Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. januar 2012 · Nr. 1 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Líka so nøgdar vit vóru um røðu løgmans á nýggj­árinum, har dent­ ur m.a. varð lagd­ur á tolsemi, frælsi og dem­o­ krati, líka so vón­svikn­ar gjørdust vit av sam­røð­ uni, danska sjón­varps­ rás­in TV2 hevði við Kaj Leo Jo­hann­es­en løg­ mann, har hann verð­ ur spurd­ur um, hvønn týdn­ing før­oy­ing­ar leggja í hetta, at drotn­ ing­in nevn­ir Fø­r­oy­ar í nýggj­árs­røðu sínari. Vit ætla ikki at leggja okk­um út í, hvørja met­ ing løg­mað­ur hev­ur av kongs­hús­i­num, men vit vilja mót­mæla, at løg­ mað­ur okk­ara loyv­ir sær at gera so grovar gen­e­ ral­is­er­ing­ar um før­oysk­ ar kvinn­ur, sum hann gjørdi í samrøðuni. Før­oyskar kvinnur verða allar sleptar nið­ur í ein pott og verða lýst­ ar sum persónar, sum dáma sera væl at lesa donsk vikubløð, nevnd verða beinleiðis Se og Hør, Ude og Hjem­met og Familie Journ­a­len, og løgmaður pá­stend­ ur eisini at føroyskar kvinnur lesa litaðu vikubløðini, tí teim­um dámar so væl at hyggja at og tosa um fínu kjólarnar, sum tey kong­ ligu og onnur eru í. Vit hava als onki í­móti at fólk lesa viku­ bløð og hyggja eftir fín­um kjólum, vit ætla okkum heldur ikki at hava at løgmanni og privatu áskoðan hans­ ara á kvinnur, men vit vilja átala at Føroya løg­mað­ur ger so grovar gen­er­al­iseringar av lesn­ að­inum hjá før­oysk­um kvinnum og á­huga teirra fyri fínum kjól­um. Hetta eigur eftir okkara tykki ikki at koma fyri í einari við­merking frá einum al­menn­um persóni, sum Før­oya løgmaður er. Kvinnu­felaga­sam­ skipan Føroya Kvinnufelaga­sam­ skipan Føroya er um­boðs­nevnd fyri kvinnufeløg í Føro­yum. Lim­a­feløgini eru: Kvinnu­felagið í Havn Skála Hús­møðra­felag Valkyrj­urnar Tofta Kvinn­u­felag Kongs­havn­ar Kvinnu­felag Stevnan har tey ungu kre­a­ tivu hittast verður nú aft­ur! Tann 17. til 19. februar letur Norðurlandahúsið hurð­ ar­nar upp fyri 60 ungum í Før­oy­um, sum tora, duga og vilja. Øll, sum eru 13 ár, men enn ikki 19, kunnu tekna seg inn­an tann 20. januar. – Til ber longu nú at tekna seg á www.nlh.fo, siga fyrireikararnir. Talan erum 11. stevn­una, sum fer av bakka­stokki, tann sætta í Norð­ur­landa­húsi­num 11. februar. Á Ungum í Føroyum hitt­ ast ung úr øll­um landi­num, sum hava list­a­r­lig á­huga­ mál ella fá­ast við eitt­hvørt, ið hev­ur við list at gera. Her kunnu tey hitta onn­ur, sum hava somu á­hug­a­mál og læra nýtt av hvørj­um øðr­um og av kend­um før­oysk­um og út­ lendsk­um list­a­fólkum. Og her er tað, at ung kunnu vísa Før­oy­um, hvat ung­dóms­m­ent­an er, tá ung sjálvi seta dagsskránna. Fyri øll kreativ ung Ung í Føroyum hevur einki krav um roynd­ir, stevnan er fyri øll ung, sum eru listarliga á­hugaði, bæði til tey, sum hava nógv­ar royndir, til tey, sum akk­urát eru byrjaði, ella til tey, sum bara hava hug at fara í gongd við nakað list­ar­ ligt. Tey kunnu royna nýggjar leið­ir og mennast innan sítt list­a­øki, men tað ber eisini til at royna okkurt annað enn tað, tey fáast við til dagligt. Her kunnu ung hitta onn­ ur, sum fáast vit tað saman sum tey, hitta javnlíkar og eis­ini síggja, at alt ber til – bert hugflogið setur markið. Fríggjakvøldið verður lista­fram­sýn­ing og sýn­ing av teim­um tón­leika-, sjón­leika- dansi- ella filmsverkunum og øðrum, tey ungu sjálvi hava fyr­i­reikað frammanundan. Leygardagin verður ar­ beitt í verk­smiðj­um all­an dag­in. Á kvøldi er hugnakvøld og op­in pallur. Sunnudagin verður stóra end­a­sýn­ingina fyrireikað, og sunn­u­dag seinnapart kunnu øll fólk koma at síggja, hvat er av­rikað. Ung í Føroyum er skip­að sum ein lega. Tey ungu sleppa at nýta alt Norð­ur­landa­húsi­ num hetta vikuskiftið, og gist verð­ur í B36-húsinum. Ung, sum fyrr hava verið við, men eru fylt 19, eru hjálparfólk og »stór­a­systkin« alla stevnuni. Ung í Føroyum er ikki ein kapping. Tað er ein møg­u­ leiki at vísa fram, royna nýtt, menna, tað tey duga og ar­ beiða saman við øðr­um list­ ar­liga á­huga­ð­um og virknum í sínum aldri. Tað er ein møg­ u­leiki at vísa um­heiminum, hvat ung list er í dag, hvat tey halda vera spennandi og við­kom­andi. Ung í Føroyum er ein týð­andi sýnisgluggi fyri før­ oyska ung­dómslist. Tað er hent (og kann henda aftur), at onkur sær eina spenn­andi sýning ella eitt spenn­andi listaverk og vil nýta tað. Okkurt av tí, sum hev­ur verið framleitt á stev­n­uni, hevur verið sýnt í øðr­um høpum, her heima ella í øðrum londum. Gerið listarligar dreymar til veruleika Kvinnur átala løgmann Løgmaður biðjur um umbering UNG Í næsta mánaði hittast 13 til 19 ára gomul til Ung í Føroyum í Norðurlandahúsinum Løgmaður dregur í land, eftir at kvinnufelagasamskipan Før­oya alment hevur funnist at hon­ um fyri at generalisera og siga, at føroysk konufólk lesa donsk vikubløð fyri at síggja, hvussu tey kongaligu ganga ílatin. Tað var í einum innslag í TV2 nýggjárs­dag, at hesi orð løg­mans fullu. Í tíð­inda­skrivi frá Løg­mans­ skriv­stov­uni send­ur: »TV2 gjørdi nýggjársaftan bein­leið­is sam­røðu við meg um nýggj­ársr­øð­una hjá drotn­ing­ini og týdn­ing­in av, at drotn­ing­in á hvørj­um ári ber heils­an til Føroya fólk í røð­uni. Undir samrøðuni kom eg inn á, at drotn­ing­in er nógv av­hild­ in mill­um før­oyi­ng­ar, og at hesin áhugi sæst aft­ur í, at føroyingar eins og dan­ir lesa vikubløðini, ið fylgja Kongs­hús­i­num. ­Tað harmar meg, at Kvinn­u­samskipan Føroya og aðr­ar kvinnur kenna seg sett­ar í bás, tí tað var als ikki ætlanin við útsøgnini.  Eg nýti høvi at takka fyri jaligu orðini hjá Kvinn­usamskipanini um nýggj­árs­røð­una. «, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løg­mað­ur í tíð­inda­skrivi frá Løg­mans­skriv­ stov­uni. Listafólk leiða verksmiðjurnar Verk­smiðjuleiðararnir eru øll yrk­i­s­listafólk, fólk, sum liva av sín list. Tey flestu eru før­oy­ing­ar, men onkuntíð eru list­a­fólk boðin úr øðrum lond­um. Í ár verða tey hesi spenn­andi og kendu list­a­ fólk­i­ni verk­smiðj­u­leið­ar­ar á stevn­uni: Lena Anderssen og Nicl­as Johannesen, tónleikur, Brand­ur Patursson, myndlist Pet­ur Pólson, skriving Ann­finn­ur Hein­e­sen, sjón­ leik Jo­ël Colas, sirkus Kate Cork­ery, frásøgn. Tvær ungar kvinn­ur, Birna Heinesen og Rak­ul Thom­ sen, sum fyrr hava ver­ið lut­tak­ar­ar á stevn­uni, og sum nú verða lidn­ar at lesa dramaturgi, fara at sam­ skipa almennu end­a­sýn­ ing­ina. Ung í Føroyum á netinum Ung í Føroyum hevur nú sín egna tíð­ind­a b l o g g u n g i f o r o y u m . blogspot.com. Øll tíðindi og upplýsingar eru sjálv­ andi at finna á heim­a­síð­ uniwww.ungiforoyum.info og á Face­book-bólkinum við. Allar upplýsingar um UíF eru at finna á www. ung­i­for­oy­um.info og á www.nlh.fo. Gev gætur: tekningin er byrjað og er einans online. Tekningarfreistin er 20. januar.