týsdagur 24. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 37 - 24. februar 2004
Nr. 37 - 24. februar 2004
13
Fríggjadagin 20.
februar var móttøka í
Odd Fellow húsinum
við Grønlandsvegin í
Havn í sambandi við
at stjórin á trygg-
ingarfelagnum Trygd,
Christian C. Nielsen,
hevur rundað tey
fimmti
Nógv fólk nýttu høvið at
heilsa upp á tryggingar-
stjóran
Christian
C.
Nielsen hendan dagin, tá
hann hátíðarhelt sín 50 ára
føðingardag.
Sjálvur
føðingardagurin var fyri
góðum tveimum mánaðum
síðan, tann 20. desember
2003.
Christian er dani og er
ættaður úr Kerteminde.
Hann tók í 1981 løgfrøðis-
ligt embætisprógv á uni-
versitetinum í Århus. Hann
hevur starvast sum fulltrúi
á Ankenævnet for Forsik-
ring, og sum deildarstjóri í
tryggingarfelagnum Østift-
erne, og haraftrat sum
deildarstjóri hjá GF For-
sikring.
Christian kom til Føroya
í november 1997, tá hann
varð settur sum stjóri hjá
Trygd, í sambandi við at
Trygd varð endurstovnað
og fór undir at tekna trygg-
ingar. Hann hevur staðið á
odda fyri at víðka um
virksemið hjá Trygd til í
dag at fevna um nærum øll
sløg av tryggingum.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Christian C. Nielsen, P/f Trygd:
Móttøka fyri
tryggingar-
stjóranum
Hans Dávid Hansen, frá
Tórshavnar Sløkkiliði,
handar her Christiani eina
gávu frá sløkkiliðnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Nógv fólk stukku inn á gólvið
henda dagin, og fleiri høvdu
blómur og gávur við
Mynd: Jens Kristian Vang
Tryggingarstjórin, Christian C. Nielsen, og konan, Lis, á móttøkuni í Odd Fellow húsinum seinasta fríggjadag
Mynd: Jens Kristian Vang
Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, heilsar her upp Christian, millum teir sæst Birger
Andersen
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
24. februar. Leypársmessa. Fjórða hvørt ár varð ein dagur taldur afturat í februar
mánaði, so at hann fekk 29 dagar. Hetta var ein fyriskipan í tíðarrokning okkara,
sum skuldi fáa ár og dagar at sam-svara við gongd sólarinnar. Hann var vanliga
hildin 24. februar, men 25. februar, tá ið leypár var. Dagurin kundi líka so væl verið
29. februar, sum vanliga verður hildið nú á døgum.
Navnið leypársmessa hevur ongan bíbilskan ella kirkju-ligan uppruna, men heitið
messa er bara sett á dagin, av tí at hann hevði eina serstøðu í álmanakkanum sum
aðrar messur og vøkur.
Dagurin ber eisini navnið Mattias eftir tí manninum, sum við lutakasti var taldur
saman við hinum ellivu ápostlunum í staðin fyri Judas Iskariot. Hann sigst at vera
hálshøgdur.
Niels Winther doyði hendan dagin í 1892
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 21.
februar 2004 lat ein
framsýning upp í
Ribarhúsi í Fuglafirði
Tað eru børnini í Dag-
stovninum sum sýna fram,
tað sum tey hava gjørt –
vanligt barnagarðsítriv og
sum nakað heilt serligt, er
eisini ein "listaframsýning"
við málningum, tekningum
og trælist.
Úr Fuglafirði frættist, at
nógv fólk vitjaðu fram-
sýningina í vikuskiftinum.
Framsýningin er opin frá
kl. 15.00 - 17.30 - til og við
mikudagin 25. februar.
Tekniski Skúli:
Húsasmiðir prógv á Tekniska Skúla
Fernisering í Ribarhúsi í Fuglafirði
Fríggjadagin 20.
februar vórðu níggju
húsasmiðir lidnir við
sveinaroyndina og
fingu prógv handað á
trædeildini á Tekn-
iska Skúla í Havn
Aftara rað: f.v. Hans David
á Brúnni, Skipanes,
lærupláss: Svenn Olsen
Syðrugøta, Jákup Danielsen,
Hvítanes, lærupláss: Sp/f
Høgni Mikkelsen, Tórshavn,
Gunnar Grækarisson,
Tórshavn, lærupláss: P/f
Jørgen Christiansen,
Hvítanes, Sigmund
Johannesen, Signabøur,
lærupláss: Sp/f Bulur,
Signabøur, Rógvi Ludvig,
Hvalba, lærupláss: Valbjørn
Dalsgarð, Argir, J. Bergur
Lützen, Tórshavn, lærupláss:
Sp/f Búsetur, Argir,
Fremra rað: f.v. Kristian
Niclasen, Tórshavn,
lærupláss: Sp/f Høgni
Mikkelsen, Tórshavn, Arthur
Petersen, Tórshavn,
lærupláss: Valbjørn Dalsgarð,
Argir, Rúni Skaalum,
Hvalba, lærupláss: Sp/f Petur
Hammer, Tvøroyri
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12