mikudagur 4. januar 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Umvælir Harley
í Los Angeles
– Eg arbeiði upp á tær flottastu motorsúkklurnar, ein kann ímynda sær,
og hitti nógvar av stjørnunum í Hollywood, sigur Hans Kristian Ritter, sum
lærir til mekanikara á einum Harley Davidson verkstaði í Los Angeles
Rannvá G. Fossaberg
Hans Kristian Ritter er 20 ára
gamal og er uppvaksin í Harley
Davidson handlinum hjá páp
anum, Ove Ritter. Í fjør fór hann
í læru sum Harley-mekanikari,
og læruplássið fann hann hjá
Glendale Harley Davidson í Los
Angeles.
– Tað snýr seg ikki um, hvat
mann veit, men heldur hvønn
mann kennir, sigur Hans Kristian,
sum lærir eina rúgvu á verk
staðnum í L.A
Netverkið er
týdningarmikið
Tað var av tilvild, at Hans Kristian
Ritter fór heilt yvir til Los Angeles
fyri at koma í læru sum motor
súkklumekanikari:
– Eg hevði søkt um lærupláss
hjá
ymsum
umboðum
fyri
Harley Davidson í Danmark,
men tíðinar vóru ikki tær bestu,
og fleiri av teimum høvdu júst
havt ein lærling. So tók eg sakina
í egnar hendur og fór at leita eftir
læruplássi yviri í Amerika, sigur
Hans Kristian Ritter. Eftir at hava
samskift við ein Harley Davidson
verkstað í eina tíð fór Hans
Kristian Ritter yvir til Los Angeles
til samrøðu hjá Glendale Harley
Davidson, sum hann eftir fáum
døgum skrivaði lærusáttmála við.
Men avtalan var neyvan komin í
lag uttan hjálp frá pápanum, Ove
Ritter:
– Babba hevur hjálpt mær
ótrúliga væl, tí hann hevur sam
band við eina rúgvu av fólki
innan hesa vinnuna. Mínar upp
livingar eru, at tað er sera um
ráðandi at kenna røttu fólkini
og tora at spyrja seg fyri, um tað
skal eydnast einum at fáa læru
pláss uttanlands, greiðir Hans
Kristian Ritter frá. Í Amerika fer
ungdómurin ikki í læru á sama
hátt, sum vit kenna tað, so tískil
stendur í avtaluni millum verk
staðin í Los Angeles og Hans
Kristian Ritter, at hann í læru
tíðini skal vera á einum verkstaði
í Århus, men at hann so skal
arbeiða fýra mánaðir hvørt ár
yviri í Los Angeles á Harley verk
staðnum.
Keypti útgerð fyri
8.000 krónur
Ungi havnarmaðurin vísir á, at
mann ikki kemur sovandi til eitt
lærupláss sum tað, hann hevur
fingið í Los Angeles:
– Eg tók eitt grundskeið í
Ålborg innan bilmotorar í eitt
hálvt ár, hevði eitt skeið um
motorsúkklur í seks vikur, og so
var eg í starvsvenjing hjá trimum
ymsum Harley Davidson handl
um í Danmark. Tað er eingin ivi
um, at tað er ein stórur fyrimunur
at duga eitt sindur og at kunna
vísa á nakrar royndir, tá mann fer
undir at søkja lærupláss uttan
lands, sigur Hans Kristian Ritter.
Nakað av tí fyrsta hann gjørdi, tá
hann var komin til Los Angeles,
var at keypa amboð:
– Allir amerikanskir mekanik
arar hava síni egnu amboð.
Tískil mátti eg keypa ymsa út
gerð næstan beinavegin, tá eg
var byrjaður í Los Angeles. Am
boðini kostaðu umleið 8.000
krónur, men tíbetur vildi danski
staturin gjalda størsta partin av
hesi upphæddini, av tí at eg eri
í donsku útbúgvingarskipanini,
sigur Hans Kristian Ritter, sum
eisini fekk flogferðaseðilin og
aðrar ferðaútreiðslur goldnar.
Fekk eina harða byrjan
Hans Kristian Ritter var fyrstu
ferð á læruplássinum frá februar
til mai í fjør og skal yvir aftur til
Los Angeles um ein góðan mán
að. Hesaferð væntar hann, at tað
verður munandi lættari enn í
fjør, tá hann fyrstu tíðina ikki var
serliga væl móttikin av arbeiðs
feløgunum:
– Ta fyrstu tíðina dámdu teir
meg als ikki. Teir hildu, at eg
var útlærdur og sóu meg tískil
sum ein kappingarneyta á ar
beiðsplássinum, fortelur Hans
Kristian Ritter. Á flestu verk
støðum í Amerika er hørð kapp
ing um tey stóru arbeiðini, tí í
Amerika
fáa
mekanikararnir
ikki tímløn, men fáa løn fyri tað
arbeiði, teir gera. Hetta merkir,
at átekur tú tær stór arbeiði og
hevur langar arbeiðsdagar, fært
tú eina nógv hægri løn enn ein
annar, sum bara ger okkurt smá
vegis arbeiði.
– Tá arbeiðsfelagarnir funnu
útav, at eg bert var í læru, blivu
teir heilt annarleiðis. Teir vóru
áhugaðir í at læra frá sær, vístu
mær onnur verkstøð og lærdu
meg eisini ymisk triks, sum teir
á verkstaðnum í Danmark ikki
kundu læra meg, sigur Hans
Kristian Ritter. Hóast hann var
staddur langt burturi frá Før
oyum, kendi hann seg ongantíð
einsamallan, og hevði ikki stór
vegis longsul eftir at koma heim
aftur til Føroya:
– Eg haldi, at eg dugi væl at vera
langt burturi yvir langa tíð. Tá eg
var í Los Angeles hevði eg egna
farteldu við internetsambandi og
í meldrinum
Hans Kristian Ritter
– Allir amerikanskir mekanikarar hava síni egnu
amboð. Tískil mátti eg keypa ymsa útgerð næstan
beinavegin, tá eg var byrjaður í Los Angeles.
Amboðini kostaðu umleið 8.000 krónur