Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Satt at siga so trúði eg, at vit livdu í einum fríðum landi, har loyvi varð at úttala seg og standa til svars fyri tí talaða ella skrivaða orðinum - men tað er vist ikki so. Vágaportalurin, sum gev­ ur seg út fyri at verða ein almennur tíðindaportalur, brýtur so dyggiliga hesa áskoðan, hann sensurerar inn­legg soleiðis, at sjónar­ miðini eru beinleiðis politiskt stýrd. Leggur tú grein inn, sum hevur kritiska áskoðan á fólkaflokkspolitikk, so fær hon loyvi at standa hægst í 15 minuttir fyri síðani at verða slettað. Eg spyrji bara – er hetta góð siðvenja í einum demokratiskum samfelag? Eg skilji væl, at fjølmiðlar sletta innleg sum eru ófanta­ lig og niðrandi, men eg skilji ikki viðgerðina av mínum við­merkingum. Politiskir flokkar og persónar eiga eisini at tola meira enn van- ligi borgarin. Poul Michelsen hevði eitt innlegg, um sína misnøgd um ikki at sleppa við í politiska kjakið nýggjársaftan í út­ varp­inum. Eg legði eina við­merking inn, men hon varð deyðadømd eftir 15 minuttu­m – tað varð jú ein jav­naðar­maður, sum hevði kritisk­ar við­merkingar til førdan fólka­floks­politikk. Eg veit tíverri eisini um onnur, sum eru sensureraði burtur av Vágaportalinum - tey tiga - men eg eri so úr bergi brotin - at eg lati ikki bara fara aftur við borðinum óátalað. Politikkurin á Vágaportal­ inum ber óhugnaligan dám yvir sær. Ja, sjálvt dagsskráirnar hjá: Mussolini, Hitler, Pinochet og øðrum bølmennum hava hug at koma fram í mína hug­mynd. Eg endurgevi her orðarætt tað, sum eg legið út. Lesarin kann so sjálvur avgera, um vit liva í einum fríum landi, har vit hava loyvi til at úttala okkum við ábyrgd. ELLA: Er hetta júst fólk­ a­flokspolitikkur – “i en nødde­skal.” ---- Her er tað eg skrivaði á Vágaportalin, sum bleiv sensurerað burtur. (Eisini legði eg tað út á Tórsportal – har fekk við­ merkingin loyvi til at verða standandi.) Ja, Poul eg skilji væl tína misnøgd við, at nýggi flok­ kurin, sum fekk eitt kanónval, ikki kann verða við. Flokkur tykkara hevur veruliga brotið upp úr nýggjum, og hevur jarðbundin sjónarmið. Tað kann tykjast sera margháttligt, at ein trí­stjørn­ aður javnaðarmaður kann taka undir við sjónarmiðum hjá einum borgarligum flokki, men grundin er sera ein­føld. Flokk­arnir sum í dag sita við valdið stýra við klapp­um fyri eygunum - teir hyggja beint fram (bara vit fáa okkara ynskir ígjøgnum, so er líka mikið, hvat hin part­urin krevur). Ja Poul, eg: vænti - vóni og ynski, at val skjótt verð­ur útskrivað, tí verandi sam­ gonga førir okkum út í óføri. Vit hoyra hvønn dag, at øll í samgonguni í veruleikanum eru misnøgd - tó undantikið tey í Fólkaflokkinum, tí tey hava jú fingið í høvd og reyv. At enda vil eg ynskja flokki tykkara blíðan byr framyvir - tí borgarligi poli­ tikk­urin kann bara blíva betri. Sum er, er bert talan um egin áhugamál og stórar lummar. Gott nýggjár øll somul. Lesarin kann út frá hes­um taka støðu til, um vit hava talufrælsi á Vága­portal­in­ um. Í mínum hugaheimi er manna­gongdin hjá Vága­por­ talinum sera ófrætta­kend. Eg ringdi til Vágaportalin og gav teimum av grovfíluni. Tveir minuttir eftir lá við­ merkingin aftur á síðuni, men eg haldi, at tað er ov langt úti, at tú skalt verða noyddur at taka boksihandskar uppá fyri at vinna sjálvsøgd borg­ arlig rættindi. Eg helt tað verða ov lætt, at Vágaportalurin bara kundi geva greinina út aftur, sum um einki varð hent, og skrivaði tí eina viðmerking, um tað at greinin varð slet­ tað. Hokus pokus - hvat hendi? Nú bleiv greinin á øðrum sinni slettað og viðmerkingin við, óivað varð bitin ov tungur at svølgja. Tíverri tók eg ikki avrit av viðmerkingini, men eg kann tó siga, at hon var: siðilig, saklig og kontant. Skulu vit bara góðtaka, at okkara fjølmiðlamentan skal ríða so niðarlaga?? At enda vil eg ynskja øllum Føroya fólki. Eitt gott og eydnuberandi nýggjár Vágaportalurin og talufrælsið? Jóhan Heri Joensen Kjak Ráðið fyri brekað Ráðið fyri brekað fegnast um, at 2011 hevur hilnast hampu­liga væl. Á bústaðar­ marknaðinum eru batar, nú vit hava fingið lóg um luta­íbúðafelag, og Húsa­ lánsgrunnurin hevur fingið víðkaðar heimildir, til eisini at kunna útvega leiguíbúðir av ymsum slagi og at veita fígging til íbúðarstovnar og íbúðarfeløg. Ráðið fyri brekað sær fram til hvussu hesar regluásetingar fara at vísa seg í verki og vónar, at Húsalánsgrunnurin skjótt kann fara til verka. Harumframt fáa pen­sjón­ istar, sum uppihalda sær á stovni, frá í dag av pensjón, eins og øll onnur, og skulu nú ístaðin rinda fyri uppihald. Hesi átøk eru við til skapa teimum, sum bera brek, somu rættindi sum aðrir borg­arar í okkara landi hava. Harumframt eru átøkini við til at seta í verk ein part av handikapsáttmálan, sum Før­oyar settu í gildi í 2009. Hóast langt er enn á mál, til tey, sum bera brek, hava somu umstøður sum onnur í dagsins samfelag, so fegnast Ráðið um allar batar, sum verða framdir. Tórshavn 1. januar 2012 Batar á bústaðarøkinum Eg skilji væl, at fjøl­miðl­ ar sletta innleg sum eru ófanta­lig og niðrandi, men eg skilji ikki við­ gerðina av mínum við­ merkingum. Politiskir flokkar og persónar eiga eisini at tola meira enn vanligi borgarin Millum 400 og 2100 kr í skattalætta. Hetta verður veruleikin fyri okkum, ið eru í inntøkubólkinum upp til 250.000 kr. 11.000 kr minni í pen­ sjónsútgjaldi. Hetta er eisini veruleikin fyri sama lønarbólk. SEV hækkar prísin. ALS hækkar inngjaldið og lækkar útgjaldið. Heilsu­ trygd hækkar inn­gjaldið. So nógv fyri skatta­lætt­an. Láginntøkurnar gjalda so lítið í skatti, verður sagt. Hetta verð­ur sagt av fólka­vald­um, sum hava eina hág­inn­tøku, og ikki kenna til um­støður hjá fólki við lág­inntøkum. Hví er so flatskatturin skeivur? Samgongan ætlar at skrumbla ein skattalætta á um 235 millionum ígjøgnum. Hetta aftaná bert 5 vikur. Avleiðingar í pen­sjónum hava ikki fing­ ið nóg drúgva við­gerð. Av­ leiðingar í øktum luksus­ for­brúki er ikki viðgjørt. Føroyar hava einki fá­ tækramark. Vit hava ikki ásett, hvør er fá­tæk­ur. Kortini metir sam­gongan, at láglønt ikki hava tørv á skatta­lætta ella meira hjálp. Útvið 400 foreldur við 900 børnum hava fing­ið játtað hjálp hesi jól. Hetta eru fólk, sum gjalda lítið í skatti. Men nei, tey hava ikki tørv á skatta­lætta! Tann við inntøku yvir 450.000 hevur brúk fyri skattalætta, sambært samgonguni. Sjálvt um viðkomandi hevur 254.000 kr eftir aftaná skatt. Tað er nú altso lættari at liva, um ein hevur 254.000 kr eftir, enn 140.000 kr, sum er veruleikin hjá teimum við inntøku á 220.000 Sjálvandi skal ein skatta­umskipan fremj­ ast. Men ikki so skila­leyst. Sum bara er til frama fyri 30 % av tjóð­ini. Hví skal Løgtingi dis­krimi­nera 70 % av fólk­in­um so ógvusliga? Sam­stundis, sum SEV, ALS og Heilsu­trygd hækk­að? Hvat verður so við ”skatta­ lætt­an­um”? Samgongan Miðflokkurin og Sjálv­ stýrisflokkurin hava selt sálina. Í valstríðnum tók eingin undir við flat­ skattauppskotinum. Mið­ flokkurin, sum segði seg arbeiða fyri tey, sum eru verri fyri, seldi sálina fyri vald. Ein landsstýrissess. Kári P. Højgaard og Jógv­an Skorheim hava selt sál­ina fyri eitt sindur av valdi. Til hvat? Kári P. Høj­gaard segði, at tað var ein kamel­ ur at slúka. Jóna Morten­ sen sigur nú tað sama. Jenis av Rana eisini. Til tykkum vil eg bert siga: Ikki latið eitt vánaligt hugarok verða samtykt. Verið trúgv móti tykkara lands­borg­arum. Sjálvstýris­ sflokkurin Flokkurin fór aftur, og vil eg bera hesa heilsan. Hetta er ikki tað, veljarin vildi. Tit báðir, sum sita saman við samgonguni, hava selt sálina, fyri at sita við valdi. Tit hava selt politikkin fyri eitt sindur av einkisigandi av­greiðsluvaldi. Kári P. Højgaard hevur lagt upp­ skot fram um at avtaka upp­skotið hjá egnum flokki, ið var samtykt í juni. Fyri at spara 2 mill! Hvussu kann ein spara 2 mill, tá ein gevur 235 millionir til háglønt? Sum sagt skilaleyst. Vil til seinast heita á samgonguna, um ikki at skrumbla eitt so illa arbeitt uppskot ígjøgnum. Kommunureformur hevur verið í umbúna í fleiri ár. Eldraøkið og skúlaverkið tað sama. Nýskipan av pensjónum tað sama. Og so skal skatta­skipanin broytast so skila- og høpisleyst? Gleðilig jól (vónandi) Gleðilig jól? Teitur Vágadal sjúkrarøktarfrøðislesandi