mikudagur 4. januar 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
Skype, so eg var ofta í samband
við familju og vinfólk her heima
og fekk góðan stuðul frá øllum,
greiðir Hans Kristian Ritter frá.
Hittir stóru stjørnurnar
Um ein góðan mánað fer Hans
Kristian Ritter yvir aftur til verk
staðin hjá Harley Davidson í Los
Angeles, og hann gleðir seg longu
til gerandisdagin, sum bíðar eftir
honum har:
– Tað er góða lív. Eg arbeiði
upp á Harley-súkklur, drekki
kaffi, lurti eftir útvarpi og koyri
onkrar av teimum heilt stóru og
flottu súkklunum. Harafturat
er tað ein góður stemningur á
verkstaðnum, so tað er als ikki
so galið, heldur Hans Kristian
Ritter. Verkstaðurin, har sum
Hans Kristian Ritter arbeiðir,
hevur eisini fleiri kendar Holly
woodstjørnur, sum javnan koma
á vitjan á verkstaðnum:
– Eg havi millum annað hitt
Robert Patrick, sum hevur verið
við í Terminator 2, Ron Pearl
man
frá
filminum
Hellboy,
Johnny Depp, og so havi eg eisini
koyrt motorsúkkluna hjá Bruce
Springsteen frá okkara verkstaði
og heim til Springsteen sjálvan,
fortelur ein errin Hans Kristian
Ritter frá.
Hann verður væntandi liðugur
við útbúgvingina í 2014, men
longu nú heldur hann seg hava
lært eina rúgvu av at vera í læru
hjá Harley Davidson í Amerika:
– Eg læri nógv meira við at vera
í Los Angeles, tí marknaðurin er
sera stórur, og eg arbeiði mangan
frá klokkan átta á morgni til
klokkan níggju á kvøldið, so
sjálvsagt læri eg nógv, sigur Hans
Kristian Ritter, sum viðmælir øll
um ungum at fara út um land
oddarnar at nema sær vitan:
– Tað krevur, at tú ert tolin og
vil kempa fyri tað, men tað er so
avgjørt alt tað harða arbeiði vert,
heldur Hans Kristian fyri.
Hans Kristian og Kim Coates
...Robert Patrick
...Ron Pearlman
– Eg havi millum annað hitt Robert Patrick, sum
hevur verið við í Terminator 2, Ron Pearlman frá
filminum Hellboy, Johnny Depp, og so havi eg eisini
koyrt motorsúkkluna hjá Bruce Springsteen
– Eg læri nógv meira við at vera í Los Angeles, tí
marknaðurin er sera stórur, og eg arbeiði mangan frá
klokkan átta á morgni til klokkan níggju á kvøldið,
so sjálvsagt læri eg nógv, sigur Hans Kristian Ritter
Mynd: Álvur Haraldsen