týsdagur 24. februar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 37 - 24. februar 2004
Nr. 37 - 24. februar 2004
3
At skip leggja seg í
ringum veðri er ikki
óvanligt, hóast nógv
hevur verið gjørt
burturúr, at Smyril
herfyri legði seg 42
stig á veg til Suður-
oyar. Smyril hevur
mangan brattan farið
og próvfast er, at
hann í 1994 legði seg
58 stig
SAMFERÐSLA
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Herfryi legði Smyril seg 42
stig á veg til Suðuroyar.
Veðrið var heldur vánaligt,
men túrurin var góður, men
brádliga kom skipið í ring-
an sjógv og legði seg 42
stig, tá skipið fekk rættulig
brot. Alt hendi brádliga og
kom sera óvæntað og helst
hevur hetta gjørt sítt til, at
ferðafólk fingu skelk og at
fjølmiðlar hava gjørt burtur
úr ferðini.
Men Smyril hevur mang-
an brattan farið, síðani
skipið kom til Føroya
miðskeiðis í sjeytiárunum.
Og í nøkur ár sigldi Smyril
millum lond, t.d. til Aber-
deen.
Á eini ferð heim úr Aber-
deen í 1994 var Smyril í
ringum veðri og fekk risa-
stór brot. Hetta var útfyri
Dennis Head. Skipið legði
seg heili 58 stig. Ein av
manningini, Petur Dahl
Nolsøe, tók mynd av deka-
metrinum, ið er tíl sum vís-
ir, hvussu nógv stig skipið
leggur seg. Har er próvfast,
at skipið hevur lagt seg 58
stig. Hvørt tað so er met hjá
Smyrli, sigur søgan hin-
vegin einki um. Men Petur
minnist, at trailararnir um
borð vóru tómir henda
túrin og tað fegnast hann
um, tí óivað hevði støðan
verið
hættisligari,
um
meira vekt var umborð.
Myndin hevur síðani
túrin hingið á brúnni um-
borð á Smyrli og er í dag
heldur illa farin, tí ljósið er
farið við henni. Petur Dahl
Nolsøe hevur tí tikið mynd-
ina til hús, eisini havandi í
huga, at nú styttist, til skip-
ið verður tikið úr suður-
oyarsiglingini, tí ein nýggj-
ur og betri Smyril skal
røkja farleiðina um Suður-
oyarfjørð, ið sum kunnugt
hevur bæði sól og logn og
myrkur og vind at bjóða
teimum ferðandi.
Smyril
legði seg
58 stig
Dekametrið umborð á Smyrli
vísur 58 stig. Fyri 10 árum legði
Smyril seg 58 stig á veg heim úr
Aberdeen. Petur Dahl Nolsøe
eigur myndina, sum hevur hingið
umborð á Smyrli og tí er heldur
illa farin og kámað av ljósinum
HUGNAKVØLD
Tíðindaskriv
Í sambandi við at brúgvin
um Streymin varð 30 ár
seinasta
heyst,
hevur
Bókasavnið tikið stig til at
savna nakað av tilfarið um
tíðina, tá byggingin fór
fram.
Hóskvøldið 26. februar
klokkan 20 skipar Sunda
Bókasavn fyri hugnakvøld-
ið í Høllini í Norðskála-
Oyrar skúla, har tilfarið
verður lagt fram við fyri-
lestrum,
blaðgreinum,
myndasýning
og
ljós-
myndasýning. Í steðginum
verður kaffi og køkur at
fáa.
Harafturat verða blað-
greinarnar, myndirnar og
ljósmyndirnar vístar aftur
leygardagin 28. februar og
sunnudagin 29. februar,
báðar dagarnar frá klokkan
16 til 18.
Øll eru væl komin.
Hugnakvøld á Sunda Bókasavni
Brúgvin um Streymin
30 ár
Á dagstovninum
Blákollan í Klaksvík
gjørdu nøkur av
børnunum seg
tilreiðar at fara at sláa
tunnu, meðan onnur
vóru farin í holt við
at sláa
FØSTULÁVINT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: – Hey, vit mála
okkum, sigur ein fittur
smádrongur, sum tekur
ímóti í barnagarðinum, tá
hann varnast, at hurðin
gongur.
Inni í stovuni sita børnini
og takast við ymiskt.
Summi tekna og onnur
spæla, meðan tey spent
bíða eftir, at øll skulu verða
liðug og klár at sláa tunnu.
Uppi á loftinum halda
vøggustovubørnini til. Tey
eru øll klár at byrja slátt-
urin. Hendan dagin eru
bæði Superman, Batman,
Rasmus Tøppur, prinsessur
og klovnar í vøggustovu.
Sjálv leiðarin er útklødd
sum Øskufía.
Børnini vísa vegin inn
har, sum tunnan hongur.
Ein flott tunna, sum tey
sjálvi hava málað. Onkur av
børnunum eru so mikið
stór, at tey náa upp um
tunnuna og at hyggja niður
í hana, og tað lýsa stjørnur í
eygunum á teimum, tá tey
varnast, at okkurt gott er í
henni. So ræður bara um at
byrja at sláa.
Summi gera greitt bein-
anvegin, at tey tíma ikki at
sláa. Tað verður virt, men
nøkur eru øgiliga spent og
sláa rættuliga hart. Við
ljóðunum frá tunnusláttr-
inum verður farið niður-
undir aftur at vita, hvussu
har gongur.
Tey smyrja og lata seg
framvegis í. Børnini eru
sera tolin og spæla fitt,
meðan
tey
bíða.
Um
døgurðatíð vita tey, hvør er
kattakongur og hevur fingð
krúnuna. Og tá fáa tey
eisini okkurt lekkurt at eta
á stovninum, tí tey hava
ikki matpakkar við í dag.
Rokast til tunnusláttur
Í Vøggustovuni høvdu tey borið nakað skjótari at enn í barnagarðinum, so tey byrjaðu
at sláa tunnuna, áðrenn hini. Øll vóru ikki líka fegin um tað, men tey flestu vóru spent,
tí tey vistu, at okkurt gott lá í tunnuni
Ein fitt prinsessa var millum
øll tey grýlukløddu børnini í
Blákolluni, sum rokaðust við
at gera seg klár til tunnu-
slátturin mánamorgunin
Hesin drongurin var íklæddur sum
ein kovboy. Hann helt ikki, at tað var
so longi at bíða, men sat tolin og
spældi, meðan hini rokaðust rundan
um hann
C
M
Y
K
3
2