Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 37 - 24. februar 2004 Nr. 37 - 24. februar 2004 9 Lagnan hjá Johan Dahl: 3. februar: Johan Dahl verður sett- ur sum landsstýrismað- ur við fiskivinnumálum. Jóannes Eidesgaard sig- ur seg hava álit á Johan Dahl sum landsstýr- ismanni. Johan Dahl heldur, at skuldsetingarnar um hansara fortíð er ein herferð ímóti sær. 4. februar: Grein í Fregnum um, at Johan Dahl skyldar Vágs Skipasmiðju 100.000 krónur 11. februar: Dimmalætting hevur grein um, at Johan Dahl hevur lagt fyrisitingina í Fiskimálaráðnum undir at gera mun á fólki 12. februar: Grein í Sosialinum um, at Johan Dahl ikki vildi rinda fólki á Kollafjord Pelagic frítíðarløn og løn 17. februar: Johan Dahl sigur við Sosialin, at hann letur seg ikki trýsta frá. 19. februar: Einkjan eftir Carl á Lag sigur við Fregnir, at Joh- an Dahl hevur forpestað hennara lív. 20. februar: Alfred Olsen sigur í Dimmalætting, at Johan Dahl er ein trupulleiki fyri Sambandsflokkin, men fríggjakvøldið hev- ur hann kortini álit á honum 21. februar: Býráðslimir fyri Sam- bandsflokkin í Havn og Klaksvík vilja hava Johan Dahl úr starvin- um 23. februar: Johan Dahl verður koyrdur úr starvinum sum landsstýrismaður Niðurstøðan kemur mánakvøldið Ein partur av ting- manning sambands- flokksins hevði fund á gamla apotek beint eftir tíðindini bórust, um at Jóannes Eid- esgaard, løgmaður, hevði loyst lands- stýrismannin í fiski- vinnumálum, Jóhan Dahl, úr starvi POLITIKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tíðindaskrivið frá løg- mansskrivstovuni um at Jóhan Dahl var loystur úr starvi sínum sum lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum, var ikki meiri enn komið út, so hevði sam- bandsflokkurin fund á gamla apotek. Av tí at fundurin var fráboðaður so mikið knappliga, var ikki øll tingmanning samband- flokksins til staðar. Nýggjur fundur mánakvøldið Eftir fundin fyrrapartin mánadagin fingu vit orðið á Alfred Olsen, virkandi formann í Sambandsflokk- inum. Hann segði stutt, at á fundinum høvdu tey í stuttum kunnað hvønn ann- an um tað, ið var farið fram síðstu dagarnar og serliga mánamorgunin, tá ið løgmaður loysti Jóhan Dahl úr landsstýrissessinum. Av tí at fundurin ikki var full- mannaður, var nýggjur fundur ásettur mánakvøld- ið klokkan seks, og eftir tann fundin fór flokkurin at koma við einari niðurstøðu um alt tað, ið er farið fram seinastu dagarnar. Alfred Olsen vildi ikki gera nakra viðmerking til, um avgerð løgmans kom óvart á hann, ella um av- gerðin fór at hava nakra ávirkan á samgonguna sum heild. Suðurstreymoya Sambandsfelag: Nú skal álitið endurreisast – Sjálvsagt vil eitt og hvørt valdømi hava umboð í Tinganesi, men nú mugu vit fyrst og fremst lata tingmanningina taka ta avgerð, sum er best fyri flokkin, uttan at fokus verður sett á persónar, sigur An- finn Brekkstein, for- maður í suður- streymoya sambands- felag, Føroya Væl KREPPA Í SAM- BANDSFLOKKINUM Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Oddamaðurin í Føroya Væl metir tað nú vera alneyðugt at hugsa kollek- tivt og seta fokus á flokkin eftir tann skaða, flokkurin hevur fingið, síðani Johan Dahl varð valdur nýggjur landsstýrismaður í Fiski- vinnumálum. Eins og formaðurin í Norðoya Sambandsfelag fjalir Anfinn Brekkstein ikki fyri, at eitt og hvørt valfelag vil hava sín lands- stýrismann, serliga tá hugsa verður um, hvussu nógvar atkvøður eru at kappast um. – Vit fingu 2980 atkvøð- ur í Suðurstreymoy á næst seinasta vali, og hóast talan var um afturgongd, eru jú nógvar atkvøður at vinna við einum landsstýrissessi, sigur Anfinn Brekkstein. Hann leggur afturat, at t.d. fór Sambandsflokkurin nógv fram í Norðoyggjum, og at teir tískil eisini eru eitt alternativ, eftir at um- stríddi Johan Dahl mána- morgunin fekk sekkin frá løgmanni. Flokkurin fremst Men Anfinn Brekkstein undirstrikar, at nú má fyrst og fremst hugsast um flokkin og hvussu tann skaði verður bøttur, Sam- bandsflokkurin hevur fingið seinastu tíðina. – Tingmanningin má nú seta seg niður og revalu- era, hvussu flokkurin í semju kann endurreisa álitið og fáa arbeiðslagið í gongd, uttan at talan bein- anvegin gerst um persóns- stríð og kapping millum valdømini, sigur Anfinn Brekkstein avgjørdur. Sum formaður í val- felagi Sambandsfloksins í Suðurstreymoy vísir hann aftur útsøgnunum hjá bý- ráðslimi floksins Beate L. Samuelsen um, at flokk- urin hevur mist limir. – Eg havi kannað tað, Beate hevur sagt, og eg veit satt at siga ikki, hvað- ani hon hevur hetta, tí vit hava onga formella frá- boðan fingið um nakran lim, sum hevur tikið seg úr felagnum, sigur Anfinn Brekkstein. Hann leggur afturat, at teir tó hava fingið ábreiðslur frá bæði limum og stuðlum annars fyri framferðarhátt floks- ins í sambandi við fyrrver- andi fiskimálaráðharran. Norðoya Sambandsfelag: Heldur fast um sítt ynski John William Joen- sen, formaður í Norðoya Sambands- felag, heldur fast um kravið at fáa nýggjan fiskimálaráðharra úr Norðoyggjum, og verður ynski hansara gingið á møti, er Bjørn Kalsø á veg í Tinganes KREPPA Í SAM- BANDSFLOKKINUM Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í kjalarvørrinum av frálíka úrslitið Sambandsfloksins á valinum í Norðoyggjum 20. januar vóru røddir frammi um, at ein lands- stýrismaður floksins skuldi veljast úr Norð- oyggjum, men saman við Suðurstreymi máttu norð- oyingar síggja Bárð Niel- sen úr Norðstreymi og Johan Dahl úr Suðuroy fara í ávikavist Fíggjar- málaráðið og Fiskivinnu- málaráðið. Men eftir at løgmaður loysti Johan Dahl úr sess- inum sum fiskimálaráð- harri fyrrapartin í gjár, sær John William Joensen úr Norðoya Sambandsfelag aftur møguleikan fyri sær. – Alt er sera nýtt, og fyrst mugu vit bíða eftir niðurstøðuni frá ting- mannafundinum, men vit halda fast um ynski okkara at fáa ein landsstýrismann haðani úr Norðoyggjum, sigur John William í stuttari viðmerking. Hóast aðrir tykjast fremri í røðini hjá Sam- bandsflokkinum at skula í Tinganes, er Bjørn Kalsø við flestum atkvøðum av Norðoya Sambandsfelag instillaður at gerast nýggj- ur landsstýrismaður í Fiskivinnumálum. – Vit halda fast um ynski okkara at fáa landsstýris- mann úr Norðoyggjum, og okkara umboð er so Bjørn Kalsø, segði John William Joensen í stuttari viðmerk- ing áðrenn tingmanning Sambandsfloksins var liðug at fundast fyrrapartin mánadagin – Sjálvsagt vil eitt og hvørt valdømi hava umboð í landsstýrinum, men fyrst og fremst mugu vit nú hugsa kollektivt og taka ta avgerð, sum er best fyri flokkin, sigur formaðurin í valfelagi Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, Anfinn Brekkstein Fyrrverandi lands- stýrismaðurin hjá Sambandsflokkinum, Eilif Samuelsen, lang- ar út eftir tingmann- ingini hjá Sambands- flokkin. Hann heldur, at flokkurin hevur onga styrki longur og skírir flestu tinglim- irnar fyri at vera sjálvssøknar KREPPA Í SAM- BANDSFLOKKINUM Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Sambandsflokkurin rør í løtuni ein hin tyngsta róð- urin í søgu floksins. Søgur- nar hava leingi gingið um, at innanhýsis í Sambands- flokkinum hevur stríð vald- að og seinastu dagarnar hava prógvað, at limirnir í tingmanningini hjá Sam- bandsflokkinum eru alt annað samdir. Um vikuskiftið eru inn- anhýsis stríðsmálini í Sambandsflokkinum veru- liga komin til sjóndar. Hó- ast flokkurin meldaði al- ment út fríggjadagin, at flokkurin stuðlaði Johan Dahl, so er kortini komið fram, at bæði Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen ikki tóku undir við stuðul- inum. Býráðspolitikkarar fyri Sambandsflokkin í Havn og Klaksvík hava eisini givið til kennar, at teir ikki vóru samdir við avgerðini hjá tingmanningini at stuðla fyrrverandi Fiski- málaráðharranum. Nú hoyrist eisini, at fleiri limir í Sambandsflokkinum venda flokkinum bakið. Innanhýsis stríðið og aggið í Sambandsflokkinum fær nú fyrrverandi landsstýris- mannin hjá Sambands- flokkinum, Eilif Samuel- sen, at tala at. Sjálvmál Eilif Samuelsen sigur, at rumblið um fortíðina hjá Johan Dahl átti slettis ikki at komið fyri – Mann visti fullvæl, hvat Johan Dahl hevði gjørt á Vágs Skipasmiðju. Tað átti at verið nóg mikið til, at flokkurin sá burtur frá honum. Tað sum síðan er komið fram, kundi mann so ikki vita, men bara at hann stóð á odda fyri Vágs Skipasmiðju átti at verið nóg mikið. Flokkurin hevur altíð sett reinførið hjá landsstýrisfólkunum fremst og tí var avgerðin um at seta Johan Dahl óheppin, sigur Eilif Samuelsen. Ongin disiplin Eilif Samuelsen sigur, at tað kennist ómetaliga sárt at síggja støðuna Sam- bandsflokkin í dag. Hann lýsir flokkin fyri at vera høvuðleysan, sum hann málber seg. – Flestu fólkini í ting- manningini arbeiða ikki fyri flokkin, men bara fyri seg sjálvan. Tað hoyrir ongastaðni heima, at flokk- urin fer út í fjølmiðlarnar og sigur hvør hevur atkvøtt fyri hvørjum landsstýris- manni, sigur hann. Eilif leggur afturat, at Sambandsflokkurin hevur altíð lagt dent á, at øll inn- anhýsis mál verða viðgjørd innanhýsis og at tað er formaður floksins um út- talar seg vegna flokkin. – Tað eru avgjørt nýggir tónar, at øll skulu fáa at vita, hvørjar ósemjur eru í flokkinum. Allir flokkar hava av og á stríð innan- hýsis, men limirnir hava somikið av disciplin at tað ikki kemur út. Tingmann- ingin í dag hevur onga floksdisciplin, sigur Eilif Samuelsen. Einki upplagt formansevni Seinast í mars mánaði hev- ur Sambandsflokkurin ár- liga landsfundin og tá lagt upp til eitt satt ragnarrok, har viðurskiftini í flokkin- um seinastu mánaðirnar óivað verða endavend. Eitt av høvuðsevnunum á fund- inum verður at kjósa ein nýggjan formann. Eilif Samuelsen sigur seg ikki síggja nakran lim í tingmanningini sum eitt upplagt formansevni. – Ongin hevur í løtuni tær neyðugu dygdinar til at leiða flokkin. Tá mann ikki fær tað besta, so má mann noyðast við tað næst besta, vísir Eilif á. Eilif Samuelsen heldur, at eingin styrki er í flokk- inum longur. Hann sipar serliga landsstýrismanna- býtið, har Sambandsflokk- urin eftir hansara meting fekk alt ov lítið burtur úr. – At minsti samgongu- flokkur fær flestar lands- stýrismenn er ov vánaligt. Sum størsti flokkuri, átti flokkurin sjálvsagt at fing- ið flestar landsstýrismenn, sigur hann. Ragnarok í Sambandsflokkinum C M Y K 9 8