Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 37 - 24. februar 2004 Nr. 37 - 24. februar 2004 11 Tað ber ikki til at siga, at talan hevur verið um friðarligar og romantiskar hveitibreyðsdagar hjá nýggju samgonguni. Hon er stutt sagt komin so illa frá startinum, sum tað ber til. Í staðin fyri at taka tøkini, sum so dyggiliga tykjast vera neyð- ug orsaka av syndarliga fíggjarliga fatninginum, sum lands- kassin er í, so hevur samgongan ligið tvør, meðan skuld- setingarnar hava floymt yvir tann eina landsstýrismannin. Fyrrapartin í gjár reageraði so løgmaður. Tað skal hann eiga rós fyri. Seinastu seks árini hava tað verið alt ov nógv dømi um, at naggatódnin bara er vorðin størri og størri, tí løgmaður hevur bíðað og bíðað í vón um, at viðurskiftini fóru at greiða seg sjálvi. Løgmaður eigur at vera upp á forkant við gongdina. Um hann ikki hevði reagerað í gjár heldur enn í dag, so høvdu trupulleikarnir, ið eru komnir í ljósmála seinastu vikuna, ikki bara verið trupulleikarnir hjá landsstýrismanninum og sambandsflokkinum. Teir høvdu eisini verið trupulleikarnir hjá samgonguni og serliga hjá løgmanni. Við stignum hann tók í gjár, hevur løgmaður livað upp til tað, sum hann sambært stýrisskip- anarlógini eigur at liva upp til. Løgmaður loysir landsstýrismenn úr starvi, sigur stýris- skipanarlógin, og tað hava vit fleiri ferðir verið vitni til. Tað stendur eisini í stýrisskipanarlógini, at løgmaður út- nevnir landsstýrismenn. Tað mugu vit staðfesta, at hann ikki ger. Tað eru tingmanningarnar, ið reelt eiga tann lutin, og prosessin, ið førir fram til útnevningina, hevur ikki altíð verið so tespulig. Nú kunnu vit spyrja, um tað ikki hevði havt verið skilabetri, um løgmaður hevði átt størri reellan part í leiklutinum, ið stýrisskipanin formliga sigur, at hann eigur at hava. Spurn- ingurin er eisini, um tað er rætt, at løgtingið bara skal hyggja at og ikki hava møguleikan at gera viðmerkingar til, hvør verður landsstýrismaður. Gamaní ber til at seta upp- skot um misálit fram, og tað hevði ivaleyst komið eitt so- vorðið uppskot ímóti fiskimálaráðharranum í morgin, um løgmaður í gjár ikki hevði fyribyrgt hesum. Men tað undrar, at løgtingið ikki kann hava møguleika at tala, áðrenn tað er komið so mikið langt. Hetta eigur at geva stoff til eftirtanka. Tá ið Bill Clinton hevði tikið við sum forseti í USA í 1993, var skilið ringt. Fleiri av útnevningum hansara vóru óhepn- ar, og hann noyddist at taka onkrar aftur. Tey árini, hann var forseti, verða mett at vera millum tey við størsta fram- burðinum hjá USA. Fyrstu vikurnar hjá nýggju samgong- uni hava í besta førinum verið óstøðugar. Fyritreytir áttu at verið fyri, at tað, ið fer at koma aftaná, verður sum hjá USA undir Clinton. Viljin og kemiin tykjast vera til tað. Spurningarnir um leiklutin hjá pressuni, og um Johan Dahl var juridiskt sekur ella ikki, fara at verða endavendir, og tað er gott og sunt fyri fólkaræðið. Løgmaður nýtti í hesum før- inum politiska myndugleikan, ið hann hevur, og sum er grundaður á politiska meting av støðuni. Tað eigur hann rós fyri. Ráðini eru ikki til hólmgongu um avgerðina hjá løg- manni. Sambandsflokkurin eigur í samráði við løgmann at finna rætta persónin til uppgávuna í fiskimálaráðnum, og so eiga øll at líta frameftir. Tað hevði sømt seg politikarunum. Hveitibreyðsdagarnir fingu ein bráðan enda. Samgongan kann nú fara í arbeiðsklæðini, og landsstýrismenninir sleppa ikki at keða seg. Nóg mikið er at takast við. Fyrsta takið er fíggjarlógin. Í tí arbeiðnum er serliga hjá fíggjar- málaráðharranum og løgmanni saman við samgonguni at vísa handalag og áralag, ið sømir seg búnum politikarum. DAGSINS MEINING Sosialurin Nú er at fara í arbeiðsklæðini VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Dumpaður í peningaútláni A. Guttormur Djurhuus Alivinnan dumpað? Tá tú hoyrir forstjóran í Føroya banka siga at Før- oyar eru dumpaðar í fiska- aling hevur tú hug at smíl- ast. Hvør var tað sum hjálpti alivinnuni at bera so í bandi at hon dumpaði við buldur og brak? Tað skulu rættiliga stórar upphæddir til í alivinnuni fyri at sleppa at dumpa so ógvusliga sum hon gjørdi. Var tað ikki sami forstjóri sum fíggjaði dumpingina, sum nú, sum ketta upp úr høvdatrog, kemur við útsøgnini um at alivinnan er fokin?! Vinna uttan regluverk Tá tað á skræðuni sá út sum um tað gekk frammá hjá alingini var einki at hoyra um at lógarkarmurin fyri vinnuna ikki var í lagi. Lænt varð út uttan fyrilit, og spurnaðartekin var ikki sett við nakað. Heldur ikki tá, var gjørligt at seta aliloyvini í veð og eisini var avmarkað hvussu nógv ið útlendingar kundu eiga í vinnuni. Ikki eitt kis hoyrdist. Tað var sjálvandi tá tað skuldi verið loyst upp fyri møguleikanum fyri at fingið inn meira av út- lendskum kapitali í vinn- una. Tað hevði helst verið skilagott og givið vinnuni betur skipaði viðurskifti. Vøkstur uttan neyðugar karmar Fyrilitarleysi vøksturin av vinnuni, sum varð gjørd møgulig við hjálp frá pen- ingastovnunum, varð gjørd uttan at nýtiligur lógarkarm- ur nakratíð varð smíðaður. Ongar reglur fyri fluttning av sjúkum fiski ella hvussu hann skuldi fyribeinast. Ongar ella ónýtiligar reglur um frástøðu millum alibrúk. Ongar reglur fyri sóttreins- ing av fluttningstólum. Ong- ar reglur fyri hvussu nógvur fiskur kundi haldast í hvørj- um rúmmetri. Einki eftirlit. Snøggt sagt vóru reglur fyri onkrar týdningarleysar smá- lutir sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevði sett í verk, men lítið og einki av slíkum sum hevði týdning. Og alt hetta vistu pen ingastovnarnir, samstundis sum teir lótu pening streyma inn í vinnuna. Smoltið Smoltið, sum útsett hevur verið, hevur verið so vána- ligt at tað mesta av tí átti ongantíð at sloppið í ein aliring. Fyrsta fyritreyt fyri at alingin skal heppnast er at tú hevur smolt sum er á hægsta góðskustøði. So langt komu vit ongantíð. Og peningastovnanir sum fíggjaðu vistu, ella áttu at vita, at so var. ILA og marknaðarprísir So kom ILA og vánaligir marknaðarprísir og góvu alingini mønustingin. Marknaðarprísin er ringt at gera nakað við. Og tó so. Bakkafrost hevur, við at leggja seg eftir aðrari fram- leiðslu enn kruvdum fiski og at ikki gera aðrar íløgur enn tað sum alneyðugt er, ein roknskap fyri 2003 sum er fyrimyndarligur. Teir eru í hvussu so er ikki dumpaðir! Hvat ið ILA viðvíkir er einki sum bendir á annað, enn at tað er smittutrýstið og hvussu strongdur ið fiskurin er, sum avgerða um útbrot av ILA verður ella ikki. Um henda ábend- ig er røtt ella ikki skuldi verið lagamanni hjá Lands- djóralæknaembætinum og Heilsufrøðuligu starvs- stovuni at kanna. Útlendskur kapitalur At latið verður upp fyri út- lendskum kapitali nú, kann vera eitt tvíeggja svørð. Tá er vandi fyri at alingin, øll sum hon er, fer á útlendskar hendur fyri lítið og lætt. At avtikið íløguavmarkingar- nar, áttið at verið gjørt tá ið alingin var sum best fyri. Nú er helst betur at bíða til hon hevur fótað sær aftur, so at nakað kann fáast fyri hana. Hvørjir dumpaðu? Teir sum fyrst og fremst dumpaðu í alingini vóru uttan iva peningastovnarnir, sum fíggjaðu alingina, utt- an at tryggja sær at veðset- ingarmøguleikarnir og lóg- arkarmarnir annars vóru í lagið. Í øðrum lagi dumpaði politiska skipanin sum ikki tók sær av at gera neyðugar og brúkiligar karmar til vinnuna. Í triðja lagi dumpaðu al- arnir sjálvir, men tað høvdu teir neyvan gjørt uttan hjálp frá politisku-umsitingarligu skipanini og peningastovn- unum. Sjáldsamur farmur við Norrönu FARMUR Tá ein skotskur reinsdjóra- bóndi ynskti nýtt blóð til reinsdjórini hjá sær, fór hann við bili til Norður- svøríkis, har hann keypti 19 tarvar. Á veg heimaftur gekk leiðin yvir Hanst- holm, har maðurin og tarv- arnir vórðu fluttir við Norr- önu til Lerwick. Á túrinum hjá Norrönu úr Hanstholm í síðstu viku vóru eisini fýrabeint ferð- andi við umborð. Talan var um 19 svenskar reinsdjóra- tarvar, sum ein skotskur bóndi hevði keypt við býin Jokkmokk í Norðursvøríki. Tá handilin var avgreiddur, gekk suður aftur ígjøgnum Svøríki við bili og víðari við ferju til Danmarkar. Síðani var nøsin sett móti havnini í Hanstholm, har Norrönu lá klár at taka ímóti. Komnir til Lerwick í Hetlandi gekk leiðin víðari við ferju til Aberdeen í Skotlandi. Norröna hevur flutt reinsdjór úr Svøríki til Skotlands umvegis Hanstholm og Lerwick VIÐMERKINGAR Lívsverkið hjá Anfinni! Kai Vágfjall Tá nýggja sokallaða breiða samgongan hevði skrivað undir samgonguskjalið, reypaði Anfinn Kallsberg av, at hetta var hansara lívs- verk. Hvat hann meinti við, veit eg ikki rættuliga, men eg giti at tað vóru sjálvstýr- ismálini. Um vit nú blaða í sam- gonguskjalinum 2002 - 2006, so finna vit hesi mál, sum táverðandi samgonga hevði sett sær fyri at útinna á sjálvstýrisleið: Yvirtøkur: Familjurættarmál Havumhvørvi Kortlegging Upphavsrættur Vinnulóggáva Tilbúgving Veðurtænasta Vitaverk Uppmerking Fjølmiðlaábyrgdarlóg Arbeiðs- og uppihaldsloyvi Tinglýsingin Fólkakirkjan Flogvøllurin Loftferðslumynduleikin Løgregla og rættarskipanin Samgonguskjalið hjá "breiðu" semjuni hevur sett sær hesi mál, á tí sum teir kalla "sjálvstýrisleið": Yvirtøkur: Fólkakirkjan Fjølmiðlaábyrgdarlóg Vinnufelagslóggáva Tilbúgvingin Tinglýsingin Ikki eitt orð um at Føroyar skulu gerast sjálvbjargnar ella um sjálvberðandi bú- skap. Einki um sjálvsav- gerðarrætt. Í staðin verður ríkiseindin hálovað og grundlógararbeiðið verður steðgað. Jú hetta var lívs- verkið, sum Anfinn hevði at reypa sær av, uttan at rodna. Eitt syndarligt úrslit! Fólkaflokkurin óálít- andi og svikaligur Ikki kann sigast annað, at fólkaflokkurin hevur roynst svikaligur samstavspartnari hjá teimum flestu. Í 1980 sleit hann ACE-samgong- una vegna eitt ferjukeyp. Val varð útskrivað í ótíð, og fór hann tá í samgongu saman við B og D. Aftur sleit A samgongan í 1990 millum ABE. Aftur varð val útskrivað í ótíð, og eftir val- ið kundu A og C einsamal- lir gera samgongu. Nú skuldi veri laga á monnum, tí færri flokkar í samgongu, jú minni klandur, men so var ikki. Fólkaflokkurin sveik enn einferð sam- gonguskjalið, og tær avtal- ur, sum hann hevði skrivað undir uppá. Í 1998 fingu vit tað søgu- ligu sjálvstýrissamgonguna ADE. At byrja við var stev- ið gott, men tá fólkaflokk- urin sveik fólkið og leyp frá avtaluni/lyftið um fólkaat- kvøðu, fór samstarvið at skinkla. Fleiri ferðir samráddist fólkaflokkurin undirhonds við t.d. javnaðarflokkin um nýggja samgongu, men hetta eydnaðist ikki, tí hvør vil fara í samgongu við slík- um óálítandi og svikafullum samstarvspartnara? Tá nýggj samgonga varð skip- að eftir valið í 2002, sveik fólkaflokkurin enn einaferð, við at geva andstøðuni ting- formannin. Størri háð og vanvirðing hevur enn eingin víst einum samstarvspartn- ara her á landi. Føroya fólk gav undan farnu samgongu álitisvátt- an við valið, men aftur her sveik fólkaflokkurin veljar- an og samgonguflokkarnar. Hann vildi heldur droppa sjálvstýrið og geva seg und- ir sambandsflokkin, hóast hann fekk boði framhald- andi samstarv við øðrum fólkafloksløgmanni, men hetta varð vrakað, tí tað skuldi verða eitt diktat varð sagt. At sambandið og javn- aðarin gav teimum sama diktat hevði minni at siga. Umráðandi var at hevna seg inn á tjóðveldi og enn eina- ferð svíkja samstarvspartn- aran og vinna honum neis- ur, so vertin á hvat meirilut- in av føroya fólki ynski. Borgarlig samgonga Einaferð, tá ein samgonga slitnaði har C og A vóru partar av, segði táverðandi løgmaður Atli P. Dam, at hann ikki vildi sita í sam- gongu og bara umsita borg- arligan politik. Tá eg lesi nýggja samgonguskjalið ígjøgnum, sum ikki er annað enn røntan og krutl, finni eg bara borgarligan sambandspolitik har, og eitt evarska líti vet av "sjálv- stýrispolitikki", sum er sera gjánkasliga orðað, so nú er vent í holuni. Har eru eingi javnaðar-fingramerkir at finna. Teir rappau dúgliga undan valinum, at vend mátti koma í, men ídag vendur alt tann skeiva veg- in So onkur hevur selt seg til bara at umsita borgar- ligan politik, einans fyri at gerast løgmaður í eina stutta tíð. Klandrið byrjaði longu dagin eftir. Teir vistu ikki hvat teir høvdu skrivað undir uppá, og klandrið heldur áfram. Yvirtøkur verða ongar, og als ikki nøkur yvirtøka av fólkakirkjuni. Sam- bandsflokkurin sigur seg vilja yvirtaka kirkjuna, men gamaní at siga seg vilja yvirtaka, tá ein altíð leggur afturat: ikki nú, men tá vit hava ráð. Soleiðis kunnu vit bíða í 100 ár um tað skal vera. Tvøroyrarskjalið endaði í pappírskurvuni. Hetta skjal, sum varð undirskriv- að av danska forsætisráð- harranum og fyrrverðandi løgmanni, sum segði, at so at siga alt kundi yvirtakast. Aftur nú verða myndir víst- ar í hesum døgum í bløðun- um frá hesi undirskriving, meðan nakrir býráðslimir av Tvøroyri standa sum tin- soldátar aftanfyri, sum eitt slað av "body guards". Sambandsvongurin í fólka- flokkinum vann, og lívs- verkið hjá Anfinni blakað á køstin. Hann má bara makka rætt. Jú eitt syndar- ligt úrslit av einum lívs- verki. Við einum so iva- samum og svikaligum flokki, verður samgonguni ikki langt lív lagað. Who’s next? Poul M. Rasmussen Fríggjamorgunin farna komu so "prógvini", ið skuldu eitast at staðfesta, at nýútnevndi fiskimálaráð- harrin ikki einans er kreat- ivi smáfuskarin, sum fjøl- miðlarnir hava roynt at út- nevnt hann til, men ein veruligur lúshundur, ið ikki smæðist við at gera seg inn á einkjur og faðirleys ….. Onkrastaðni var tó varð- hugin av at hava hoyrt, um ikki sangin, so tó lagið, áður. So hvørt sum leið út á dagin, var ikki sørt, at ein- um kom til hugs Stolten- berg-episoduna, tá lokala fjølmiðla cremé de la crém- e’ið kappaðist um ókritiskt at endurgeva Norðurat- lantsbólkin á Fókatingið, men (av misgáum?) gloymdi at forhoyra seg hjá høvuðspersóninum. Déjà-vu’ið varð fullgjørt í Degi & Viku. Dynamiska duo’in, Magnussen & Winthereig, mestsum endurtóku kunst- stykkið fyrrverandi vara- løgmans, sum í sínum egin- leika av »journalisti« næst- an breyt inn á landsfund Sambandsfloksins, tí for- mansval var á skránni. Ólukkutíð - eisini anti- klimaxið endurtók seg - hesuferð sluppu tey tó und- an at útseta Gekkin. Treyðugt so, søgan endar ikki her ….. Einki forgjørt er í at miðlarnir kappast um at vera fyrst við tí síðsta. Neyvan høvdu teir tó mist stórvegis, um teir untu sær sjálvum at mett um rele- vansin av tilfarinum. At nakrir býráðslimir hava mist álitið á landsstýr- ismanninum er nøkulunda eins týðningarmikið og um Vágsheyggja Vatnfelag hevur álit á Jógvani við Keldu sum landsstýris- manni, ella um undirritaði hevur álit á George Bush sum forseta, familjufaðiri ella bilførara ….. Onkur man tó hava hildið kvababbilsini hjá býráðs- limunum havt týðning. Á Portalinum hjá Føroya Tele (ið mær vitandi ikki hevur samdøgursvakt) er tíðarfest- ingin 03:43 ….. og so var skráin fyri leygardagin sett. Ein torir næstan ikki at hugsa um, hvussu fjøl- miðlasirkusið hevði verið, um onkur lýddi í oyrað á onkrum »journalisti« at Jógvan á Lakjuni onkuntíð roykti hassj, tá hann í 70’unum gekk í Hoydølum, ella at Jóannes Eidesgaard hevði moggað eini 12-ára gamlari smágentu (Tveir aldeilis óhyrligir pástandir, ið einki hava við veruleikan at gera, men eru tiknir úr egnum barmi fyri at ímynda absurditetin, og uttan samanbering av brots- verkum annars!!!) At søgan um »The big bad Dahl« kemur fyri dags- ins ljós er í fínasta lagi. At restin av fjølmiðlun- um, eftir øllum at døma ókritiskt, taka søguna fyri áljóðandi, er ivasamt. At partamenn hansara so detta hvør um annan í royndini at fáa hendur á hamarum og naglum, í krossfestingarherferðini, er djúpt beklagiligt. Skilamaðurin Eilif Sam- uelsen fekk einaferð hann á tingið segði, at nú ráddi um ikki at leypa framav, at vita frá einum mótstøðumanni, at tað var eyðkent fyri sam- bandsmenn als ikki at leypa. Havi sjálvur tað álit á tingbólki Sambandsfloks- ins, sum mær vitandi er samansettur av toluliga skilagóðum heiðursfólki, at hava tey góðtikið frágreið- ing fiskimálaráðharrans, var allarhelst enn einaferð talan um eitt vegetar-fregnir (einki kjøt á søguni). Kemur annað og meira undan kavi, eru tey ivaleyst at sær komin at taka neyðug stig. Ímeðan vit bíða eftir, hvør ið stendur fyri tørni næstu ferð, kundu vit roynt at tikið við læru av okkara, á summum (verri enn so øllum) økjum frálíka, fyrr- verandi løgmanni og hans- ara Kallsbergsku »lat-okk- um-nú-síggja-tíðina-ann- og-taka-ta-tíð-tað-tekur« filosofi. Hans Jacob Joensen biskupur Í viðtali við Dimmalætt- ing hósdagin 12. februar 2004 sigur Sigmundur Poulsen, advokatur: »Tað stendur beinleiðis í grundlógini, at øll, eisini tey, ið virka innan polit- ikk, skulu frítt njóta øll tey njótilsi av øllum borgar- ligum rættindum.« Hann sipar ivaleyst til § 70 í grundlógini, har sagt verður: Ingen kan på grund af sin trosbekend- else eller afstamning berøves adgang til den fulde nydelse af borger- lige og politiske rettig- heder eller unddrage sig opfyldelsen af nogen al- mindelig borgerpligt. Eg kenni meg nú reiðiliga sannførdan um, at henda grein ikki sipar til trúar- samfeløg, fakfeløg og aðrar felagsskapir, sum øll hava ávísar treytir fyri limaskapi. Men í dag er tað ein veruleiki, sum vit mega viðurkenna og liva við, at landsstýrismanninum í kirkjumálum nýtist ikki at vera limur í evangelisk- luthersku kirkjuni. Tí við setanini av Jógvani á Lakj- uni sum landsstýrismanni í kirkjumálum, hevur løg- maður staðfest, at allir borgarar í Føroyum eiga henda rætt. Men hóast Jógvan á Lakjuni sum landsstýrismaður kann umsita kirkjumál fyri alt landið, so kann hann tó ikki sambært galdandi lóg um kirkjuráð vera limur í kirkjuráðnum, har hann býr, og vera við til at um- sita tey mál, sum kirkju- ráðini umsita. Tí loyvi eg mær at spyrja, um hetta ikki stríðir ímóti hesi tolk- ing av nevndu grein í grundlógini? Hetta er jú eisini ein skerjing av teimum rættindum, sum hann sambært hesi tolking av grundlógini eigur. Og er tað tí ikki neyðugt bein- anvegin at fáa hetta broytt? Tað verður eisini sam- bært lóg um setan í starv í fólkakirkjuni kravt av eitt nú prestum, próstum og biskupum, at teir skulu verða limir í evangelisk- luthersku kirkjuni. Men er ikki eisini tað ein skerjing av teimum rættindum, sum teir sambært somu tolking av grundlógini eiga? Teir kunnu eins væl og landsstýrismaðurin í kirkjumálum virka sam- svarandi evangelisk-luth- ersku trúarjáttanini, hóast teir ikki eru limir. Fylgjan av hesi tolking av grundlógini og serstak- liga fylgjan av setanini av einum landsstýrismann í kirkjumálum, sum ikki er limur í evangelisk-luth- ersku kirkjuni, má verða, at limaskapur í evangel- isk-luthersku kirkjuni er uttan týdning. Nú eiga allir føroyingar, antin teir eru limir ella ikki, somu rættindi í fólkakirkjuni og harvið eisini í evangelisk- luthersku kirkjuni. Men eg skal tó leggja afturat, at eg eri alt annað enn samdur í hesi tolking, og eg ræðist fyri fylgjun- um fyri evangelisk-luth- ersku kirkjuna sum fólka- kirkju. Seinasta viðmerking C M Y K 11 10