mánadagur 2. januar 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ð er at eiga hann
til í nútíðarføroyskum. Her skuldi
hann hugt at og borið saman nú
tíðarføroyskt og íslendskt. Í før
oyskum siga summi: Jógvan sendir
bókina til Frelsunarherin; tann
tilsvarandi
fyrisetingarfrasan
í
íslendskum hevði havt hvørsfall: -s.
Hetta vísir greitt, at hvørsfallið ikki
er aktivt fall syntaktiskt, tá ið talan
er um navnorð. Tá ið talan er um tey
persónligu fornøvnini, ja, tá hava
vit hvørsfall: Jógvan gevur/sendir
bókina til hansara, og tað partitiva
hvørsfallið, sum Jeffrei Henriksen
eisini nevnir, t.e. í setningum sum:
hvør tykkara drakk alla mjólkina?
Sum eina notu kann mann nevna,
at, eins og við at geva, so kann mann
her eisini hava analytiska syntaks:
hvør av tykkum drakk alla mjólkina.
Eisini nevnir JH, sum prógv fyri
hvørsfallinum, orð sum alskyns.
Í Føroysk Orðabók (1998) er hetta
orðið, av røttum, skilmarkað sum
eitt óbendandi lýsingarorð. Altso er
talan um grammatikalisering, har
fallið hevur mist sína funktión, og
orðið er blivið til eitt lýsingarorð. Í
samansetingum hevur mann eitt
samansetingarklípi (el. bara klípi),
ikki hvørsfall. Tí fáa lániorð ikki
automatiskt føroyskt hvørsfall, sbr.
definitiónsspurningur, ikki defini
tiónarspurningur. Skeivir formar
sum høsnarungi og høsnaregg vísa
tað sama; t.e., stovnurin: høsn- er
fleirtal, og mann kann ikki hava
eina eintalsending, -ar, afturat ein
um fleirtalsstovni. Hetta skuldi
itið: høsnaungi og høsnaegg. Eisini
ólogiskir formar sum plátuhandil
og fjallatindur. Í einum plátuhandli
verða plátur seldar; samansetingin
skuldi ikki verið við eintali, men
fleirtali: plátnahandil; og eitt fjall
hevur ein tind, tí skuldi tað verið
fjalstindur.
Sum sagt, blandar JH synkroni og
diakroni. Fyri at prógva hvørsfallið
nevnir hann slíkt sum kongjins
Brouvur úr Orminum langa. Men
tað sær út til, at júst slíkt dømi
vísir, at nevnda hvørsfall stendur
rættiliga veikt, tí tað skuldið verið:
kongsins. Og hann siterar J. Nolsøe
frá umleið 1830, sum sigur, at formar
sum dygdarinnar eru føroyingum
“en smule fremmed”. Eg rokni við,
at Nolsøe her er í so optimistiskur.
Heldur munnu teir hava verið rætti
liga ógjøgnumskygdir. Tá ið JH so
nevnir Gásadals-Martin og Bíggjar-
Hans, so eru -s og -ar her klípi (fuge-
element), sum víst í Faroese: An
Overview and Reference Grammar
(2004), ein bók, sum annars er tann
vísindaliga mállæran, sum Jeffrei
Henriksen saknar í einari spydigari
viðmerking til eitt ummæli. Heitið
fuge-element ella binde- element er
nýtt í eitt nú norskum mállærubókum
(Norsk Referansegrammatikk, J. T.
Faarlund, S. Lie, K. I. Vannebo bls. 68-
69; í føroyskum samanhangi verður
klípi brúkt, og er eitt dømi úr Føroysk
orðabók: sagulað. Teir kundu líka so
gott nevnt júst Gásadals-Martin og
Bíggjar-Hans.
Samanfatandi um hetta hvørsfals
tosið er bara at siga, at JH blandar
saman samtíðarføroyskt og føroyskt
sum tað var, og brúkar eldri formar
sum prógv fyri, at hvørsfallið enn
eksisterar í nútíðarføroyskum, tá ið
talan er um navnorðabendingina. Eg
rokni við, at hann meinar tað sama
um eitt nú lýsingarorð. Men tað
er óheppið soleiðis at róta saman
synkroni og diakroni, hóast mann
væl veit, at mál hava leivdir av eldri
málstigum, sbr. ára gamal og slíkt
sum til Sandavágs. Hetta seinna er
søguligt hvørsfall, men kann sam
tíðarliga fatast sum hvønnfall (el.
hvønnfall 2).
JH kemur inn á Hammershaimbs
normin og metir hann vera góðan.
Ymiskir fyrimunir eru við Hammer
shaimb, t.d., at endingarsjálvljóðini
eru, sum tey eru, og ikki eftir málføri
(legg merki til, at Jakobsensa uppskot
eisini hevur endingarsjálvljóðini eftir
etymologi). Kanska er tað eisini gott
við Hammershaimbsnorminum, at
hann líkasum hevur eitt støðufesti,
tá ið talan er um morfofonematiskar
alternatiónir. T.e., at vit skriva gamal,
gamlan og ikki geamal, gamlan, og
t.d. at vit hava: dagur, dag ...dagar og
ikki: deavur, dea, dear. Men aftur her
kemur fram ein ógvislig niðurstøða,
sum ikki er grundað á nakað, og
sum er skeiv. T.e., tá ið hann finst
at treingingini av a til dømis til i
í eitt nú hagar (borið fram sum /
hi:jar/ av summum). Ein frágreiðing
kann vera, at tann natúrligasti
stavilsisstruktururin
í
heimsins
málum er, at stavilsir byrja við
einum hjáljóði. Statistisk yvirlit yvir
heimsins mál vísa, at so er. Av tí at so
er, er natúrligari at byrja -ar í higar
við einum hjáljóði (her glíðiljóðinum
/j/. Soleiðis fæst stavilsisstruktururin
hjáljóð + sjálvljóð (.ja); men tað kostar,
nevniliga at -a má treingjast allan
vegin til -i. Og á bls. 358 vísir JH á júst
slíkar treinginar, tá ið hann fródliga
viðger tvey kvæði eftir Jens Hendrik
Djurhuus. (Hann vísir á formar sum
skua fyri skoða).
Í partinum um Málbrigdi eru
ymiskar, fittligar eygleiðingar, og
kunnu fleiri av hesum pettunum
brúkast í undirvísing. Men at siga,
at broytingar koma av leti, tað er
ikki serliga væl gjøgnumhugsað.
Serliga ikki tá ið hugsað verður um,
hvussu nógv framstig eru gjørd inn
an málbroyting hesi síðstu árini,
t.e., har m.a. sosiolingvistikkin er
komin við ymiskum, góðum íkøst
um til málbroytingar. Og sosio
lingvistikkin hevur verið frammi
so at siga samstundis sum JH.
Altso hevði hann kunnað skeitt
at úrslitum haðani, áðrenn hann
skrivar, at málbroytingar henda
av leti! Men her er tað aftur skúla
meistaraholdningurin, sum kemur
fram.
Í Málbrigdi stendur m.a., at
okkara gøtudanska er eitt kreolmál.
Tekur mann hesa greiningina frá
Wikipedia: “A creole language, or
simply a creole, is a stable, natural
language developed from the mixing
of parent languages; creoles differ
from pidgins (which are believed by
scholars to be necessary precedents
of creoles) in that they have been
nativized by children as their
primary language, making them have
features of natural languages that
are normally missing from pidgins”,
so er JHsa fatan av gøtudonskum
sum einum kreolmáli ivasom. Gøtu
danskt er ikki “nativized” av nøkrum
børnum. Gøtudanskt er okkara fyrsta
annaðmál, og tað heilt vánaliga gøtu
danska, sum hann hevur dømir við,
tað er eitt illa lært annaðmál.
Á bls. 146 er ein hentur listi við
parasagnorðum, sum lærarar kunnu
nýta, og fylgjandi er eitt petti um
umljóð. At siga, at “tey gomlu hava
verið so mikið bráð (bls. 148), at tey
hava rundað varrarnar...” tá ið tey
skuldu siga *gamul (sum verður til
gomul), er ein heldur løgin orðing fyri
u-umljóðið, sum er ein ljóðlíking. Slík
orðing er ógviliga óheppin, serliga
um bókin verður nýtt í undirvísingini
(Forlagið sigur, at bókin er áhugaverd
hjá fólki á Føroyamálsdeildini og
Læraraskúlanum). Gud viti, hvat
ein próvdómari hevði sagt til eina
slíka orðing. Sbr. her eisini tað, sum
eg nevndi framman fyri um hetta,
at fólk vóru farin at tosa ótýðiliga.
Har skrivaði JH, at ótýðiligheit er
ein grund til eina málbroyting. Tó,
annað í sama petti kann brúkast, og
kann hjálpa fólki til at skriva rætt,
sbr. dømi sum lás og læsa. T.e., veitst
tú, at eitt samband er ímillum orð við
á og æ, so skrivar tú æ og ikki a.
Ymiskt annað kundi verið at
drigið fram. T.d., á bls. 166, har tað
verður sagt, at stavsetingarupp
skots Jakobsens bygdi á suður
streymoyarmál. Jakobsen byggir
ikki altíð á suðurstreymoyarmál,
minni enn so. Ikki tá ið talan er
um 1889 uppskotið, og als ikki, tá
ið hugt verður at Broyting. Fyrst
skal sigast, at Jakobsen hevði tvey
endamál við skriftmálsuppskoti/
uppskotum sínum: (1) at tað skuldi
verða fonematiskt, og (2) at tað
skuldi vera lætt at læra. Bæði eru
hesi góð endamál at seta sær, tá
ið eitt skriftmál skal gerast. Tað
fyrra er málvísindaligt, tað seinna
er pedagogiskt (hvønn tørv hevur
barnið). Tá ið eg sigi, at Jakobsen
ikki beinleiðis byggir á nakað suður
streymoyarmál, so sæst tað, har hann
m.a. nýtir p-t-k millum sjálvljóð sum
í leka. Tá ið JH sigur, at hann nýtir
málførið í Suðurstreymoy, so passar
tað ikki fullkomiliga, sbr. framburðin:
/le:ga/ fyri leka í hesum økjum. Og
sama geldur fyri endingarsjálvljóðini.
Her hevur Jakobsen: -ir, -ur, -ar, og
hann hevur -e og –o fyri Hammers
haimbsa –i og -u. T.e., bæði Jakobsen
og Hammershaimb ganga ímóti
øllum málførum.
Í bókini eru eisini fittligar eyg
leiðingar og solidar greinar sum
yvirlitið yvir nýtsluna av navnhátti
og lýsingarhátti (bls. 176). Í greinini,
sum
kemur
aftaná,
hevur
JH
eisini nýtt spurnarbløð. Eg kundi
sum lesari hugsað at fingið at
vitað eitt sindur meira um sjálvt
spurnarblaðið. Hvussu varð tað bygt
upp. Hvørjar svarsmøguleikar høvdu
heimildarfólkini? Tó skal sigast, at í
hesum pettinum fær mann meira at
vita um føroyskt, og nú er tað ikki
bara sum tær leysu hugleiðingarnar,
sum hava verið frammanfyri. Sama
geldur fyri kapittulin um Orðfeingi
og rættskriving. Hetta er nakað,
sum lærarar og onnur kunnu nýta í
móðurmálsfrálæruni.
So eitt sindur um tað, sum JH
hevur um danskt í føroyum. Á
bls. 336 skrivar hann, at tað “hevði
vallað verið heilt av leið at roknað
okkara hátt at tosa dansk sum eitt
teirra”. Eitt sipar her til ‘málføri’,
sum JH nevnir frammanfyri, og
her hevur hann fullkomiliga rætt.
Danskt í Føroyum er ein serligur
variantur, og vit kunnu kalla tað
fyri føroyskt-dansk. Eitt heiti, sum
JH onkustaðni nevnir eisini, og
sum hevur verið brúkt aðrastaðni
við. Føroyskt-danskt er ein serligur
variantur, har mann hevur áotan av
føroyskum vokalvirðum á føroyskt-
danskt, t.d., og einki stød. Eisini eru
dømi við athalli (han sagde det med
mig...), sum er frá FADAC í Hamborg
(FADAC = Faroese-Danish Corpus).
Her nýtir heimildarfólkið ta før
oysku fyrisetingina í donskum hami,
t.e.: hann segði tað við meg. Ymiskt
annað er í føroyskum donskum,
sum víst í The Dynamics of Faroese-
Danish Language Contact (Petersen
2010). Á bls. 338, sum eisini er um
danskt í Føroyum, nertir JH við
spurningin um, nær børn duga
danskt. Hetta er ein ógviliga áhuga
verdur spurningur, sum stendur
eftir at kanna út í æsir, men rætt
er tað, sum JH sigur, at “mange
færøske børn forstår dansk tale, før
de påbegynder skoleundervisning i
dansk”. Og mann kann í dag leggja
afturat, at fleiri eisini eru heilt kná
í enskum.
Ein partur í bókini eru týðingar,
og tær havi eg sosum lítið og einki
at siga um. Síðani kemur eitt kapittul
um millumtjóðamál, og er her
serliga talan um esperanto, sum JH
hevur havt stóran áhuga fyri. Hann
hevur
skrivað
Esperantobókina
frá 1987 og hevur skrivað um
esperanto í m.a. Máltingi. Eisini
hevur hann skrivað Esperantobókin
II, Orðalisti (sbr. www.rit.fo). Um
esperanto nakrantíð fer at vinna
fram sum millumtjóðamál, dugi
eg ikki at meta um. Enskt er jú
tað, vit nýta, og kanska verður tað
mandarin (kinesiskt) í framtíðini.
Og spurningurin er, um tað ikki er
fullkomiliga líkamikið, hvat mál
vit nýta sum millumtjóðamál. Hjá
marknaðarkreftunum er tað í hvussu
so er so.
Í pettinum um upprunafrøði
hevur JH ymiskar, fittligar eygleið
ingar, og pettið um Lokka í norrønari
gudalæru er áhugavert. Her er fittligt
at síggja, hvussu Lokki verður nýttur
(og umtulkaður) í einum føroyskum
samanhangi.
Síðst er eitt traditionelt, filolog
iskt arbeiði um: Tvey kvæði eftir J. H.
Djurhuus, og her fær mann ymiskt
áhugavert at vita, sum til dømis,
at treingingin av eitt nú boða til /
bu:wa/ longu sæst hjá JHD.
Hvat skal mann so samanumtikið
siga um bókina?
Á baksíðuni verður sagt, at talan
er um eina áhugaverda bók hjá
teimum, sum hava áhuga fyri før
oyskum, og hjá fólki, sum lesur á
Læraraskúlanum og Føroyamáls
deildini. Jú, víst eru partar av henni
áhugaverdir, men eg havi víst á
ymiskar misfatanir, og tá kann
tað blíva trupult hjá t.d. lesandi at
skula upp til próvtøku, har hesar
misskiljingarnar verða endurgivnir.
Eisini er tað stundum møðsamt at
lesa um málrøktarspurningarnar,
har høvundurin alla tíðina hevur
ein betrivitandi vinkul; hesin skúla
meistarahugburðurin, sum longu
kemur
fram
á
forsíðumyndini.
Hvussu vita JH (og aðrir puristar), at
tað teir/tey siga um føroyskt er allur
sannleikin? Eiga teir/tey hann, sbr.
yvirskriftina í hesum ummælinum.
Føroyskt er eitt blandingsmál. Hevur
verið tað leingi og fer at verða tað!
JH leggur stundum eftir fólki,
sum hava eftirlýst einum meira
vísindaligum vinkli til føroyskt, men
satt at siga, so hevði henda bókin
vunnið við, at høvundurin hevði
havt kunnað seg betur um sumt
innan málvísindini, sjálvt um tað
harvið ikki er sagt, at høvundurin
ikki er stinnur í ymiskum føroyskt
viðvíkjandi.
Hjalmar P. Petersen