mánadagur 2. januar 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
“Helgi Abrahamsen er ársins
neyðrakett”. Hetta var yvir
skriftin á Portalinum og í
Sosialinum beint fyri nýggj
ár, sum stavar frá eini sam
røðu við undirritaða. Greinin
snúði seg um størri og týdn
ingarmiklari evni enn ein
einstakan løgtingsmann, og
samanhangurin var ógreiður.
Tí hesar reglur.
Tøgnin
Ein høvuðsstrupulleiki í før
oyska samfelagnum er eftir
mínum tykki, at so fá fakfólk
luttaka í almenna kjakinum.
Fremsta orsøkin er allarhelst,
at nógv teirra hava størv,
sum hava við sær óformligar
bindingar og avmarkingar.
Avmarkingar, sum koma utt
anífrá, men sum fólk eisini
seta sær sjálvum.
Embætisfólk við stórum
innliti í samfelagsins maskina
rí bera seg undan, tí tey óttast
avleiðingarnar og skulu vera
loyal og neutral yvir fyri núver
andi og komandi landsstýris
fólkum. Tað er eisini niður
støðan í eini høvuðsritgerð,
sum
stjórnmálafrøðingurin
Elin Mortensen hevur skrivað
um føroyska embætisverkið.
Universitetsútbúnir
undir
vísarar bera seg undan, tí
teir hava eitt trúvirði at verja
yvir fyri sínum næmingum.
Journalistar bera seg undan, tí
teir hava eitt trúvirði at verja
yvir fyri sínum hyggjarum,
lurtarum og lesarum. Og so
eru tað jú nógv, sum bara ikki
hava hug til at tveita seg út á
vígvøllin. Fólk vilja ikki setast í
bás, tí tá gerast tey sárbær.
Eg skilji væl, at mong
taka slík atlit, og í summum
førum er tað allarhelst klókt.
Men eg havi ein størri ótta.
Og tað er óttin fyri tøgnini.
Passivitetinum.
Óttanum.
Huganum til at siga “gott er”
og “lat fara”, hóast ein hevur
eitt sjónarmið ella eina vitan,
sum átti at komið fram.
Eg ivist ikki í, at vit hava
dugnalig embætisfólk, sum í
tí privata siga tingini á røttum
staði. Og sjálvandi loysir tað
seg ikki altíð at fara í miðlarnar.
Men um almenningurin skal
vera ílatin til at taka eina
politiska støðu fjórða hvørt ár,
má viðgerðin eisini fara fram í
almenna rúminum.
Tað er ein slitin kliché, at
eitt og hvørt fólkaræði hevur
brúk fyri áhaldandi kritikki,
nýggjum innspørkum og øðr
vísi vinklum. Og í einum landi
við 48.000 íbúgvum hava fólk
við innliti og vitan eina nógv
størri ábyrgd enn í londum
við milliónum av íbúgvum og
óteljandi analytikarum, við
merkjarum og granskarum,
sum standa í kø fyri at sleppa
framat.
Í Danmark rópa tey hetta
fyri “aktivt medborgerskab”.
Men í Føroyum tykist hugtakið
“aktivur medborgaraskapur”
ikki at finnast í kollektiva
hugarenslinum.
Sangfuglurin
Hetta kemst ikki minst av,
at politikarar og aðrir makt
faktorar javnan skjóta eftir
fólki, sum taka blaðið frá
munninum. Og tað syrgiliga
er, at tað sjáldan snýr seg
um innihaldið, men um boð
beran. “Shoot the messenger”
er framvegis ein effektivur
taktikkur.
Okkurt dømi kann nevnast.
Tá stjórin á Hagstovuni, Her
mann Oskarsson, fyri nøkrum
árum síðani helt eina framløgu
á Christiansborg um búskapar
viðurskifti í Føroyum, fór ein
herferð í gongd her heima.
Hon snúði seg lítið um inni
haldið, men meiri um Her
mann sjálvan. Jørn Astrup
luttók á somu ráðstevnu og
viðmerkti málið í Degi og Viku.
“Man skyder ikke en sangfugl”,
var turra viðmerkingin hjá
bankastjóranum.
Tá Pál Weihe og landslæknin
komu við sínum vísindaliga
tilmæli um ikki at eta grind,
var løgtingið aftur á gosi. Fáir
løgtingslimir viðgjørdu fakliga
innihaldið, tí persónurin Pál
(og gomul føroysk mentan) var
nógv áhugaverdari.
Tá Ole Wich lanseraði tað
famøsa Homofobia-flaggið í
sambandi við orrustuna um
at víðka § 266b, heitti Bill
Justinussen á fútan um at
reisa ákæru ímóti harra Wich.
Bill segði seg hava fulla virðing
fyri framsøgufrælsinum, men
eftir øllum at døma var markið
hjá Bill eitt listaverk (ella popu
listiskt fjølmiðlastunt), sum
ikki fall í smakkin hjá tinglimi
Miðfloksins.
Og tá eg sjálvur skrivaði
eitt kritiskt lesarabræv um
stevið
í
ABC-samgonguni
fyri hálvum øðrum ári síðani,
kærdi Norðoya Sambandsfelag
meg til leiðsluna í Kringvarpi
Føroya – í staðin fyri at koma
við einum aftursvari, sum
snúði seg um innihaldið í tí, eg
skrivaði.
Aðalstjórin
Mótspæl er gott. Og tey, sum
luttaka, mugu tola aftursvar
og verbalar fleingjur. Soleið
is røra vit øll í grýtuni uttan
mun til politiskan, átrúnað
arligan ella annan lit.
Men lágpunktið fyri hesi
kjakmentan kom undan jól
um, tá Helgi Abrahamsen
legði eftir aðalstjóranum í Al
mannamálaráðnum, tí hann
hevði verið til staðar undir
einum
mótmælistiltaki
í
Vágsbotni í sambandi við, at
nýggja samgongan vil hækka
blokkin. Helgi skrivaði enntá,
at
almennu
sparingarnar
kunnu byrja í ráðnum hjá aðal
stjóranum.
Eg taki undir við Helga
Abrahamsen í, at tað finnast
størv, sum hava nakrar logiskar
og natúrligar avmarkingar. Og
tað hevði kanska verið øðrvísi,
um aðalstjórin helt røðu ella
var við til at samskipa til
takið.
Men harragud, maðurin
lýddi á eitt alment tiltak á al
ljósum degi í miðbýnum í høv
uðsstaðnum, eins og vit onnur
fara til alskyns tiltøk at for
vitnast, sum vit ikki neyðturvi
liga taka undir við. Hvat aðal
stjórin í veruleikanum heldur,
er fullkomiliga undirornað.
Hann hevur ongantíð úttalað
seg, men Dimmalætting foto
graferaði mannin, og Helgi
tevjaði blóð.
Er tað bara eg, sum fari at
hugsa um onnur samfeløg og
onnur tíðarskeið í søguni, sum
vit helst ikki vilja samanberast
við?
Aftaná
tiltakið
átalaði
Búskapar- og løgfrøðingafe
lagið
framferðarháttin
hjá
Helga Abrahamsen við teirri
grundgeving, at grundlógar
tryggjaða forsamlingsfrælsið
eisini
umfatar
embætis
fólk. Deiligt at hoyra hetta
felagið, sum annars ongar við
merkingar hevði til málið um
Jógvan Thomsen. Eru fólkini,
sum manna BLF, nú eisini il
loyal embætisfólk? Skulu tey
eisini sanktionerast?
Og áðurnevndi stjórnmála
frøðingurin, Elin Mortensen,
átalaði eisini Helga Abraham
sen í útvarpinum.
Neyðrakettin
Eg vil ikki siga, at Helgi er
farin út um nakað mark, tí
eg brýggi meg ikki um, at
mørk yvirhøvur verða sett
fyri tí frælsa orðinum. Men
eg eri hamrandi ósamdur og
skjóti upp, at Helgi ger ein
lista av almennum tiltøkum,
sum embætisfólk (og onnur
alment sett?) ikki hava loyvi
til at vitja. So vita vit, hvat vit
hava at fyrihalda okkum til.
Tað var í ljósinum av hes
um hugsanum, at eg í samrøðu
við Sosialin segði, at Helgi
Abrahamsen hevði uppiborið
heiðurin sum ársins neyð
rakett – allarhelst saman við
óteljandi nógvum øðrum út
sagnum í árinum, sum fór.
Men Helgi skal vera væ
lkomin til at senda neyð
rakettina aftur til mín. Eg
búgvi beint við løgtingið.
Neyðrakettin, tøgnin og aðalstjórin
Heini í Skorini
Mold
varpa
mentan
í Sjón
varp
Føroya
2
Tann 28.12 2011 stóð
at lesa svar til undir
ritaða.
Tað
vóru
nøkur starvsfólk í
Útvarpinum,
sum
gjørdu vart við, at
tey onki vistu um, at
umboð fyri Moldvarp
Føroya vóru til staðar
og gjørdu upptøkur,
tá tey skipaðu fyri
kjakfundi dagin fyri
løgtinsvalið, undur
skrivað av Sigmari
Bláberg, Jón Briani
Hvidtfeldt,
Elini
Winther
Poulsen,
Finni Jensen.
Eg vil takka tykk
um fyri hesa tykkara
upplýsan,
samtíðis
vil eg biða tykkum
um eina umbering
fyri at hava hildið
tykkum verða partur
í hasu moldvarpa
sendingini. Eg kann
upplýsa
tykkum,
at tað eru fleiri enn
eg, sum høvdu hesa
fatan. Tað átti ikki at
verið tit, sum komu
við hasi upplýsan, tað
átti at verið Kring-
varpsleiðslan
ella
tey, sum hava evstu
ábyrgd fyri, hvat kann
fara út til almennu
Føroyar, sum skuldu
verið tykkara verja í
slíkum føri.
Tíverri stendur tað als ikki til mín at geva nøkrum nakra neyðrakett. Og
mín útsøgn beint fyri nýggjár um Helga Abrahamsen skal skiljast í einum
størri samanhangi, sum ikki kom nóg væl fram. Tí skal eg útgreina mítt
sjónarmið, sum grundleggjandi snýr seg um sensur og sjálvsensur.
Thomas J.
Askham
Eg ivist ikki í, at vit hava dugnalig
embætisfólk, sum í tí privata siga
tingini á røttum staði. Og sjálvandi
loysir tað seg ikki altíð at fara í
miðlarnar. Men um almenningurin skal
vera ílatin til at taka eina politiska
støðu fjórða hvørt ár, má viðgerðin
eisini fara fram í almenna rúminum