mikudagur 4. januar 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í sambandi við bygging av nýggjum skúladepli við Marknagil í
Tórshavn bjóðar Landsverk við hesum áhugaðum arbeiðstakarum at
søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á eina ella fleiri
stórarbeiðstøkur, sum eru átta í tali.
Um verkætlanina og treytir í sambandi við undangóðkenning skal upplýsast:
1. Byggiharri
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO–110 Tórshavn
tlf. 340 800
2. Útbjóðingarháttur
Verkætlanin verður boðin út í átta stórarbeiðstøkum. Útbjóðingin er fevnd av
løgtingslóg nr. 106, frá 15. november 1984 um útbjóðing o.a.
3. Lýsing av verkætlanini
Skúladepilin við Marknagil verður góðar 19.000 fermetrar til støddar í seks hæddum,
har teir tríggir núverandi skúlarnir – Føroya Studentaskúli og HF-skeið í Tórshavn,
Tekniski Skúli í Tórshavn og Føroya Handilsskúli í Tórshavn – verða ein skúli. Umframt
vanlig undirvísingarhølir, rúmar skúladepilin nógvum serhølum. Eitt nú maskin-, bila-,
el- og timburverkstøð, onnur hølir til tær ymsu handverkaraútbúgvingarnar, eins og
ítróttarhøll, bókasavn, matstovu og onnur felagsrúm. Skúladepilin við Marknagil er
størsta byggiverkætlan í Føroya søgu.
4. Býtið av arbeiðinum
Talan verður um at bjóða arbeiðið út í átta stórarbeiðstøkum, umframt nøkrum
byggiharraveitingum. Arbeiðstøkurnar eru hesar:
Nýggjur skúladepil
við Marknagil
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
1 Jørð, kloakk, betong
og stálarbeiði
1.1
Jørð og kloakk
1.2
Ráhús (betong og stál)
1.3
Stáltrappur í slokum (skaktum)
2 Innilokan
2.1
Framsíður (fasadur)
2.2
Tak
2.3
Atriumtak
3 Innrætting o.a.
3.1
Timburarbeiði
3.2
Spenniloft
3.3
Glasveggir
3.4
Træ- og plátugólv
3.5
Sólskerming
3.6
Smáinnbúgv (tekøkar,
klædnarúm o.a.)
3.7
Trappur í atriumrúmi
4 El-arbeiði o.a.
4.1
El-arbeiði
5 HVS, luftskiftisskipanir o.a.
5.1
HVS
5.2
Sprinkling
5.3
Luftskifti
5.4
CTS-skipanir o.a.
6 Múraraarbeiði o.a.
6.1
Múraraarbeiði
6.2
Flótandi gólv
6.3
Pussað/polerað gólv
7 Málaraarbeiði
7.1
Málararbeiði o.a.
8 Lendisarbeiði o.a.
8.1
Áleggingar
8.2
Skráar o.a.
6. Treytir
Fyri at verða tikin við í viðgerðina í sambandi við undangóðkenningina skulu umsøkjarar
lata inn niðan fyri nevndu upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti, og um hvørjar fakligar
royndir og byggiorku teir hava:
· Arbeiðið skal verða gjørt av parta- ella smápartafeløgum, sum eru skrásett í Føroyum;
t.e. hjá Skráseting Føroya
· Navn, bústaður, v-tal, telefon- og faksnummar, teldupostadressa og navn á
ábyrgdarpersóni
· Yvirlit yvir byggiverkætlanir, ið umsøkjarin hevur luttikið í, seinastu fimm árini. Vísast
skal til lidnar verkætlanir ella verkætlanir í gerð. Fyri hvørja verkætlan skal upplýsast
byggiharri, leiklutur arbeiðstakarans, nær arbeiðið er byrjað, arbeiðstøkukostnaður og
ábyrgdarpersónar
· Úr yvirlitinum skulu veljast tær báðar mest viðkomandi verkætlanirnar, sum umsøkjarin
áður hevur luttikið í. Fyri báðar verkætlanirnar skal fyriliggja nágreinilig lýsing. Um tað
ber til, kann umsøkjarin lata inn byggiharraviðmæli fyri hesar uppgávur. Í viðmælinum
skal upplýsast, hvørjar byggiverkætlanir talan er um, upplýsingar um leiklutin hjá
umsøkjaranum og meting frá byggiharranum um avrik umsøkjarans. Í sambandi við val
av arbeiðstakara tilskilar byggiharrin sær rætt til at seta seg í samband við teir
tilnevndu ábyrgdarpersónarnar
· Lýsing av skipan fyri góðskutrygging og innaneftirlit, og hvussu hendan skipanin er
bygd upp
· Lýsing av HTU (heilsu-, trygd- og umhvørvisarbeiði), og hvussu hetta arbeiðið verður
skipað
· Upplýsingar um útbúgvingar og fakligar førleikar annars hjá starvsfólkunum
· Góðkendan ársroknskap fyri seinastu trý roknskaparárini
· Trú- og heiðursváttan um skuld til tað almenna
· Váttan um miðaltal av starvsfólkum og ársverkum býtt yvir viðkomandi fakbólkar –
um møguligt – fyri seinastu trý árini
· Er umsøkjarin ein felagsskapur (konsortium) av arbeiðstakarum, skal hesin veita einum
av luttakarunum fulltrú, ið skuldarbindur allan felagsskapin, eins og byggiharrin krevur
samábyrgd
· Um talan er um eitt toymi av arbeiðstakarum, ið samstarva um at loysa uppgávuna,
skal greitt upplýsast, hvør bygnaðurin í toyminum er
· Um so er, at arbeiðstakarin brúkar undirarbeiðstakarar, skulu hesir eisini lata inn oman
fyri nevndu upplýsingar
· Fyri at umsóknin um undangóðkenning skal verða viðgjørd, skal alt oman fyri nevnda
tilfar latast inn
7. Aðrar treytir
· Arbeiðstakarar skulu hava kunnleika til serlig føroysk viðurskifti, so sum veðurlag,
arbeiðsmarknaðarviðurskifti, lóggávu og reglur, ið eru galdandi fyri slíka bygging v.m.
· Víst verður til „Rundskriv um arbeiðsklausul“ frá VMR dagfest 13. februar 2009. Her er
millum annað ásett, at sáttmálin verður fevndur av kravinum í ILO-sáttmálanum nr. 94
um arbeiðsklausular í almennum sáttmálum
8. Tíðarfreist fyri at lata inn tilfar
Freistin at lata Landsverki inn tilfar til undangóðkenning er 22. januar 2012. Avsendarin
hevur ábyrgdina av, at tilfarið er móttikið rættstundis.
9. Krøv til tilfar
Í sambandi við undangóðkenningina skal tilfarið latast inn í talgildari pdf-útgávu í A4 ella
A3 stødd. Tilskilast skal, hvørja ella hvørjar stórarbeiðstøkur undangóðkenning ynskist
til. Vísast kann bert til høvuðspunktini og ikki undirpunktini. Tilfarið skal sendast til:
Landsverk
t-postur: marknagil@lv.fo
10. Spurningar
Spurningar skulu skriviliga stílast til oman fyri nevndu teldupostadressu.
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndug-
leikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
5. Tíðarætlan
Byrjað verður at byggja á vári 2012. Sjálv byggingin skal verða liðug í 2015, og skúlin
verður tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.
Lýsing til undangóðkenning av arbeiðstakarum