týsdagur 24. februar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 37 - 24. februar 2004
Nr. 37 - 24. februar 2004
7
Nólsoyingar vilja
hava nýggjan barna-
garð, skúlin og fim-
leikarhøllin skulu
útbyggjast, ynski er
um framskundaða
útstykking og at gera
svimjihylin lidnan -
og tey eldru hava tørv
á virðiligari umstøð-
um. Hetta eru nakrar
av orsøkunum til, at
bygdarráðið mælir til
samanlegging
SAMANLEGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var á bygdarráðsfundi,
26. november 2003, at
Nólsoyar bygdarráð ein-
mælt samtykti at taka upp
samráðingar við Tórshavn-
ar kommunu um saman-
legging.
Eftir hesa avgerð, hevur
nógv fundarvirksemi verið
millum umboð fyri Nóls-
oyar kommunu og Tórs-
havnar kommunu, og úr-
slitið er, at eitt uppskot til
sáttmála við fylgiskjali nú
fyriliggur.
Bygdarráðið
hevur viðgjørt sáttmálan og
fylgiskjalið og hevur ein-
mælt samtykt at taka undir
við hesum.
Fíggjarnevndin hjá Tórs-
havnar kommunu hevur
eisini viðgjørt málið og tek-
ur undir við uppskotinum
til samanlegging.
Í Nólsoy verður borgara-
fundur í Royndarhúsinum,
13. mars kl. 16, har bygd-
arráðið fer at kunna um til-
gongdina, og fólk fáa høvi
at seta spurnnigar og gera
viðmerkingar. Við á fund-
inum verður eisini býráðs-
formaðurin í Havn, Jan
Christiansen.
20.
mars
verður
so
vegleiðandi
fólkaatkvøða í Nólsoy um
samanlegging.
Atkvøtt
verður í Royndarhúsinum
frá klokkan 10-20.
Úrslitið av vegleiðandi
fólkaatkvøðuni verður lagt
fyri bygdarráðið til enda-
liga støðutakan. Samtykkir
bygdarráðið
sáttmálan,
verður ásettur ein dagur,
nær hesin verður undir-
skrivaður.
Men hví?
Í kunningarskrivi til bygd-
arfólkið, greiðir bygdar-
ráðið frá, hví tey fóru at
arbeiða við samanlegging.
- Sum øllum kunnugt,
hava
bæði
lands-
og
kommunalpolitikkarar
í
áravís arbeitt miðvíst fram
ímóti
einum
nýggjum
uppbýti
av
lands-
og
k o m m u n u u p p g á v u m .
Høvuðsendamálið
hevur
verið at fáa eitt greiðari
ábyrgdarbýti millum land
og kommunur. Kommunur-
nar skulu átaka sær størri
part av teimum uppgávum,
sum hava beinleiðis ávirkan
á borgaran, eitt nú barna-
ansing,
barnaforsorg,
adressuumsiting, kommu-
nala partinum av landsins
tilbúgvingarætlan, undir-
vísing av fólkaskúla-børn-
um og eldraøkinum. Aftrat
hesum koma onnur lógar-
krøv, eitt nú á umhvørvis-
økinum, krøv til góðsku á
drekkivatni og handfaring
av spillvatni (kloakkir).
Víst verður á, at lands-
myndugleikarnir
eisini
hava sett kommununum
strong krøv til umsiting,
eitt nú krøv til skjalaskrá,
roknskaparhald og freistir,
eins og krøv til íløgu- og
lánikarmar.
- Hetta rakar tær smærru
kommunurnar
serliga
meint, sigur bygdarráðið.
Lagt verður aftrat, at øll
hesi lógargivnu krøv saman
við ynskjunum hjá borg-
arunum um eitt nøktandi
kommunalt tænastustøði,
fær bygdarráðið at halda, at
munandi lættari verður at
røkka málunum, um upp-
gávurnar verða lyftar í
felag í eini størri kommu-
nalari eind.
- Ein lítil kommuna, sum
Nólsoyar kommuna, fer
neyvan at hava neyðuga
umsitingarliga orku til at
nøkta tær nýggju avbjóð-
ingarnar, soleiðis at skatta-
krónurnar verða gagnnýttar
á besta hátt til frama fyri
borgararnar í kommununi.
Mong ynskir
Nólsoyar bygdarráð sigur,
at tey í hesi valsetuni hava
merkt, hvønn veg rákið ber.
- Á barnaansingarøkinum
er ynski um íløgur í
nýggjan barnagarð, skúlin
og fimleikarhøllin skulu
útbyggjast, ynski er um at
fáa framskundaða útstykk-
ing, ynski er um at gera
svimjihylin lidnan og tey
eldru hava tørv á virðiligari
umstøðum.
Hesar orsøkir eru við-
virkandi til, at Nólsoyar
bygdarráð nú mælir til, at
kommunan verður løgd
saman
við
Tórshavnar
kommunu.
- Borgarar í Nólsoyar
kommunu hava í mong ár
brúkt tænastur hjá Tórs-
havnar kommunu, har vit
hava fingið stóra vælvild.
Tað er tí náttúrligt, at vit nú
verða ein sameindur partur
av Tórshavnar kommunu
og gerast borgarar við somu
skyldum og somu rætt-
indum, heldur Nólsoyar
bygdarráð.
Íløgur skulu í hesum
árinum gerast í
útstykking, bátadrátt
og fótbóltsvøll fyri
tilsamans eina miljón
krónur, sum skal
fíggjast við lántøku
BARNAGARÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í uppskotinum til sáttmála
millum Nólsoyar kommunu
og Tórshavnar kommunu
stendur, at í næstu setu
(2005-2009) bindir saman-
lagda kommunan seg til at
gera
íløgu
í
nýggjan
barnagarð í Nólsoy, har
ætlandi verður pláss fyri
umleið 30 børnum. Í barna-
garðinum verður eisini rúm
fyri vøggustovu og frí-
tíðarskúla. Hóskiligt øki er
útvegað til endamálið, sum
er 2500 fermetrar til víddar.
Mett verður, at kostnaðurin
av byggingini verður einar
8 miljónir krónur.
Avtalað er eisini í upp-
skotinum til sáttmála, at tey
kommunalu arbeiðini, sum
eru í gongd í Nólsoy innan
1. januar 2005, skulu full-
førast.
Haraftrat skulu í hesum
árinum gerast íløgur fyri
eina miljón krónur, sum
skal fíggjast við lántøku.
Talan er her um íløgur til
útstykkingar
(500.000-
600.000 krónur), bátadrátt
(200.000-300.000) og fót-
bóltsvøll/ítróttarvøll á Mýr-
uni (200.000 krónur).
Sáttmálin:
Nýggjur barnagarður fyri 8 miljónir krónur
Avgerðin fær stóra ávirkan á
menningina av Nólsoyarbygd
Aðaltankin aftan fyri
samanleggingina er:
• at gera kommunurnar betur førar fyri at veita
borgarunum betri tænastur í einum nútíðar-
samfelag
• við samskipan at effektivisera og rationalisera
planleggingina og raksturin av kommununum
• at fáa størri nyttu úr íløgum, ið longu eru gjørdar
ella eru í gerð og harvið forða fyri skeivum "dup-
ultum" íløgum
• kommunurnar standa sterkari í kapping við
útlandið um arbeiðspláss, og
• at allir borgarar, hvar teir so enn búgva í
sameindu kommununi, skulu hava somu skyldur
og somu rættindi.
Dentur skal leggjast á, at tænastuveitingar og
kostnaðarstøðið verður tað sama hjá øllum borg-
arum í kommununi.
- Ein lítil kommuna, sum Nólsoyar kommuna, fer neyvan at hava neyðugu umsitingarligu orkuna at nøkta tær nýggju avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman, heldur bygdarráðið
– Sambandsflokkurin
hevur onga leiðslu í
løtuni, og hevur onga
veruliga leiðslu havt
síðani Edmund Joen-
sen, sigur Johan Dahl,
sum mælir til at Jaspur
Vang verður nýggjur
landsstýrismaður
FRÁKOYRDUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Sambandsflokkurin hev-
ur onga leiðslu í løtuni, og
tað hevur hann ikki havt
síðani Edmund Joensen
varð frákoyrdur. Men eg
vóni sannliga, at flokkurin
verður endurreistur skjót-
ast.
Hetta sigur Johan Dahl,
júst frákoyrdi landsstýris-
maðurin, sum í løtuni um-
hugsar støðu sína í Sam-
bandsflokkinum.
Hann finst harðliga at
formanninum, Alfred Ol-
sen og fyrrverandi for-
manninum,
Lisbeth
L.
Petersen, sum hann heldur
bæði beinleiðis hava mót-
arbeitt sær.
Enn er ikki greitt, hvør
verður nýggjur landsstýris-
maður hjá Sambandsflokk-
inum. Men Johan Dahl
skjýtur upp, at næsti maður
á listanum hjá Sambands-
flokkinum í Suðuroy, Jasp-
ur Vang, sum hevur havt
sæti fyri hann í tinginum
seinastu tríggjar vikurnar,
verður nýggjur landsstýris-
maður í fiskivinnumálum.
Tá flokkurin valdi Johan
Dahl til landsstýrismann,
fekk hann stuðul frá Ed-
mund
Joensen,
Marjus
Dam, Bárði Nielsen um-
framt sína egnu atkvøðu.
Alfred Olsen, Listbeth L.
Petersen og Kaj Leo Jo-
hannesen stuðlaðu honum
ikki.
Heðin Mortensen, sum
ikki varð afturvaldur á val-
inum 21. januar, gjørdi
beinanvegin greitt, at hann
ikki helt valið av landsstýr-
ismonnum verða tað rætta.
Hann heldur, at Suður-
streymoy við 19.000 at-
kvøðum, eigur at verða
umboðað í landsstýrinum.
Heðin Mortensen hevur
fingið skotið í skógvarnar,
at hetta er fyri at hann
sjálvur skal fáa sæti á tingi,
um Kaj Leo Johannesen fór
í landsstýrið. Hann sigur tó
við Sosialin, at hann ikki á
nakran hátt fer at blanda
seg í telvingina hjá ting-
manning
Sambandsflok-
sins.
– Tey tóku støðuna tá, og
tey eiga aftur at taka støðu
nú. Eg vóni so bara, at tey
taka ta røttu støðuna. Eg
havi sagt mína meining, og
fari ikki at siga meira. Eg
hava planlagt mín gerand-
isdag eftir støðuni, og so-
leiðis verður tað, sigur
Heðin Mortensen, sum av-
vísir, at hann skal vera upp
á tal sum nýggjur landsstýr-
ismaður í fiskivinnumál-
um.
Onga leiðslu síðani Edmund
Frákoyrdi lands-
stýrismaður Sam-
bandsfloksins um-
hugsar støður sína í
flokkinum, men hann
stuðlar samgonguni
av fullum huga. Hann
hevur tikið avgerð
løgmans til eftirtektar
– og vónar at verða
drigin í rættin, so
hann kann reinsast
fyri ákærurnar móti
sær seinastu dagar-
nar, ið hann heldur
vera órættvísar
FRÁKOYRDUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Eg fari nú at finna út,
hvør er fyri mær og hvør ið
er í móti mær í Sambands-
flokkinum, síðani taki eg
støðu til, hvussu míni við-
urskifti verða við Sam-
bandsflokkin
framyvir.
Men eg stuðli framvegis
samgonguni 100%
Soleiðis
segði
Johan
Dahl, beint eftir at løgmað-
ur hevði koyrt hann frá sum
landsstýrismann. Honum
untist 20 dagar sum lands-
stýrismaður, og tað er tað
stytsta, nakar hevur sitið
sum landsstýrismaður.
– Eg havi staðfest, at
flokkurin
ikki
stendur
samdur aftan fyri meg, tí
bæði Listbeth L. Petersen
og Alfred Olsen hava hava
verið ímóti mær, tí má eg
umhugsa støðu mína í
flokkinum. Men eg veit, at
veljarar mínir í Suðuroy
standa aftan fyri meg, sigur
Johan Dahl.
Frákoyrdi
landsstýris-
maðurin heldur tað vera
sera óheppið, at tað eru
fjølmiðlarnir, sum seta
dagsskránna.
– Tað sum fyrigongur í
fjølmiðlunum í dag er ein
konsekvent jagstran eftir
sensasjón fyri at fella ein
landsstýrismann. Tað er
ikki ein spurningur, um tað
er Johan Dahl ella Jóannes
Eidesgaard ella ein triði
ella fjórði, hetta hava vit
sæð nú í nøkur.
– Hetta er ein ódámlig
gongd, tí eg trúgvi ikki, at
Jóannes Eidesgaard fær
meiri frið í samgonuni, fyri
tað um Johan Dahl ikki
situr har. Vit kunnu bara
bíða eftir, hvør verður tann
næsti, sum kemur í vríggi-
maskinuna hjá fjølmiðlun-
um.
– Men eg vóni, at hann
fær arbeiðsfrið í samgong-
uni við hesi avgerðini,
sigur hann.
Johan Dahl sigur, at hann
valdi tilvitað ikki at fara
sjálvur, tí hann heldur tað
ikki vera rættvíst.
Men Johan Dahl hevur
eingi »hard fellings« mót-
vegis Jóannes Eidesgaard,
løgmanni.
– Hann má sjálvandi taka
síni fyrilit, og tað hevur
hann gjørt, men hetta vísir
bara, at tað er sera trupult
hjá vinnulívsfólki at koma í
landsstýrið. Tað tykist, sum
um pláss bara verður fyri
lærarum, pedagogum ella
øðrum, ið eitt nú ikki hava
verið virkin í vinnulívinum,
tí hevur tú tað, so hevur tú
eisini gjørt okkurt mistak,
heldur Johan Dahl.
Hóast
hesar
tríggjar
vikurnar hava verið truplar
hjá Johan Dahl, so er hann
enn tann sami.
– Persónliga taki eg hetta
ikki so tungt, eg eri púra
avkláraður við støðuna og
eri tann sami, sum eg var
fyri 3. februar. Vit hava
eisini tosað um hetta í
familjuni, sum eisini er
avklárað við støðuna, sigur
Johan Dahl.
Men fer Johan Dahl víð-
ari við hesum málinum? Er
tað hugsandi, at hann fer at
melda nakran fyri at hava
ærumeitt seg?
– Tað fari eg neyvan.
Mær dámar ikki at ganga
runt og svína fólk til, og eg
tími rætt og slætt ikki at
hugsa um slíkt. Men eg
vóni, at Inge Krause Jensen
fer í rættin við hesum mál-
inum, so eg kann blíva
reinsaður fyri hesar ákær-
urnar, sigur Johan Dahl.
Umhugsar støðuna
í Sambandsflokkinum
– Mær dámar ikki at ganga runt og svína fólk til, sigur Johan
Dahl, sum ikki tímir at gera meira við málið og tær ákærur, ið
feldu hann. Men hann vónar, at Inge Krause Jensen fer í
rættin við málinum, so hann kann verða reinsaður
Mynd: Álvur Haraldsen
Meirilutin av floks-
formonnunum
tykjast stuðla løg-
manni í avgerðini
at loysa Johan Dahl
úr starvi sum
landsstýrismaður í
Fiskivinnumálum,
meðan aðrir vísa á
dómin um Anfinn
Kallsberg sum
orsøkina til upp-
søgnina av Johan
Dahl
FLOKSFORMENN
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Høgni Hoydal,
Tjóðveldisflokk-
urin:
Eg fari ikki at siga, um
Jóannes Ejdesgaard í
morgun hevur tikið eina
skeiva ella rætta avgerð,
men Tjóðveldisflokk-
urin hevur gingið undan
í, at álit skal vera á
politisku skipanini, bæði
tá tað kemur til em-
bætisførslu, og tá ar-
beiðsfriður og álit skal
fáast í lag.
Hvørjaferð slíkar av-
gerðir
verða
tiknar,
verða nøkur mørk sett,
og ynskiligt hevði verið,
um allir flokkarnir vóru
samdir um hesi mørk.
Eg haldi fólk vita, hvat
Tjóðveldisflokkurin
hevði gjørt í hesum
máli, tí tað eru fleiri
dømi um, at júst Tjóð-
veldisflokkurin
hevur
tikið avleiðingarnar av
embætisførslu og vant-
andi áliti á ein ein lands-
stýrismann.
Jenis av Rana,
Miðflokkurin:
Hetta er ein grøv, sum
teir við diskvalifikatión-
ini av Anfinn Kallsberg
sjálvir hava gravað, og
um støðið nú er sett,
noyðist løgmaður at
halda fram, tí tað eru
aðrir núverandi lands-
stýrismenn, sum eisini
eiga at rúka, um Johan
Dahl ikki er skikkaður.
Talan er um eina log-
iska fylgju av dóminum
um Anfinn Kallsberg,
og nú eiga fleiri upp-
søgnir at vera á veg í
Tinganesi. Til málið
sjálvt um Johan Dahl
haldi eg ikki, at teir hava
givið sær stundir at
kanna tað. Um hetta skal
vera støðið, fer fram-
tíðin at krevja fleiri til
dóms, og fólk kunnu
gita sær til, hvønn sipað
verður til. Nú má løg-
maður halda fram.
Jørgen Niclasen:
Fyrst og fremst vil eg
siga, at Fólkaflokkurin
ongantíð hevur viðgjørt
málið og hevur tí ikki
grundarlag at døma um
avgerð løgmans í dag,
men tá Sambands- og
Javnaðarflokkurin
frá
byrjan noktaðu Anfinn
Kallsberg landsstýris-
sess og samstundis settu
Johan Dahl, byrjaði tað
heila at gerast mótsig-
andi og óskiljandi.
Vit ávaraðu hesum
beinanvegin, tí vit vistu
sjálvsagt, at ófriður fór
at standast av Johan
Dahl, men maðurin varð
settur, og nú er hann
loystur úr starvi. Fleiri
viðmerkingar hava vit
ikki til málið.
Kristian Magnus-
sen, Javnaðar-
flokkurin:
Eg meti, at løgmaður í
morgun tók eina rætta
avgerð við somu grund-
gevingum, sum Jóannes
Ejdesgaard hevur nýtt.
Arbeiðsfriður
mátti
fáast, tí alt hevur ligið
lamið, og tískil var hetta
neyðugt.
Tó hevði verið ynski-
ligt,
um
Sambands-
flokkurin ella Johan
Dahl sjálvur tóku hetta
stigið, áðrenn tað kom
so langt, at løgmaður
mátti grípa inn.
Kári P. Højgaard,
Sjálvstýrisflokkurin:
Eg haldi ikki, at løg-
maður
hevði
nakrar
aðrar valmøguleikar enn
at koyra Johan Dahl, tí
tað var nú vorðið ein so
stórur og konsentreraður
trupulleiki og meinbogi
fyri arbeiðslagið í sam-
gonguni, og tískil haldi
eg, at Jóannes Ejdes-
gaard tók eina neyðuga
avgerð í morgun.
Tað er lætt at vera
bakklókur, men tá ein
turbulentur vinnulívs-
maður verður settur,
kann man alíð rokna við
slíkum, og tað hava jú
verið ávarandi røddir
frammi um hetta frá
byrjan. Men við grund-
geving løgmans um eina
politiska avgerð meti eg
tað vera rætt at siga
Johan Dahl úr starvi.
Floksformenn-
inir ósamdir
C
M
Y
K
7
6