mánadagur 2. januar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Gott kvøld øll somul
Ódnirnar seinastu tíðina mintu
okkum enn einaferð á, at vit liva
undir náttúrunnar náði og megi.
Tó upplivdu vit enn einaferð tað
hegnið og dirvið, ið eru fortreytirnar
fyri tilveruni í Føroyum.
Tað er í royndarstundum sum
hesum, at vit av álvara síggja,
hvussu stórt sjálvboðið arbeiði
verður lagt í bjargingarfeløgini
kring landið. Eg takki øllum, sum
veittu hjálp og syrgdu fyri, at ikki
størri skaði stóðst av.
Farna árið var merkt av búskap
arligu kreppuni, sum seinnu árini
hevur rakt størsta partin av heim
inum. Øll hava vit onkursvegna
merkt avleiðingarnar og hava tikið
tung tøk. Í 2011 hómaðist tó aftur
framgongd í búskapinum. Men
myrk skýggj eru á búskaparliga
himmalhválvinum, og vit kunnu
ikki taka vøkstur og vælferð fyri
givið.
Lívskorini hjá okkum hava
gjøgnum øldir mangan verið kørg
og hørð. Kortini hava vit megnað
at bygt eitt framkomið samfelag
mestsum burturúr ongum øðrum
enn viljanum til, at tað skuldi
bera til. Hesin viljin fer enn eina
ferð at bera okkum gjøgnum tær
avbjóðingar, ið liggja fyri framm
an.
29. oktober vóru vit á vali, og
fólkið hevur talað.
Nýtt landsstýri er skipað, og eg
takki fyri, at tað aftur er litið mær
upp í hendur at standa á odda fyri
landsins stjórn. Stjórnin hevur
ábyrgd av at skapa góðar karmar
fyri borgarar og vinnu. Góðir karm
ar eru tó ikki tað sama sum óbroyttir
karmar. Tíðin krevur broytingar, og
vælferðin verður einans tryggjað
við at tillaga samfelagið til tær
avbjóðingar, ið broyttar umstøður
støðugt seta okkum.
Vit eiga eitt samfelag, sum loftar,
tá ið tørvur er á hjálp. Eitt samfelag,
har ið øll hava møguleikar at skapa
sær eina góða og gevandi tilveru.
Eitt samfelag, har ið tey, sum
forvinna meir, gjalda meir til felags
skapin, so vit kunnu tryggja øllum
javnbjóðis møguleikar.
Vit eru serstøk hvør í sínum lagi.
Øll verða ikki borin til skorin klæði,
og fortreytirnar eru ikki altíð eins
góðar. Summi eru fødd við breki, og
onnur hava av sjúku ella vanlukku
fingið mein, ið tarnar møguleikum
teirra at skapa sær eitt gott lív.
Tað liggur tí á okkum, sum hava
fingið litið upp í hendur at stjórna
landinum, at tryggja øllum rættin
og møguleikan til eitt gott lív. Tað
krevur, at vit sum samfelag leggja
okkum eftir at finna og menna
førleikan hjá tí einstaka heldur enn
at staðfesta, hvat hin einstaki ikki
megnar.
Eitt hvørt samfelag krevur
ábøtur. Eitt gott samfelag er ikki
bara eitt mál - tað er ein áhaldandi
stremban.
Arbeiðsloysið er ov høgt, og
landskassin hevur hall. Tí skulu
vit skapa fortreytir fyri vøkstri.
Vit skulu duga betri at gagnnýta
ríkidømið í náttúruni og evnini,
sum búgva í einum og hvørjum av
okkum.
Fiskivinnan skal vera lívfrøðiliga
og
búskaparliga
burðardygg.
Landsstýrið er farið undir eina
stigvísa ætlan, sum skal endurreisa
fiskastovnarnar. Málið er, at í 2015
skal allur føroyskur fiskiskapur
hava altjóða umhvørvisgóðkenning.
Vit skulu áseta treytir og gera
broytingar fyri at fáa meira fisk
uppá land í Føroyum, soleiðis at
vinnan fær betri møguleika at
virðisøkja hann.
Heimsins lond standa framman
fyri eini stórari avbjóðing á orku
økinum. Tað eru fá lond, sum hava
so góðan møguleika at skapa ein
reinorkubúskap, sum Føroyar. Vit
eru umgird av ómetaliga stórum
og ótroyttum orkukeldum í vatni,
vindi og streymi. Næstu árini verða
stórar íløgur framdar í varandi
orkukeldur.
Vit vita, at vitan er vegurin til
vøkstur.
Okkara ungdómur skal hava
eina góða útbúgving, annaðhvørt
bókliga ella handaliga. Vit fara at
halda kósina og raðfesta útbúgving
og gransking, so okkara samfelag
stendur seg í alheims kappingini.
Ríkisfelagsskapurin
hevur
prógvað sítt virði. Vit fara at taka
við teimum møguleikum, sam
starvið gevur, heldur enn at avlaga
felagsskapin. Landsstýrið hevur sett
sær fyri at gera upp við aðalregluna
um, at heildarveitingin úr Danmark
ikki verður prístalsviðgjørd.
Skulu vit tryggja vælferðina,
verður neyðugt at fáa meira fyri
minni. Vit mugu tí tora at taka
avgerðir, sum ikki hóva øllum. Í
Evropa síggja vit avleiðingarnar av,
at stjórnir ikki hava tikið neyðugar
avgerðir og tí noyðast at fremja
ógvuslig inntriv fyri at bjarga teirra
búskapi.
Tað ber ikki til bert at spara seg
til eina góða framtíð. Landsstýrið
hevur
broytt
skattaskipanina
og hækkað frádráttin fyri hvørt
barnið, soleiðis at meira liggur
eftir hjá einstaka borgaranum.
Umskipanin fer eftir ætlan at seta
størri ferð á búskapin.
Landsstýrið hevur valt at skatta
pensjónir við inngjaldi heldur enn
við útgjaldi fyri at økja inntøkurnar
hjá landskassanum.
Til várs skulu vit til fólkaatkvøðu
um nýggjan kommunubygnað, tí vit
ásanna, at tað er best at taka fólkið
við uppá ráð, tá ið so umfatandi
broytingar verða gjørdar. Hugsjónin
undir kommunala fólkaræðinum
er, at almennar uppgávur skulu
loysast so nær borgaranum, sum
til ber. Sum liður í umskipanini
verður bygnaðurin í fólkaskúlanum
broyttur til færri skúlaeindir, og
eldraøkið verður lagt út til komm
unurnar.
Tað verða kommunurnar, sum
koma at tryggja, at skattakrónurnar,
ið fylgja við til eldraøkið og fólka
skúlan, verða gagnnýttar so skyn
samt sum gjørligt.
2011 var árið, har ið vit upplivdu
tað Arabiska Várið, tá ið ein
rembing fór gjøgnum Miðeystur.
Fólk reistust móti einaræði við
kravi um betri kor og fólkaræði. Og
valdsharrar, sum høvdu kúgað í ára
tíggju, fullu.
Fyri okkum er fólkaræði, manna
rættindi og persónligt frælsi ein
sjálvfylgja, men fyri onnur er tað
ein dreymur, sum fólk vilja stríðast
fyri. Ein dreymur, sum fólk hava
latið hægsta prísin fyri, soleiðis at
børn teirra, um ikki tey sjálvi, skulu
fáa betri kor.
Vit fara at minnast árið 2011 fyri
hópdrápini á Utøya og í Oslo. Við
eitt kom yvirgangur ógvuliga tætt
at okkum. Og við eitt gjørdist ein
marrudreymur ræðandi veruleiki.
Atsóknirnar vóru eitt álop á
okkara fólkaræði, ið byggir á tol
semi. Eitt álop sprottið úr einum
hatri mótvegis tilflytarum og polit
iskum mótpørtum. Einum hatri
mótvegis tí fjølbroytni, eitt sam
felag eigur at rúma.
Drápsmaðurin var einsamallur
um at fremja atsóknirnar. Hann
er tó ikki einsamallur um síni
sjónarmið, men partur av einum
víðgongdum ráki, sum breiðir seg og
spjaðir hatur um alt Evropa. Hetta
var ein sorgarleikur, vit ongantíð
mugu gloyma og ein váttan um,
at vitloysi og ekstremisma finst
í øllum samfeløgum og í øllum
átrúnaðum.
Vit mugu ongantíð lata fremm
andahatur sleppa framat. Okkara
fólkaræði má byggja á tolsemi. Tað
er besta bulverk ímóti trongskygni
og fanatismu.
Djúp sár eru leingi um at grøða.
Tá ið vit uppliva ógvusligar og
óskiljandi hendingar, sum dráp,
vekjast vreiði og mistrúgv í okkum.
Men vit mugu ikki lata óttan vinna
á álitinum, ella lata hatrið vinna á
kærleikanum.
Talufrælsi er ein fortreyt fyri
einum frælsum samfelag. Vit, ið
fólkið hevur valt at stýra, skulu tola
atfinningar og mótmæli. Vit skulu
tora at hava eitt opið og tíðum hvast
orðaskifti. Kjak er ein drívmegi,
sum kann flyta eitt samfelag fram
á leið. Talufrælsi er ein rættur, men
við rættindum fylgir ábyrgd. Orð
hava stóra megi, og vit kunnu ikki
tváa okkara hendur eftir at hava
sent eitt ilt orð í umfar.
Øll vit, sum luttaka í almenna
kjakinum,
hava
ábyrgdina
av,
hvussu vit brúka talufrælsið. Vit
velja, um vit brúka almenna rúmið
til at háða ella til at verja rættindi
hjá teimum, sum ikki sjálvi megna
at verða hoyrd. Virðingin, vit vísa
øðrum, er kittið, sum fær okkum
at kennast sum partur av einum
felagsskapi.
Tolsemi er grundvøllurin undir
okkara samfelag. Fólkaræði, manna
rættindi og persónligt frælsi eru
ikki ein sjálvfylgja, men dýrgripir,
vit skulu hjúkla um. Dýrgripir
latnir okkum frá teimum, ið gingu
undan. Ein arvur at bera víðari til
okkara børn.
Nú stundar móti, at kirkju
klokkurnar ringja nýggja árið inn.
Hesa løtuna savnast vit við okkara
kæru, og vit takka fyri tað farna og
ynskja hvør øðrum tað besta í tíðini,
sum kemur.
At vera saman í gleði eins og í
sorg er ein gáva. Hesa løtuna leita
tankarnir eisini til tykkara, sum
sita einsamøll ella liggja sjúk. Eg
veit, at hjá tykkum, ið hava mist
ein kæran, er sorgin og longsulin
sterkastur nú um jóltíðir. Tá er gott
at hava familju, vinir og kenningar
at leita sær til.
Føroyar skulu vera eitt gott stað
at liva í, og rúm skal vera fyri øllum.
Vit mynda øll okkara samfelag, og
íkastið hjá hvørjum einstøkum er
tað, sum byggir land.
Gott nýggjár - Gud signi Før
oyar.
Nýggjársrøða løgmans 2011