Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Dysturin millum Danmark og Før­ oyar 10. oktober í 1990 í Parkini end­aði við 4-1 sigri til Lars Olsen og hansara menn. Nú hevur Fót­ bólts­sambandið boðað frá, at lið­ skip­ararnir tann dagin skulu sam­ an standa á odda fyri føroyska A-lands­liðnum komandi tvey árini. Jóannes Jakobsen hevur í nógv ár stýrt føroysku landsliðsverjuni og mangan hevur hansara góða fótbóltsskil hildið mótstøðuliðnum frá at skora. Nakað tað sama kanst tú siga um Lars Olsen, sum somu­ leiðis hevur verið stýrimaður í verj­ uni hjá millum annað Brøndby, FC Basel og danska landsliðnum. Aftur til tað danska Síðani føroyska landsliðið kom við í altjóða fótbólt hava vit havt tveir danskar venjarar. Allan Simonsen tók við eftir Pall Guðlaugsson. Síð­ ani tók Henrik »Store« Larsen við sum venjari. Síðani komu nøkur ár við Jógvan Martini Olsen og tvey tey seinastu hava við havt Brian Kerr. Nú hevur Fótbóltssambandið á triðja sinni valt ein danskan lands­ liðsvenjara, men Jóannes Jakobsen metir ikki tjóðskapin hjá Lars Olsen hava nakran týdning. – Onkur sjónarmið eru at hetta líkist ov nógv tí vit hava havt við fleiri donskum landsliðsvenjarum, men hóast teir eru uppaldir í sama systemi, so eru vit sum menniskju sera ymisk. Vit hava eina mynd av donskum verjarum, sum práta nógv og handla lítið, men mín kensla er at hetta er ein maður í handlar, sigur Jóannes Jakobsen við 3-2. Ein onnur týpa Styrkin hjá Brian Kerr lá avgjørt í at seta leikararnar upp til dystirnar og hann kundi gerast í øðini inn á tey minstu tingini, bæði á og uttanfyri vøllin. Lars Olsen tykist hinvegin hava eitt róligari sinnalag. – Hann er ein onnur týpa og ikki eins hart rópandi, men er skila­ góður og væl fyri taktist. Hann hev­ur staðið seg væl í donskum fót­bólti og hevur nógvar royndir sum lands­liðsleikari, sigur Jóannes Jakobsen víðari. 50-ára gamli Lars Olsen venjara yrkisleiðina sum ungdómsvenjari hjá Brøndby áðrenn hann tók yvir í Randers FC, sum hann megnaði at vinna upp í bestu deildina. Í 2007 tók hann við venjari hjá OB og besta úrslitið var eitt annað plássi í bestu donsku deildini. trondur@sosialurin.fo Fótbóltssambandið og Jóannes Jakobsen hava í dag gjørt starvs­ avtalu, sum inniber, at Jóannes Jakobsen verður hjálparvenjari á A-landsliðnum í komandi HM- undankapping. Eftir at Lars Olsen varð sett­ ur sum høvuðsvenjari á før­ oyska landsliðnum, hevur verið arbeitt við at finna rætta hjálpar­ venjaran. Hjálparvenjarin varð í dag settur, tá Jóannes Jakobsen skrivaði undir sáttmála, sum er galdandi til ársenda 2013. Lars Olsen hevur lut­tikið virkin í setanini av hjálpar­venj­ aranum, og tí skuldi grundarlag verði fyri góðum samstarvi. Jóannes Jakobsen er 50 ára gamal og hevur drúgvar roynd­ ir bæði sum leikari og venj­ari. Í tíðarskeiðinum 1989-1993 leikti Jóannes Jakobsen 25 lands­ dystir fyri føroyska A-lands­lið­ ið. Nevnast kann, at Jóannes Jakobsen var liðskipari, tá Føroyar og Danmark leiktu lands­dyst í Ítróttarparkini 10. okotobur 1990 – liðskipari hjá Dan­mark tað kvøldið var Lars Olsen. Sum venjari hevur Jóannes Jakobsen staðið á odda fyri VB, HB, KÍ, B68, B36 og AB. Seinasta árið hevur Jóannes Jakobsen verið venjari hjá føroyska U17 gentulandsliðnum, sum stóð seg væl í undankapping fyrr í ár. Fótbóltssambandið metur, at við Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hevur A-landsliðið fingið fatur á tveimum frálíkum venjarum, sum kunnu leiða Før­ oyar væl ígjøgnum komandi undan­kapping til HM í Brasilia í 2014. Fyrsti dystur í HM undan­ kappingini verður leiktur í Hannover í Týsklandi 7. sep­ tembur 2012. Jóannes Jakobsen nýggjur hjálparvenjari hjá landsliðnum Tíðindaskrivið frá FSF: Fótbóltur Fyri tjúgu árum síðani í Parkini tók Jóannes Jakobsen sum liðskipari á føroyska landsliðnum í hondina á Lars Olsen, sum tá var liðskipari á danska landsliðnum. Nú skulu teir báðir í felag stjórna føroyska landsliðnum Jóannes Jakobsen hevur sambært faroesoccer.com vant lið sum VB, HB, KÍ, AB, B36 og B68. Hann hevur seinnu árini verið fótbóltsviðmerkjari og tí kann av røttum sigast at hann hevur fingurin á pulsinum Mynd: Álvur Haraldsen Dystarskráin hjá A-landsliðnum: Juni 2012 . . . . . . . . . . . . . . . . Føroyar - Eysturríki 7. september 2012 . . . . . . . . Týskland - Føroyar 12. oktober 2012 . . . . . . . . . . . . Føroyar - Svøríki 16. oktober 2012 . . . . . . . . . . . . Føroyar - Írland 7. juni 2013 . . . . . . . . . . . . . . . . . Írland - Føroyar 11. juni 2013 . . . . . . . . . . . . . . . Svøríki - Føroyar 6. september 2013 . . . . . Kazakhstan - Føroyar 10. september 2013 . . . . . . . Føroyar - Týskland 11. oktober 2013 . . . . . . . Føroyar - Kazakhstan 15. oktober 2013 . . . . . . . . . Eysturríki - Føroyar