mánadagur 2. januar 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Tað skal vera javnvág millum inn
tøkur og útreiðslur. Tað var boð
skapurin, tá ið HB millum jól og
nýggjár hevði eykaaðalfund, og tað
so at siga varð farið undir fíggjarliga
endurreisn av felagnum, sum síðstu
árini er komið í fíggjarliga rættuliga
tungan sjógv.
Nýggjur formaður er Finnbogi
Arge, og hann hevur eftir aðal
fundin sagt á Rás2, at heilivágurin
at røkka málinum er, at tað skulu
fáast fleiri inntøkur til vega, og at
tað skal skerjast í útreiðslunum.
Hetta síðsta skal eitt nú gerast við
av nýggjum at hyggja at spælara
sáttmálunum. Finnbogi Arge hevur
sagt, at hann heldur, at tíðin er farin
frá, at sáttmálar verða skrivaðir,
sum bera við sær, at feløgini binda
seg at rinda løn til spælararnar.
Gongdin síðstu árini hevur víst,
at tað er tíð av venda aftur til, at
spælararnir umboða feløgini, uttan
at teir skulu fáa løn. Feløgini hava
stutt sagt ikki ráð til at rinda løn til
spælararnar.
Meðan bíðað var eftir eykaaðal
fundinum var lítið at frætta um
leikarahópin burtursæð frá, at
sáttmálar vórðu undirskrivaðir við
ungar spælarar, ið eru uppvaksnir
í felagnum, og sum vóru við til at
vinna FM og steypakappingina í
unglingadeildini í 2011.
Eftir eykaaðalfundin hevur HB
boðað frá, at miðverjin Rógvi Holm
eisini í 2012 fer at spæla í reyðu og
svørtu troyggjuni, og kanska meiri
merkisvert er eisini boðað frá, at nú
fer Alex José Dos Santos at umboða
HB. Álopsrættaði vinstri vongverjin
hevur áður spælt í Gundadali. Hann
kom til Føroya og B36 í 2004, og í
2009 flutti hann til EB/Streym.
Sambært faroesoccer.com hevur
30 ára gamli brasiliumaðurin spælt
82 dystir fyri EB/Streym og 152
dystir fyri B36. Hann hevur skorað
26 mál – 13 fyri EB/Streym og 13 fyri
B36.
Sigfríður Clementsen er venjari
hjá HB. Hann hevur áður verið venj
ari bæði í B36 og í EB/Streymi, og HB
venjarin og nýggi vinstri vongverjin
í felagnum hava tískil áður arbeitt
saman. Sáttmálin millum Santos og
HB er fyri 2012 kappingarárið.
Santos aftur
í Gundadali
Fótbóltur Royndi vinstri vongverjin skal hjálpa
HB, sum í endurreisnini annars sigur seg ætla
fyrst og fremst at dúva upp á egið tilfeingi
Alex José dos Santos, skiftur bláa litin út við tann reyða
Mynd: Álvur Haraldsen
Jóannes Hansen
Størsta altjóða avbjóðingin
nakrantíð
hjá
føroyskum
ítróttarfólki verður í hesum
árinum, tá ið Pál Joensen skal
luttaka í olympisku svimji
kappingini,
sum
verður
í
London um mánaðarskiftið
juli/august
Føroyska heimsstjørnan skal
luttaka í 1500 metra kappingini
í frísvimjing. Formaðurin í
Svimjisambandinum,
Jon
Hestoy, hevur fleiri ferðir sagt,
og hann endurtók tað í ítróttar
sendingini í sjónvarpinum fyri
nýggjár, at tað hevði verið satt
bragd, um tað eydnaðist hjá
Pál at kvalifisera seg til sjálva
finaluna.
Nú er tað greitt, at tað
verður kappast í innleiðandi
riðlunum í 1500 metra kapp
ingini
í
frísvimjing
fyrra
partin fríggjadagin 3. august.
Heimasíðan hjá Svimjisam
bandinum veit at siga, at teir
fyrstu kava í hylin klokkan
10.27, og at innleiðandi umfarið
verður liðugt á middegi henda
sama dagin ella heilt neyvt
klokkan 12.01.
Finalan í 1500 metra kapp
ingini verður leygarkvøldið 4.
august, sum er síðsta kvøldið
í OL svimjingini. Klokkan 19.36
fara bestu svimjararnir á 1500
metra teininum at taka støðu,
og so er stóri spurningurin,
um tað tá fer at standa ein
føroyingur
millum
úrmæl
ingarnar!
joannes@sosialurin.fo
Pál í olympiska
eldin ein fríggjadag
Jóannes Hansen
Hesa ferð verður landskapp
ingin í fótbólti liðug, áðrenn
tveir teir síðstu landsdystirnir
verða spældir á heimavølli.
Tá ið B36 í heyst hevði kós
ímóti FM heitinum, og EB/
Streymur og Víkingur royndu
at renna aftaná, var fram ímóti
kappingarenda steðgur í kapp
ingini, tí landsliðið var niðri
í Serbia. Hetta fall ikki í so
góða jørð hjá øllum. Tað vóru
teir, sum vístu á, at tað var so
ymiskt, sum landsliðsferðin
órógvaði feløgini.
Í onkrum av feløgunum bar
tað venjarunum til at leggja
venjingarnar til rættis sum
vanligt, tí eingin spælari var
burtur í landsliðsørindum, og
í øðrum feløgum vóru fleiri
spælararar burtrurfrá í altjóða
ørindum.
Á eftirmetingarfundinum
í heyst varð breið semja um,
at tað nú skal leggjast soleiðis
til rættis, at punktum verður
sett í landskappingini, áðrenn
tveir teir síðstu dystirnir í HM
undankappingini í oktober
verða spældir.
Nú hevur FSF boðað feløg
unum frá, at ætlanin er, at
27. og síðsta umfar í lands
kappingini skal verða leygar
dagin
6.
oktober.
Føroyar
skulu spæla tveir HM undan
kappingardystir á heimavølli
í oktober. Tann fyrri verður
fríggjadagin 12. oktober ímóti
Svøríki, og tann seinni verður
týsdagin 16. oktober ímóti
Írlandi.
Soleiðis sum landskappingin
nú verður skipað fer tað at
bera til hjá Lars Olsen at savna
landsliðið longu sunnudagin
7. oktober ella kanska heldur
mánadagin 7. oktober. Og so fer
at bera til at savna seg fult og
heilt um stóru avbjóðingarnar
ímóti Svøríki og Írlandi, uttan
at endaspurturin í landskapp
ingini fer at spøkja, og uttan at
venjararnir í feløgunum skulu
hava ampa av, at allir spæl
ararnir ikki eru tøkir í síðstu
fyrireikingunum
til
enda
spurtin í landskappingini, og
uttan at venjararnir skulu
hava ampa av, um nú lands
liðsspælararnir verða skaddir
í altjóða dystunum.
Fyrsta umfar í landskapp
ingini verður sunnudagin 25.
mars.
Seta punktum
áðrenn altjóða
uppgávurnar