Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ummæli Fyrst eitt sindur um sjálva bókina. Hon er býtt upp í 12 partar, og eru teir misjavnir innihaldi viðvíkjandi. Serliga hugleiðingarnar. Meira um nakrar teirra seinni. Sjálv bókin er snotilig og sosum væl frágingin, hóast mann saknar ein samlaðan bókmentalista aft­ ast. Forsíðumyndin kundi verið ann­ar­leiðis; ikki mynd av Jeffrei Henriksen (frá nú av stytt: JH), har hann soleiðis, hóast respektabul at síggja til, er avmyndaður sum havandi fuglaperspektiv. Men tað er kanska tilvitað; soleiðis kemur skúlameistarahugburðurin, sum er í summum greinum/hugleiðingum, fram longu á forsíðumyndini! Hetta er ein bók um mál, uttan at vera ein málvísindalig bók, og tað er nokk tí, forlag og høvundur hava valt at hava orðið hugleiðingar við í yvirskriftini. Tann fyrsta greinin eitur Tættir, ið hava framt ella darvað føroysku málmenningina. Hetta er ein góð yvirlitsgrein. Hon hevði havt vunnið við einari tvímálsligari vinkling; t.e., at objektivt varð hugt nærri at, hvat verður lænt inn í føroyskt, og hvørja ávirkan tað nú veruliga hevur. Hevði JH so havt empiri afturat, so hevði greinin staðið sterkari. Givið er so tað, at vit læna inn í málið. Al tann tíð vit samskifta, slepst ikki undan, at vit, í teirri støðu vit eru í, læna. At samskifta er partur av okkara sosialu natúru sum menniskju, og JH skuldi havt tikið sær orð sum tey hjá Schuchardt í 1884 til sín, og eisini allir føroyskir puristar, nevniliga, at: “eingin mál eru til, sum ikki eru blandað”. Út frá hesum, og eisini øðrum, sum fram er komið í nýggjari gransking, er tað ikki soleiðis, at føroyskt hevur verið úti fyri nøkrum óbótaligum skaða av fonologiskum lánum og bendingarlánum. Tað pástendur JH (bls. 28). Ljóðskipanin fungerar væl við lániorðunum, og hevur gjørt tað í fleiri harrans ár. Herðingin hevur heldur ikki altíð ligið á fyrsta stavilsi í føroyskum, sbr. orð sum ógjørligur, og tað er einki løgið, at eitt langt /a:/ verður lænt inn í statur. Hóast alt fullu /a/ og /æ/ saman og blivu til eitt tvíljóð, soleiðis at eitt stutt /a/ bara var í orðum sum land. Ein ljóðskipan við ongum, longum /a:/ er næstan ónatúrlig, sbr. at hevur eitt mál bara trý sjálvljóð, eru tey: i-u-a (t.d. sanskrit, arabiskt og fleiri upprunamál í Australia v.m). Tí er ikki løgið, at hetta holið í ljóðskipanini verður fylt út við tí innlænta a-num. Sama hendir við au. Norrønt au bleiv til ey (rauðr > reyður), og fáa vit /au/ aftur í lánum sum aula, australiari o.s.fr. Viðvíkjandi bendingarendingum hava nýggjari kanningar víst (Hanna Simonsen: “Føroyskt og ófør­oyskt”, Varðin 73, 2006), at -s fleir­tal sum í T-shirts er ógviliga óvanligt í føroyskum. At vit so hava an-be-for-heit- ilsi-vís orð, t.d. dagavís, kann bara takast sum, at føroyskt her er blivið ríkari. T.e. til ber at hava til dømis stórleiki og stór­heit, men at nýta orðini í hvør sínum stíli. JH kemur inn á manglandi bend­ ing av fólkanøvnum (bls. 31). Verður hugt at teimum sum indeksum og ikki sum vanligum, málsligum teknum, t.e., har lutfallið ímillum innihald og úttrykk er tilvildarligt, so er ikki so løgið, at tey hátta sær annarleiðis, altso ikki bendast: sbr. ‘Konan fór ein biltúr við Jann (ikki: Janni)’. Ella Konan fór ein túr við Jeffrei, (ikki: Jeffrea, um tað verður fatað sum eitt veikt bent kallkynsorð, t.e., tað bendist eins og granni; heldur ikki verður sagt: Jeffreii, har -i so skuldi verið hvørjumfalsendingin, sbr.: arm-i). Við indeks verður meint, at tey hava eina peikandi funktión júst sum fornøvn eins og hesin og hjáorð eins og har. Fólka- og staðarnøvn hava eina slíka funktión, t.e., tað er eitt beinleiðis samband millum orðið og tann/tað, orðið vísir til. Sigur onkur Jefrrei, so seta fólk í nærumhvørvinum tað beinleiðis í samband við ein vissan persón. Hetta er ikki so við vanligum orðum í málinum, sbr. ‘hundur’. Hetta vísir ikki til ein ávísan hund, men allar, sum verið hava, komandi og sum nú eru uppi á døgum. Av tí at mann kann, meti eg, siga at staðar- og fólkanøvn eru, sum málslig tekn at meta, indeks, skal mann rokna við, at tey hátta sær annarleiðis, og tað gera tey. Hetta er grundin til, at mann hevur fólka­nøvn við manglandi bending; eisini undarligar ljóð­broytingar og -útvikl­ingar í staðar­nøvnum, sum tá ið Strætilið (eitt navn í Sanda­vági) verður til Strapulið. (Jarðar­navnið Strapulið, Ei. Weyhe, Fróð­skaparrit 52, 2004). Í 100 ár síðani jólafundin kemur høvundurin inn á mál og kyn. Hetta er ein spurningur, sum verður tikin upp aftur á bls. 70 og á bls. 124, og vert er at siga nakað um hetta. Í Orðafari nr. 48, 1998, 12. árg. verður spurningurin um kyn tikin upp. Tey mæla til at nýta kyns­ ómarkað starvsheiti, og víðari siga tey, at “vilja vit partú vísa á, at talan er um kvinnu ella mann, ber til at nýta bæði -kvinna/-kona og -maður alt eftir lívkyni: tingkvinna/ting­ maður”. Áðrenn farið verður víðari, skal stutt nevnast bókin Gender hjá Corbett (Cambridge University Press, 1999). Her setur hann upp eitt ‘Agreement Hierarchy’, sum er: attributt < predikativt < relativt pronomen < persónsfornøvn, og: “as we move rightwards...the likelihood of semantic agreement will increase monotonically (that is with no intervening decrease)” (Corbett 1999: 226). T.e., at har talan er um fornøvn eins og hann og hon, er roknandi við deiktiskari/referentiellari tilvísing. Tí kann mann í føroyskum vísa til prestur við fornavninum hon, um prestur er ein kona. Neyðugt er at nevna hetta, tí JH blandar saman einastaðni dragið [ísálan] og tað júst nevnda, umframt kynstillutanarregluna í føroyskum um at: ‘persónar eru kallkyn’ (Gender Assignment in Modern Faroese, Petersen 2009). T.e., tú mást skilja ímillum referen­ tiella/deiktiska kynstillutan og grammat­iskt kyn og at roknandi er við tí fyrra, júst tá ið vit hava persón­ lig fornøvn. Hetta vísa tey á í nevnda Orðafari við setninginum: Prestur er sjúkur, men hon er komin heim aftur av sjúkrahúsinum. Hon vísir til ein kvinnuligan prest; t.e, mann hevur eina tilvísing til eina kvinnu. Grammatiskt samsvar er í: prestur er sjúkur (ikki: sjúk) og í: hon er komin (sæst betur í fleirtali: tær eru komnar, ikki *tær eru komnir). Eisini noyðist mann í føroyskum at hava samsvar, tá í talan er um viðseting: ein góður prestur ikki: *ein góð prestur. Nortið verður við sama tema aftur á bls. 124 í pettinum: Hann ella hon? Her sigur JH, at “[Í] almennari talu um fólk nýta vit kallkyn (ísálan)”. Hetta verður so prógvað við orðatøkum sum: tað er ikki sárt, ið sjálvur ger sær. Men kallkyn í hesum orðatak­inum hevur einki við ísálan (en. animate) at gera. Bæði kallkyns-, kvennkyns- og hvørkikynsorð kunnu hava dragið [ísálaður]. Dragið verður brúkt um verur, sum hava lív og flyta seg. T.e., um slíkt sum: maður, kona, barn, men sanniliga eisini um onnur navnorð sum hund­ur, fuglur, fluga... JH hevur mis­skilt heitið ísálan. Í hvussu so er soleiðis, sum hann skrivar á bls. 124. Grundin til, at vit nýta kallkyn í: tað er ikki sárt, ið sjálvur ger sær og fleiri øðrum tiltøkum, er ein merkingarlig kynstillutanarregla, sum eitur: ‘persónar eru kallkyn’, sbr. søgu­ligar broytingar sum tá ið norrønt: persóna (kvennkyn) verður til persónur (kallkyn), ella tá ið láni­orðið kommun­ist verður til komm­un­istur, t.e. kall­kyn. Tá ið tilvís­ingin er við hann ella hon, er neyðugt at hyggja at tí júst nevnda Agree­ment Hierarchy, og at mann hevur deiktiska kynstillutan. Áðr­ enn komið verður til ógvisligar niður­støður, skuldi høvundurin havt kunnað seg um ymiskt í mál­vís­inda­ heiminum, og tað er júst dømi eins og hesi, sum gera, at hug­leiðingarnar skuldu verið tiknar burtur úr bókini. Hann burdi havt prentað tær í einari bók fyri seg, ella kanska bara lagt tær út á ein blogg. JH vil fegin hava okkurt felags­ heiti fyri landstýrismenn og -kvinnur, og sigur, at “eg dugi ikki at koma fram á nakað felagsheiti til teirra”. Undarligt, tí løgtingsfólk er eitt fínt felagsheiti. Í greinini 100 ár síðan jólafundin kemur JH inn á tað amerikanska r-ið. Hetta er kovboymál, sigur høv­und­urin. Eg dugi ikki við vissu at siga, um r-ið, sum vit nú hava í fleiri málførum, serliga Norður­ oyggjum, t.e. eitt retroflekst -r, er komið inn í føroyskt vegna ameri­ kanska ávirkan. Hóast alt var tað allofon av /r/. Eg hugsi her um tað retrofleksa r-ið, sum er í hoyrdi, hoyrt og eisini í eitt nú árla. Og tað kann gott vera, at tað er haðani, tað hevur breitt seg. Kortini kann vera, at ferð er komin á broytingina av amerikanskari ávirkan. Hesin skúlameistarahugburðurin, sum longu sæst á forsíðumyndini, kem­ ur alt ov týðiliga til sjóndar við orð­ ingum sum: “føroyskt cowboymál”. Hetta virkar mest sum eitt hissini illsinnisnos og kann ikki brúkast til nakað. Og aftur her manglar ein neyv greining, sbr., at tað kann vera ein innari broyting í føroyskum, og tískil ikki nýtist at hava nakað við nakað kovboymál at gera! Á bls. 142, verður sagt, at “mál broytast av tí, at tey, ið málið tala, tosa so mikið ótýðiliga, at næsta ættarlið fær ikki alt við, so at herðingarveik ljóð verða svølgd...”. Altso álvaratos!!! Nógvar aðrar grundir eru aftan fyri eina málbroyting, men neyvan at fólk tosa ótýðiliga. Málamót kann broyta eitt mál, sum tað samband, vit hava havt við danskt (og nú við enskt); tann innari bygnaðurin kann vera orsøkin til eina broyting, sbr. at tey í eitt nú Havnini siga /tea:ga/ fyri taka. Hetta hendi fyrst aftan fyri høgmælt sjálvljóð, sbr. Vágamál: /si:da/ ‘sita’ og eta, har tað fyrra er við viknaðum lokaljóði (aftur at hesum, er ikki óvanligt, at klusilar vikna millum sjálvljóð, tí raddingin flytist frá sjálvljóðunum á klusilin). Sosialur klassi kann vera orsøkin til eina broyting, kyn og máltøka, fonlogiskt/fonetiskt umhvørvi, men neyvan ótýðiligheit. Tá ið talan er um broytingina av teimum herðingarveiku sjálvljóðunum, so er grundin fysiologiskt. Framberarar hava massa og stødd, og hetta ger, at rørslurnar verða avmarkaðar. Tær hava mótstøðu. Tá ið vit hava eitt e-ljóð í eitt nú Suðurstreymoy í: reyðe fyri reyði/reyðu, er tað tí at talan er um “[a] delay between a neuromuscular command and the intended articulatory gesture”, sum skrivað stendur í: An Introduction to Phonetics and Phonology (J. Clark, C. Yallop & J. Fletcher) bls. 85. So at tosa um broytingina til eitt sentralt e-ljóð í Suðurstreymoy og siga, at tey herðingarveiku sjálv­ ljóðini verða svølgd, sum JH ger, er nakað burturvið - fyri ikki at siga fullkomiliga. JH sigur, at málbroyting ikki merkir, at “málið skal broytast” (bls. 142). Eyðvitað ikki, men er tað komið hagar, at málið ikki broytist, er tað eitt deytt mál, tí al tann tíð eitt mál verður tosað, broytist tað. Tá hann sigur, at gamalt málsligt evni hvørvir av broytingum, er tað satt, men ikki heilt. Í hvussu so er ikki altíð. Stundum kunnu eitt nú tvær konstruktiónir verða brúktar samstundis í fleiri ættarlið, uttan at tann gamla hvørvir. Eitt dømi úr føroyskum er de-venitiv konstruktiónin. Hon sæst ‘longu’ hjá rithøvundanum M. Joensen, har sagt verður, at “vit koma at nokta tykkum at arbeiða”, segði arbeiðsmannafelags formaðurin...’ (Fiskimenn bls. 248). Út frá samanhanginum er púra greitt, at koma + navnháttur verður brúkt at siga frá framtíð, og soleiðis at nýta koma + navnhátt fyri at siga frá framtíð, tað livir sítt fríska lív undir liðini á: fara + navnhátt, sbr.: vit fara at nokta tykkum at arbeiða... JH kemur inn á hvørsfallið og rótar saman diakroni og synkroni. Í málvísindum er ikki óvanligt at arbeiða samtíðarliga (synkront) ella søguliga (diakront) við einum máli. Lýsa tey antin á søgu- ella samtíðaraksanum. Og mann argu­ menterar ikki fyri einum nútíðarfalli el. burturfalli av sama við at fara 100 ár ella longur aftur í tíðina. Til tess at prógva hvørsfallið, sum Eivind Weyhe hevur kallað “et problembarn” (Genitiven i færøske grammatikker - et problembarn. Studier i talesprogsvariation og sprogkontakt. Til Inger Ejskjær på halvfjerdsårsdagen den 20. maj 1996. bls. 309-320. C.A. Reizels forlag, Keypmannahavn), hann sip­ ar tá til mállæruskriving, fer JH aftur til 1800 talið. Tað brúkar hann sum prógv fyri, at hvørsfallið er Eitt er at siga seg eiga sannleikan, annað Ummæli av: Málsligar rannsóknir.Greinir og hugleiðingar eftir J. Henriksen. Forlagið Sprotin. 2010.