Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 37 - 24. februar 2004 Nr. 37 - 24. februar 2004 5 Ljóskastarin settur á bjarging og tilbúgving Á fundi í skúlanum við Ósánna varð ljós varpað á bjarging og tilbúgving í norð- oyggjum. Norðoya Bjargingarfelag tók stig til fundin og um 100 fólk vóru til- staðar FUNDUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Á fundinum, sum byrjaði klokkan 19, vóru umboð fyri allar partar, sum hava við tilbúgving og bjarging at gera í norðoyggjum. Hvørt umboðið hevði eina framløgu upp á umleið tíggju minuttir hvør og eftir hvørja framløgu var høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar. Og fleiri tóku av høvinum. – Endamálið er fyrst og fremst at norðoyingar skulu fáa eina fatan av, hvør til- búgving er í norðoyggjum, sigur Dánjal Jákup Mein- ertsson, sum er ein av fyri- reikarunum til tiltakið. Hann sigur, at umframt ta professionellu tilbúgv- ingina, sum er í økinum, so er ein rúgva av sjálvbodnari hjálp. Sum dømi nevnir hann sjúkraliðið í økinum, sum er ein skipað hjálp, tá ið ástendur. Men tað kemur so ikki til, uttan fráboðan frá løgregluni. Junglutrummur Dánjal Jákup sigur, at tann sjálvbodna hjálpin í norð- oyggjum virkar væl. Ser- liga í Klaksvík, heldur hann. Tað finnast telefonketur innan hesa hjálparskipan. Tað vil siga, at tá fráboðan kemur um, at tað er tørvur á hjálp, so fer ein telefonketa í gongd. Men tað er ikki al- tíð, at ein tílík virkar eftir ætlan, tí tað kann altíð verða, at onkur er burtur- staddur. – Men hóast tað, so virkar sjálvbodna hjálpin væl. Og tað ímyndi eg mær kemur av, at junglutrumm- urnar hoyrast so væl aftur í Klaksvík, sigur Dánjal Jákup. Hann letur væl at fólki og sigur, at tey eru ógvuliga fús at hjálpa. Ábøtur Hóast Dánjal Jákup letur væl at bæði tilbúgving og bjarging í økinum, so dylir hann ikki fyri, at ábøtur altíð kunnu gerast. Og tað var eisini tað, sum millum annað var enda- málið við kunnandi fundin- um. Fyrireikararnir vildu geva fólki høvi til at koma við spurningum og hug- skotum til, hvussu tað kann gerast enn betur. Og tað komu fleiri góð hugskot inn. Ein av áhoyrarunum hevði ein lítlan ryggsekk við sær, sum hann so vísti fram og hvat hann hevði í honum. Dánjal Jákup sigur, at tað var sum at síggja ein gandakall hála eina kanin fyri og aðra eftir burtur úr hesum lítla ryggsekki. Lut- ir, sum onki viga, men kunnu hava stóran týdning, um ein fer burtur í haga og av eini ella aðrari orsøk verður longur burtur enn ætlað. Lutir sum lummalykt, ein oljuvest, sum varð gjørdur serliga til hansara, men øgiliga vælegnaður, vøttir, tunnar hosur, stóra sukur- látaplátu, snørisstubba, ein lítlan penn at skjóta bluss av við og so framvegis. Umframt hesar lutir, so legði hann dent á, at før- oysk undirklæði altíð eru góð at vera í, tá farið verður gongutúrar í haganum. – Hatta vóru alt smálutir, sum eru skilagóðir at hava við sær, um ein fer burtur í hagan. Og hatta var so avgjørt eitt gott hugskot, sigur Dánjal Jákup. Trygt sum heild Dánjal Jákup sigur, at eftir fundin sótu fyrireikararnir eftir við tí fatan, at fólk sum heild eru trygg við tilbúgvingar og bjargingar- skipanina, sum hon virkar í norðoyggjum. Onkur dømi vórðu nevnd, har hon ikki hevði virkað og enn ikki virkar nóg væl. Og tað fegnast Dánjal Jákup um, tí so ber til at gera nakað við teir trupulleikarnar. – Vit eru glaðir fyri tiltakið, og at tað eydnaðist so mikið væl, sigur Dánjal Jákup, sum dugir at síggja fyri sær, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak. – Men tá verður tað so eitt øðrvísi tiltak, tí tað nyttar onki at hava tað sama umaftur. Men nú er ljós sett á, og meta vit hetta vera eitt gott høvi til at halda lív í kjakinum um tilbúgving og at kunna fólk um tað, sigur Dánjal Jákup Meinertsson, ein av fyrireikarunum til fundin í Ósáskúlanum fríggjakvøldið. Á kunnandi fundinum um tilbúgving og bjarging vóru allir partar í norðoyggjum tilstaðar og høvdu hvør sína framløgu. Trygdarmiðstøðin blásti eisini ein gummibjargingarbát til fýra persónar upp. Tiltakið eydnaðist væl, siga fyrireikararnir Mynd: Bárður Lydersen Ein av stórhendingunum í farnu viku varð, at japanski búskaparvøksturin í 4. ársfjórðingi hækkaði úr 1,4% í 7,0% p.a. Hetta er størsti vøkstur síðani 1990, og hesi góðu tíðindini fingu japanska yennin at vikna mótvegis dollaranum. So- statt hækkaði dollarin eisni mótvegis krónuni. Umframt styrknandi doll- aran, fingu eisini bjørt orð frá Greenspan og prísvakstr- artøl úr USA ávirkan á láns- og partabrævamarknaðirnar. Eftir at renturnar sum heild lækkaðu í byrjanini av farnu viku, vendi gongdin og ser- liga hósdagin hækkaður renturnar aftur. Partabrøv lótu ikki seg ávirka stórveg- is, og hækkaðu allar dagar- nar, tó fríggjadagin undan- tikið. Í farnu viku gjørdust roknskapirnir hjá Hewlett- Packard, Norsk Hydro og Carlsberg góðir, hvat inn- tøkum viðvíkjur, meðan teir hjá Nordea og Svenska Handilsbankanum, vóru vánaligari enn væntað. Í samband við roknskapin kunngjørdi Carlsberg, at tey fara at keypa ognarlutin, ið Orkla eigur í Carslberg, fyri 14,8 milliardir krónur. Hesi tíðindi fingu Orkla at hækka sløk 14%. Tíðindini hava eisini verið góð fyri Carls- berg, ið er hækkað 9% farnu vikuna. Hesa vikuna kunngerða GN Store Nord og norski bankin DNB Holding roknskap. Dollarin, ið styrknaði 1,7% farnu vikuna, fer væntandi at verða óstøðugur í næstum, og fer tí sannlíkt eisini at seta dám á hesa vikuna; møguleiki er fyri lækkandi rentum. Truplari er at meta um partabrøvini, tí fáar roknskaparkunngerðir koma hesa vikuna. Um búskaparligu uppgerðirnar í vikuni staðfesta lutfalsliga bjørtu orð Greenspans, er møguligt, at partabrøvini kunnu standa seg væl. Hóast styrknaða dollaran, skal ikki roknast við, at tíðarskeiðið við einum veikum ella viknandi dollara er av. Grundleggjandi viðurskift- ini, ið eru atvoldin til veika dollaran, eru framvegis galdandi, og sum áður nevnt væntar Kaupthing ikki, at dollarin av álvara fera at styrkna, fyrr enn amerikanski tjóðbankin gevur neyvari boð um, nær teirra renta verður hækkað. Japanarar fingu dollaran at vikna Børnini í útibarna- garðinum í Miðvági hava fingið nýggjar vestar frá Føroya Sparikassa. Vestarnir síggjast væl og eru ætlaðir sum trygd hjá børnunum, tá tey ganga úti í ferðsluni FERÐSLUTRYGD Edvard Joensen Miðvági: Nú síggjast tey heilt væl, børnini í útibarnagaðrinum í Miðvági, tá tey fara í býin. Tey hava fingið nýggjar, gular vestar, sum bæði eru sjónligir í dagslýsi, eins og teir hava endurskin, so tey eisini síggjast, tá ljós skínur á tey í myrkri. Hetta tykist vera eitt rættiliga gott hugskot, hetta at lata hesi smáu ganga í slíkum vestum, sum nú eru at síggja víða um. Og tað tykist eisini, sum tey hava tikið tað til sín sum móta og ikki fara um dyrnar, uttan tey eru i hesum góðu vestum. Børnini hildu tað vera rættiliga stuttligt, tá Bassi kom á vitjan, og til heiðurs fyri honum varð farið í vestarnar og stillað upp til myndatøku úti í gamla skúlagarðinum í Miðvági, har bæði ommur og abbar umframt foreldur teirra, sum í dag ganga í barna- garðinum, hava havt sína dagligu gongd. Bassi sæst Vikuskfitið í føstu- inngangi var friða- ligt í Havn, verður sagt av politistøðini. Nógv fólk var úti, og tey skikkaðu sær væl. Sama verður sagt frá aðrastaðni LØGREGLUTÍÐINDI Edvard Joensen Onkur koyrdi ávirkaður, og onkur var ov linur at vinna hús uppaftur. Og so var eitt innbrot eisini, sig- ur vakthavandi á politi- støðini í Havn um viku- skiftið, ið fór. Tað var nógv fólk í býn- um á føstulávint, sigur vakthavandi á politistøð- ini. Men tey vóru rættiliga friðalig. Onkur var so mikið ávirkaður, at hann vann ikki upp aftur hús, so løgreglan mátti koyra nakrar persónar heim. Einar tveir eydnaðist ikki at finna bústað hjá, so teir svóvu á politistøðini, sig- ur vakthavandi. Tveir bilførarar og ein knallertførari vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir. Í húsunum hjá Frk. Cohr, sum sagt verður Havn, í Kommunuskúla- garðinum, var innbrot. Hetta er annað vikuskfitið á rað, at brotið er inn í húsini, sigur løgreglan. Men hvørga ferðina tykist nakað vera stolið úr hús- unum. Um tað er fyri at verma seg ella hvør nú grundin kann vera, vita tey ikki enn, men málið verður kannað. Eisini av øðrum politi- støðum í landinum verður sagt frá, at væl av fólki hevur verið í býnum, men øll tykjast hava verið sera friðalig. Friðaligt vikuskifti Børnini eru fegin um nýggju vestarnar, sum tey altíð farat vera í, tá tey fara út Mynd. Edvard Joensen Eini stórhundrað fólk vóru á evnisdegi, sum Ferðaráð Føroya skip- aði fyri í Norður- landahúsinum fríggjadagin FERÐAVINNA Edvard Joensen Eini stórthundrað fólk vóru á innbodnum evnisdegi um økisferðavinnu í Føroyum, sum skipað varð fyri í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Ferðaráð Føroya skipaði fyri tiltakinum, sum lýsti økisferðavinnuna við fyrilestrum og kjaki. Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, sigur, at ongar nýggjar ætlanir sum so vórðu lagdar fram á hes- um fundinum. Tær ætlanir, sum eru fyri ferðavinnuna í ár, eru longu lagdar og lýstar úti í heimi eins og her heima hjá okkum sjávlum, sigur hann. Á evnisdegnum vóru fyrilestrar hildnir av fólki, sum hevur tilknýti til økisferðavinnu. Bæði frá økisferðavinnufeløgunum, kunningarstovunum, eins og eisini fólk frá Føroya Náttúru- og Umhvørvis- verndarfelag høvdu fram- løgur, sigur Heri Niclasen. Og tað er júst náttúran, sum í stóran mun verður brúkt at fáa fremmand ferðafólk hendanveg at vitja. Heri Niclasen sigur, at í mun til undanfarin ár, er ikki tað stóra gjørt av broyt- ing í marknaðarføringini. – Vit koyra upp á tað traditionella. Tó var á evnisdegnum okkurt nýtt at frætta um eina verkætlan, ið Ferðaráðið saman við Fornminnissavninum skip- aði fyri, sigur hann. Í dansistovuni í Norður- landahúsinum varð hendan dagin greitt frá tiltakinum »Sagas & Storytelling«, har dentur verður lagdur á at samskipa fornminni og ferðavinnu soleiðis, at søg- ur, sagnir og støð, sum vit kenna frá eitt nú Føroyinga- søgu eins og nýggjari søgu verða víst fram fyri fremmandum ferðafólki. Teirra millum, sum høvdu framløgu á evnis- degnum í Norðurlandahús- inum var eisini leiðarin á kunningarstovuni á Sandi. Og sum Sosialurin skilir á øðrum keldum, sum hava við vinnuna at gera, eru júst á Sandi spennandi ting við at henda í samband við út- grevstur, sum hevur verið og framhaldandi væntandi verður í bakkanum Heima á Sandi. Har eru, sum skilst, kom- in ting undan kavi, sum kunnu fara at vísa seg at órógva verandi søgukunn- leika okkara eitt sindur. Og tað er í sær sjálvum sera spennandi sum ferðavinnu- mál. Økisferðavinnan í fokus Føroyska náttúran hevur rættiliga nógv at bjóða ferða- fólki. Eitt serligt fyribrigdi eru Jatnagarðar í Vágum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4