Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Høvundur: Rakel Helmsdal Myndir: Janus á Húsagarði Tónleikur: Kári Bæk. Útgevari: Bókadeild Føroya Lærarafelags. Nám 2011 G leðið tykkum til at lesa Veiða vind!!! Bókin er ognað børnunum hjá høvundinum, Siriusi, Felisiu og Gwenaël, sum eru um 4, 8 og 16 ára aldur, tá ið bókin verður til. Børnini mynda persónarnar í søguni, sum byrjar so gerandisliga í heiminum Handan Á í Havn. Stórbeiggi lesur uppá, hann hevur fyri úr vísuni Ólavur Riddararós. Lítlibeiggi spyr um Ólav Riddaraross og um Sjúrð, sum vá Frænarormin. Systirin situr burturi í øðrum heimi og teknar. Gjøgnum køksvindeygað sær lítlibeiggi, hvussu aprílveðrið skift­ir frá summarið til vetur og aft­ur til heyst ella vár. Lítlibeiggi vil vera sum Ólavur Riddararós, men stóribeiggi og didda hava ikki stundir, so lítlibeiggi fer sjálvur við boga og svørði út í heim at veiða – ikki hind – men vind!! S øgugongdin er sum myndin úr køksvindeyganum, skiftir millum árstíðirnar. Lítlibeiggi fer fyrst til várið, sum verður myndað við eini álvagentu, síðani til vet­ur­in, myndaður við eini bjørn, til summ­ arið, sum er ein ørn og at enda til heystið, sum er ein dreki. Á sama hátt, sum søgan flýt­ ur millum árstíðirnar, flýtur hon mill­um søgurnar um Ólav Ridd­ ara­rós og Sjúrð orms­ bana. Einastaðni hitt­ir lítlibeiggi eina álva­ gentu, sum sig: Tú kyss meg, áðrenn tú ríð­ur... aðrastaðni leitar hann eftir Frænar­ orm­inum, og eina­staðni flýg­ur hann á Glitraheiði. Hesin flótandi stílur verður styrkt­ur við, at høvundurin letur lítla­beiggja ferðast millum støð og tíð: Hann gongur um dalar og fjøll í dagar og vikur og mánaðir og seinni gongur hann um dalar og mánaðir... álvagentan Vár sigur við hann, at hann skal leita eftir Vetur kongi í Januar. Tíðin verður persóngjørd, soleiðis at hetta óítøkiliga fyribrigdi tíð verður ítøkiligt. Didda er á sama flótandi hátt ein høvuðspersónur. Hon sigur í byrjanini, at hon hevur ikki stundir at koma at veiða vind. Hon verður ikki nevnd beinleiðis aftur fyrr enn móti endanum á søguni. Men við tilsipingum til didduna skilja vit, at hon er komin uppí eina løtu seinni, tí álvagentan Vár líkist so nógv systur, og høvdið á bjørnini Vetur kongur líkist merkiliga nógv skinnhúgvuni hjá systur. D rekin, sum lítlibeiggi skal veiða, eitur ikki Frænir men Heyst. Bókin endar við, at stóribeiggi, sum skuldi halda eyguni við teimum – men hevur gloymt tíð og stað, sum hann terpar Ólav Riddararós, fer at leita eftir teimum. Hann finnur tey bæði sitandi á einum stórum steini, og lítlibeiggi rópar: Kom so, hestur! Her spælir høvundurin við orðunum Heyst/hestur/ross – Riddaraross. Í somu løtu, sum stóribeiggi finn­ ur tey bæði, kasta tey seg yvir hann og rópa: Her er Frænir! Soleiðis verður stóribeiggi flættaður inn í ævintýrið beinanveg. E in ómetaliga sjarmer­ andi søga, sum livir í barnalund. Har børn brúka tað, sum fyri er, til at mynda um­støður, støð og persónar í spæl­ inum, tey spæla í løtuni. Ein lund, sum Rakel lættliga flytir seg inn í og ríkar, tí hon hongur seg ikki í smálutir, brúkar ongar óneyðugar frágreiðingar, heldur hin vegin, men letur søguna vera, sum hon er í spælinum hjá børnunum. Havi fyrr sagt, at Rakel dugir kynstrið at gera tað ódramatiska dramatiskt. Henni nýtist ikki so ræðu­ligt buldur og ramasjang og ódám­ligan málburð. Dekan! Svør riddarin so dýran! So er tað sagt! J anus á Húsagarði er eitt veldiga stórt pluss fyri søguna. Hann styrkir og víðkar søguna hja Rakel á ein hátt, sum eg ikki haldi meg hava sæð fyrr í føroyskum barnabókum. Hann brúkar heimið Handan Á og børnini hjá Rakel, ikki neyvt, men kortini heilt týðiligt. Hann hevur brúkt træskurð­ myndirnar hjá Williami Heinesen í Kommunuskúlanum soleiðis, at luftin í fleiri av myndunum minnir nógv um luftina hjá Williami og beinan veg fekk meg at hugsa um serliga tað stórstu myndina við Sjúrði og drekanum. Samstundis hev­ur hann fylt veggirnar inni hjá høvundinum við myndum av teim, sum hava verið við at gera tað samlaða verkið Veiða vind: Søga, myndir, tónleikaverk, tón­ leika­framførsla og upplestur. Har eru mill­um aðrar myndir av Rakel, Bernarði Wilkinson, Kára Bæk, tón­ leikarum og Janusi sjálvum. Janus hevur flutt seg lúkst inn í Rakelar hugaheim, og við hesum “privata” myndaheimi fær hann søguna at lyfta seg langt, langt upp um gerandisligheit. E g havi ummælt bókina sum søgubók fyri børn, og soleiðis kann hon saktans brúkast og stendur seg stak væl. Men hon er nógv meira enn tað. Fløga fylgir við, har Føroya Symfoni­orkestur undir leiðslu av Bernarði Wilkinson spælir tónleik, sum Kári Bæk hevur komponerað til søguna. Deiligur tónleikur, sum í pørtum byggir á kenda lagið til Ólav Riddararós. Annfinnur Heine­sen lesur søguna. Sum heild hóska upplestur og tónleikur væl saman, men í løtum er tónleikurin ov harður í mun til røddina hjá Annfinni, soleiðis at tónleikurin vinnur á søguni, serliga har ið søgan vindur seg upp í hæddina, sum tá ið lítlibeiggi flýgur í arnaklóm at finna drekan. B ók og fløga enda við undir­vís­ ingarparti, har greitt verður frá, hvussu ljóðføri og musikalskt tema hoyrast í teim ymsu brot­un­ um. Eg hugsi mær, at hesin undir­ vísingarpartur kann brúkast í tón­leikafrálæru í fólkaskúlanum, á mið­námi og á musikkskúlum. Myndir eru av øll­u­m ljóðførum, sum hoyra til sym­foniorkestur (hóast eg undrist á, hví Janus hevur valt hasa fagottina...) M en einki undarligt er í, at fólk hava heitt á Føroya Sym­foni­ orkestur at framføra Veiða vind á jólakonsertini. Tí tey hava hoyrt tað fyrr ... Ummæli av bókini »Veiða vind« Ummæli Sonja Schneider Høvundurin Rakel Helmsdal Janus á Húsagarði hevur myndskrýtt bókina