, tá
eg lurtaði eftir miðlinum. Her
er ein broyting farin fram frá
at vanda sær um orðbúnan
til, hvat tú kann vænta tær
at hoyra í dag. Í skjøtt mong
ár hava vit fingið frálíkar
sendingar í Kringvarpinum,
hvussu vit skula verja um
mál okkara, nýggj orð verða
smíðaði, og tað verður lúkað
í málinum, so at tað verður
meira ment. Stóra tøkk hava
tey uppiborið, sum hava verið
slóðarar og so tey, sum nú
halda fram við hesum týðandi
arbeiði, fólki og landið okkara
til frama.
Tú kann lesa innlegg í bløð
um, hetta er nokk ætlað sum
skemt, men orðavalið og orða
búnin er ikki sera hugaligur
lesnaður, sera vánaligt, tað
sama kanst tú uppliva sam
røður við kendar persónar
sum sjenera onnur fólk, sum
ikki sampakka í hugsunarhátt
og livihátt, hetta minti meg á
logar- og messusnakkið, tað
ger onki um miðlanir liggja á
einum ørðum hægri støði, enn
logar- og messuorðavalinum.
Nú eri eg ikki á facebook og
komi tað ikki heldur, men eg
havi sæð nakrar viðmerkingar
á portalum til ymisk evnir,
eg má siga at tað eru nakrar
harðar og miskunnarleysar
viðmerkingar, sum fara fram,
tað er ok at ein ikki er samdur
í ymiskum málum, men hví
sjenera og niðurgera persónar,
heldur enn at viðgera evnið
á ein sakligan og høvuskan
hátt.
Eitt annað heldur ódámlit
rák, sum er at síggja í nýggjari
tíð, í tí almenna rúminum er
tann umtalan, okkara politiska
skipan og politikkarnir fáa,
tað veri seg andstøða ella
samgongulimir, ásannast má,
at nakað av tí negativa, sum
sagt verður um politikkarar, er
sjálvskapt. Tað sum er so trist
er, at tann tign, sum var um
løgtings- og landstýrisstørvini
og teimum persónunum, sum
eru vald til hetta starv, er
komið niður á eitt so óverdut
støðið, sum ikki sømir seg
einari framkomnari tjóð.
Sjálvandið skulu vit hava
skrivi- og talufrælsi, og vit
skulla kunna spyrja og bora
og endavenda hvørjum steini,
sum tikið verður til, í málum
sum eru ivasom og sum tørva
eina nærri umrøðu og lýsan,
missskil meg ikki her. Tá eg
tosi um tign, so meini eg við,
at løgtings- og landsstýrisfólk
verða rópt fyri bæði líkt og
ólíkt. Vit hava sæð, hvat slík
umtala kann føra til, fólk
vilja umhugsa, um tey vilja
útseta seg sjálvan og familju
teirra fyri slíkt, tað verður
spell um tað verður fruktin av
negativari umtalu í milinum.
Tað er spell at síggja, at
nógv av teimum, sum kundu
blandað seg í orðaskiftið,
fyrr eru ikki meir at finna í tí
almenna orðaskiftinum i dag.
Havi tosað við onkran teirra,
orsøkin er, at tey upplivdu,
at teirras persónur bleiv við
gjørdur heldur enn tað ávísa
evnið, eisini gekk hetta útivur
børn og familju, børnini blivu
happað, tað var ein alt ov
høgur prísur at gjalda tí valdu
tey at halda uppat at verða
virkin í orðaskiftinum, hetta
má sigast at verða stórt spell,
at so er blivið.
Eitt annað, sum hevur
undrað meg er, tá fólk verða
biðin um at koma til samrøðu
ella orðaskiftið, tað veri seg
útvarpið ella sjónvarpið, vert
urin setur spurnigar um ávisa
evnið, tann spurdi birjar at
forklára seg, men so verður
viðkomandi avbrotin av vert
inum. Hví kunnu fólk ikki
forklára seg lidnan?
Sum eg innleiddi við, so er
hettar bert ætlað sum nakrir
tankamolar, sum ein upplivur
og sær frá síðulinjuni, ongin av
tykkum fjølmilafólkun nýtast
at fara upp í tað reyða feltið av
hesum, prøva og eftirmet, um
kanska tit hava fyri neyðuni
sum fjølmiðlafólk at broyta
ting. Um vit vilja tað ella
ikki, so hava fjølmilanir eina
stóra makt og ávirkan, teir
kunna føra eina menniskju
upp á tindin, ella niður í
dýkið, sjálvur havi eg tað
álit og royndir av tykkum
fjølmiðlafólki, at tit taka atlit
til, hvar markið gongur, til tað
ger skaða á onnur.
Eg vil ynskja tykkum fjøl
miðlafólkið, bæði tí skrivandi
og Kringvarpsmanningini, eitt
gott nýggjár.
Skulu vit hava logar- og
messuorðaval í miðlinum?
Thomas J. Askham
Soleiðis
sigst
Fraklands
drotning Maria Antoinette (f.
1755 - d. 1793) at hava spurt, tá
hon á Versailles Slotti hoyrdi,
at fólkið í París svøltaði.
Hon livdi jú í yvirflóð við
øllum: mati og víni, tæn
arum og tónleikarum og
altíð borin á lógvum 15 km
frá
høvuðsstaðnum
full
komuliga óvitandi um støðu
vanliga
fólksins.
Ja,
hví
mundu tey ikki eta kaku?
Tað kúgaða og svanga fólkið
framdi kollvelting í 1789 undir
herrópinum : javni, frælsi og
brøðralag og í 1793 vórðu Maria
og Ludvík 16 hálshøgd.
M.a. hetta kom eg til at
tonkja yvir í morgun, tá eg
keypti
eitt
hálvt
omega
rugbreyð fyri næstan 30 kr.
Tí í innara oyranum ljóðar
framvegis røddin frá: Í menn
iskjanum góður tokki - har sagt
verður, at nógvar føroyskar
familjur við børnum, bert eiga
uml. 60 kr. at liva fyri um dagin.
Verður tað tá eisini hjá okkum
- nú uml. 225 ár seinri - serliga
í teim høgrakapitalistiskum
heimunum spurt um, hví okk
ara fátæku ikki bara eta kaku.
Tí vanligt er at hoyra útsagnir
sum: tey liggja, sum tey sjálvi
hava reitt, ella tað er teirra egna
skuld. Høgrakristindómur og
høgrapolitikkur í eina nøtu
hylki.
Vit hava kunnað lisið í
bløðunum um teir (ikki tey),
ið forvinna frá 3.000,- kr. -
15.000,- kr. um dagin. Hesu
somu skulu nú hava áleið
100.000 kr. í part í hondina frá
høgrakollveltingarstjórnuni,
meðan tey við lágum inntøkum
og arbeiðsleys skulu onki hava
og pensionistar fara at gjalda
meira.
Matteuseffektin, ið sigur,
at tey, ið hava, skulu fáa, með
an tey, ið lítið og onki hava,
frá teimum skal sjálvt tað
lítla verða tikið, sær út til at
vera samgongunar arbeiðs
grundarlag
vælsignað
av
Jenusi (ikki Jesusi) og øðrum,
ið onki hava fata av kjarnuni,
men sum eru prógv fyri, at
tað, ið verður sagt í Matt. er
fullkomuliga rætt, sjálvandi,
nemliga at tann sum hevur
fingið fatur á boðskapinum
og skilir kjarnuna, hann skal
fáa innlit og forstáilsi í yvir
flóð, meðan hann, ið lítið og
onki skilir, skal missa tað
lítla forstáilsi, ið hann hevur,
soleiðis at hann stendur púra
berur og kanska fullkomuliga
forvirraður, tá talan er um
gleðiboðskapin.
Og at so er, tað síggja og
hoyra vit hvønn dag m.a. í
æviga jabbaríðnum um frelst
ur við trúgv, gerningar hava
einki upp á seg (ein gjøgnum
súrgað høgrakristin ella høgra
heiðin egoistisk útsøgn, sum
normalbegávaði áttu at vita,
onki hevur við kristindóm at
gera, tí har er fundamentið, tú
SKALT elska Guð og næstan,
hvørki meira ella minni. Av
leiðingarnar
av
egoistiska
høgrakristindóminum
eru
ikki til at taka feil av hvørki í
Føroyum ella aðrastaðni, og
fátækradømi er bert ein av
fylgjunum.
Av somu orsøk hoyra vit
tíðint, at næstin liggur, sum
hann
sjálvur
hevur
reitt,
hvør skal siga, at tað má hann
sjálvur um. Vit hava nokk við
okkum sjálvi. Men hava vit nú
eisini tað, um vit geva okkum
út fyri at vera kristin?
Tí sannleikin er hann, at
Guð hevur givið okkum ØLL
UM, ið búgva á hesum klettum
eitt ríkt land. So sjálvandi er
orsøkin til fátækradømi ikki,
tí at ov lítið er til, men tí at
ójavnt er býtt.
Tað altavgerandi í løtuni er
og verður tí at steðga høgra
kollveltingini, og í hennara
stað at fremja eina vinstrakoll
velting, sum skapar góð livikor
fyri ALLAR føroyingar, við
yrking Grundtvigs fyri eyga
og oyra: For da har i visdom vi
drevet det vidt, når få har for
meget og færre for lidt.
Vónandi fara einglarnir,
ið vitjaðu á jólum fyri umleið
2000 árum síðani, at vitja øll
tey mongu, ið mugu halda jól í
neyð og fátækradømi og geva
teimum troyst og linna og eina
livandi vón um betri tíðir.
Hví eta tey ikki bara kaku?
Dagfinnur Danbjørg